Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GRIND OG FRAMTÍÐIN BJÓÐA FERÐAFÓLKI TIL FØROYA AT SÍGGJA GRIND Áki Bertholdsen – Grind og hvalur kann framvegis verða ein týðandi partur av lívinum hjá før- oyingum – men ikki sum døgverðamatur. Tað halda tey, sum hava gjørt nýggjasta grindafilmin, sum varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum í farnu viku. Tey halda, at ístaðin fyri at eta grind, eiga vit at brúka grind og hval sum eitt ferðamál at lokka útlendsk ferðafólk til Føroya við. Tey vísa á, at aðrastaðni er hvalaferðavinna ein stór- ídnaður, sum kastar yvir 10 milliardir krónur av sær í heimshøpi. Ein av teimum, sum held- ur, at Føroyar liggja sera væl fyri til eina skipaða hvala- ferðavinnu, er Rúni Nielsen, matvøruráðgevari, ið eisini hevur arbeitt við djóravernd og djóravælferð í nógv ár. – Framtíðin eigur ikki at liggja í at drepa grind. Fram- tíðin eigur at liggja í at bjóða ferðafólki til Føroya at síggja hval, sigur hann. Hann ásannar, at upp ígjøgnum tíðina hevur grind havt avgerðandi týdning fyri føroyingar. Men hann heldur, at grindahvalurin kann eisini vera eitt gott íkast til før- oyska búskapin, hóast hann ikki endar á døgverðaborð- inum. Tað hann sipar til, er at ístaðin fyri at eta hvalin, kunnu vit brúka, sum ett ferðamál at lokka útlendsk ferðafólk til føroya at síggja hval. Liggja sera væl fyri Rúni Nielsen sigur, at fjar- skotnar oyggjarnar í Norður- atlantshavi, eru stakgóðar til hvalaferðavinnu, tí her eru nógv sløg av hvali og delfinum. Og hvalaferðavinna er stórídnaður, sum kann verða eitt munandi íkast til føroyska samfelagið, heldur hann Hann vísir á, at á Asorun- um góvust tey at drepa hval í 1986, og nú meta tey, at hvalaferðavinnan kastar yvir 40 milliónir krónur av sær til samfelagið. Á Madeira er íkastið av hvalaferðavinnuni yvir 35 milliónir krónur, og á Kanariuoyggjunum, har túsundtals ferðafólk ferðast hvørt ár at hyggja at hvali, kastar hetta slagi av ferðavinnu yvir 300 milliónir krónur av sær. Samstundis her hetta eitt slag av ferðavinnum sum stendur í vøkstri, og sum tilsamans kastar yvir 10 milliardir krónur av sær kring heimin. – So hetta er eisini eisini ein gongd leið fyri Føroyar, heldur Rúni Nielsen. Hann sær nevniliga fyri sær, at í framtíðini verða Føroyar ikki eitt hvalaveiðisamfelag, men eitt hvalaferðavinnuland. Ein errin føroyingur Ingi Sørensen, kavari og myndamaður, er eisini við í filminum, og hann er samdur í hesum sjónarmiði. Hann hevur mangan talað ímóti grindadrápi og hann heldur, at tað ber væl til at vera føroyingur, uttan at vera grindamaður. Sjálvur er hann føroying- ur – og errin av tí, men hann er ikki grindamaður. – Fyrr var grindin neyðug fyri at yvirliva, men tað er tað ikki longur, tí eiga vit at halda uppat, at drepa grind, serliga tá ið hugsað verður um, at okkara heilsu- myndugleikar mæla frá at eta grind, tí hon er so illa dálkað. Ístaðin heldur hann, at vit eiga at virðismeta hvalin sum tað hábærsliga djórið, hann er. – Eg droymi um eina framtíð, har vit kunnu njóta tað at hyggja at hvalum, at kava við teimum og at taka myndir av teimum, heldur enn at drepa teir og eta teir, sigur Ingi Sørensen. Tað ber til Jens Mortan Mortensen er sjálvur grindamaður, men hann heldur kortini, at tað er ein trupulleiki at vit drepa grind. Hvalirnir eru havsins superstjørnur, og tí er tað ein trupulleiki, at vit drepa teir, heldur hann. Hann ásannar, at tað kann fáa sínar avbjóðingar at skipa eina hvalaferðavinnu í Føroyum. Í hesum sambandi vísir hann á, at hóast hann er nógv í báti, kann vera ómetaliga leingi ímillum, at hann sær nakran hval. – Tað er aldrin nøkur trygd fyri at síggja hval, tí hann kann vera ringur at síggja. Men hann heldur sam- stundis, at spurningurin er, hvat hendir, geva vit grindini frið. – Vit hava meiri enn einaferð sæð, at grind, sum er sloppin einastaðni í Før- oyum, er at síggja onkra aðrastaðni í landinum, dagin eftir. Hann vísir eisini á, at á Skálafirði síggja vit nýsur hvønn dag og tað er eisini ein partur av hvalaferðavinnu, hetta snýr seg ikki bara um at síggja eitt ávíst slag av hvali. Fólk, sum dáma at hyggja eftir hvali, hyggja eisini eftir øðrum, eitt nú kópi og fugli. – Stórbýarfólk síggja ongi dýr, uttan kanska onkra kloakkrottu av og á og tí eru tey áhugað í at síggja alt møguligt av dýrum, helt hann fyri. Samanumtikið heldur hann tískil, at hvalaferða- vinna er ein møguleiki í Føroyum, tað krevur bara, at onkur gevur sær stundir at byggja tað upp. Fabian Ritter, sum eisini er við í nýggja grindafilm- inum, vísir á, at tað eru nógv fólk, sum eru professionel hvalaferðafólk, og sum ferð- ast verðina runt at hyggja eftir hvalum. – Tey eru náttúrufólk, sum leggja rættiliga nógv fyri, fyri at síggja ein hval, sigur hann. Framtíðin liggur ikki í at halda fram at drepa grind, men at bjóða ferðafólki til Føroyar at síggja hval Grindahvalurin kann eisini vera eitt gott íkast til føroyska búskapin, hóast hann ikki endar á døgverðaborðinum, heldur Rúni Nielsen, matvøruráðgevari og djóraverndarfólk, vinstrumegin, saman við Andrew Sutton, sum hevur tikið nýggja grindafilmin upp Tey, sum sótu við pallborðið á fundinum í Norðurlandahúsinum um grind, vóru, frá vinstru, Pál Weihe, lækni og granskari, Andy Ottaway, stjóri í hvalaverndar-felagsskapinum, Campaign-Whale, og sum hevur verið við at gera nýggja grindafilmin, Marna Frida Olsen, samskiftisráðgevari og djóraverndarfólk, Fabian Ritter, lívfrøðingur og hvalagranskari, Drew Sutton, sum hevur tikið grindafilmin upp, Jens Morten Rasmussen, lærari og grindamaður og Rúni Nielsen, ráðgevari í matvørutrygd og djóraverndarfólk