Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7 GRIND OG FRAMTÍÐIN Forboðið at hyggja at grind Sum støðan er nú, er tað ólógligt at skipa fyri eini hvala-ferða- vinnu í Føroyum Tróndur Patursson, lista- maður var við í Norður- landahúsinum, tá ið nýggi grindafilmurin varð frum-sýndur. Har vóru tað mong sum hildu, at ístaðin fyri at drepa grindina, eiga vit at fáa okkum inntøku burtur úr at skipa eina hvalaferðavinnu og at bjóða ferðgólki higar at síggja hval. Men Tróndur Patursson gjørdi vart ein lítlan snáv-ingarstein á vegnum fram ímóti eini slíkari ætlan. Hann vísti á, at eftir grindalógini er tað forboðið at síggja eina grind, uttan at boða frá henni, so hon kann verða hildin til. Tann, sum sær eina grind, uttan at boða frá, fær 25.000 krónur í bót, soleiðis sum lógin er nú. Annars heldur Tróndur Patursson, at ein stórur vandi við eini hvalaferavinnu, er, at fær hvør Hanus og Janus loyvi at fara við báti at leita eftir hvali at hyggja at, er skjótt at missa tamarhald á støðuni. Men tað varð eisini ført fram, at ein slík ferðavinna má sjálvandi skipast, tí tað kann ikki verða talan um, at ein og hvør kann halda til brots at stima runt eftir hvali. –s Tí verður neyðugt at skipa tað so, at bara tey, sum hava loyvi til tað, sleppa í holt við hvalaferðavinnu. Tit skulu rinda skuldina til grindahvalin aftur Hóast føroyingar gevast at eta grind, kann grindahvalurin framvegis gera sítt til at lívbjarga tykkum Áki Bertholdsen Føroyingar standa í stórari skuld til grindahvalin. Men nú er stundin kanska komin til at tit rinda skuld- ina aftur. Ein, sum leggur navn til nýggja grindafilmin, sum varð frumsýndur í Havn í farnu viku, er heimskendi bretski sjónvarpsverturin, David Attenborough. Hann vísir á, at í øldir hevur grindahvalurin hjálpt føroyingum at yvir- liva í eini kargari náttúru og at føroyingar sostatt standa í stórari skuld til grindahvalin. Og nú, grindahvalurin kanska er hóttir er stundin komin til at føroyingar rinda skuldina aftur, held- ur hann. Hann vísir á, at í dag er ikki neyðugt at eta grind fyri at yvirliva. Heldur er grind ein gomul siðvenja, sum nú er vorðin til eina umstrídda matvørukelda. David Attenborough heldur, at fyri tað um føroyingar gevast at eta grind, er tað ikki neyðugt hjá føroyingum at slíta tey sermerktu bondini ímillum fólkið og hvalin. Tað er heldur ein spurn- ingur um at skilmarka tað av nýggjum. Hann heldur, at grinda- hvalurin kann framveg- is fáa eitt stórt virði fyri føroyingar, hóast hann ikki endar á døgverðaborð- inum. Tað kunnu føroyingar gera við at skipa eina hvalaferðavinnu, har fólk koma til Føroyar at síggja hval. Soleiðis kann grindahvalurin framhald- andi vera við til at lív- bjarga føroyingum, og tað kann eisini vera við til at bjarga hvalinum, langt inn í framtíðina, heldur David Attenborough. Veruleikin er eisini, at tann dálkingin, sum nú hóttir hvalirnar, hóttir eis- ini tey fólk, sum eta hvalin, leggur hann afturat. Loysir tað seg? Á pallborðsfundi í Norður- landahúsinum um grind, var ivi sáddur um, hvat í loysir seg beri, búskapar- liga, at drepa grindina, ella at dúgva upp á eina hvalaferðavinnu. Tað varð nevnt á Madeira, har tey hava skip- að eina hvalaferðavinnu, kastar tað einar 35-40 milli- ónir krónur av sær. Magnus Hansen, sum hevur merkt grind í eitt mannaminni, staðfesti, at føroyingar drepa einar 800 hvalir um árið í miðal. Ein hvalur sjey skinn í miðal og sostatt gevur tað eini 700.000 kilo av tvøsti og spiki. Rokna vit við einum kiloprísi á 50 krónur, er virðið á grindini sostatt einar 35 milliónir krónur um árið. Sostatt er spurningurin um tað yvirhøvur at dúva upp á eina hvalaferða- vinnu, heldur enn at derpa grindina til matna Jens Mortan Rasmus- sen, sum er við í nýggja grindafilminum vísir á, at roknistykki kunnu vera so ymiskt. Men skulu vit rokna, eigur tað eisini at verða tikið við, at fáa drepa grindina, skera upp, og fáa hana til høldar, skulu fólk ofta leggja arbeiðið niður, sum oftast í tveir dagar. – Er talan um ein grind við 800 pørtum, og hvør grindamaður annars forvinnur 1.000 krónur um dagin, er talan um 1,6 milliónir í mistari arbeiðs- inntøku, sigur hann. Grindahvalurin kann framvegis fáa eitt stórt virði fyri føroyingar, hóast hann ikki endar á døgverðaborðinum, var eitt sjónarmið hjá djóraverndarfólkunum, sum sótu við pallborðið í sambandi við, at nýggi grindafilmurin varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum í farnu viku