mánadagur 18. januar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Spurningurin um at drepa
grind
ella
ikki,
er
ein
spurningur
um
kenslur
og um hvussu summi fólk
halda, at vit eiga at liva, ella
ikki.
Tað sigur Hans Jacob
Hermansen í Grindamanna-
felagnum.
Eisini hann tók lut í
kjakinum í Norðurlandahús-
inum í sambandi við at
nýggi grindafilmurin varð
frumsýndur.
Hans Jacob Hermansen
sigur, at størsta orsøkin
til at hvalurin er hóttur, er
dálking, og dálking er eisini
størsti vandin fyri hvalin
yvirhøvur.
Hann sigur, at Grind-
mannafelagið setir trý krøv
til grindaveiði: Grindin skal
ikki vera ein hóttur stovnur,
grindin
skal
brúkast
til
mannaføði og grindin skal
avlívast so skjótt og pínu-
leyst, sum gjørligt.
– Skulu vit drepa djór
til matna, er ikki munur
á djórum. Og tann sum er
uppvaksin við at vera so
sjálvbjargin sum gjørligt,
er eisini uppvaksin við, at
djórini skulu avlívast so
pínuleyst sum gjørligt.
Marna Frida Olsen, sum er
virkin í djóravernd, og sum er
við í nýggja grindafilminum,
heldur, at tað er áhugavert,
at tað verður ført fram, at
talan er um kenslur, tá ið
fólk vilja hava grindadráp at
halda uppat,
– Tað er rætt, at spurn-
ingurin um eitt djór pínist,
kann
vera
kensluborðin,
sigur hon.
Men hon heldur ikki, at
tað er einki galið í at hava
kenslur, ella at hava sam-
kenslu.
–
Tað
er
eisini
ein
spurningur um kenslur, tá ið
føroyingar tvíhalda at halda
fast um grindadráp, bara tí
at tað hava føroyingar gjørt
í fleiri hundrað ár, sigur hon.
Jens Mortan Rasmussen,
sum eisini er við í nýggja
grindafilminum, skilir ikki
tey, sum vilja hava okkum at
gevast at drepa grind, men
sum gleðiliga eta ein búff
ístaðin.
– At taka eitt lív er at taka
eitt lív, einasta hárhvassa
markið er, um talan um um
at taka mannalív ella djóra-
lív, heldur hann
Og hann heldur, at vit
eiga at verða før fyri at drepa
tey djór sjálvi, sum vit eta.
Kanst tú ikki drepa tað,
kanst tú ikki eta tað, helt
hann fyri.
– Vit skulu ikki halda fast
um eina siðvenju, bara tí at
tað er ein siðvenja, ljóðaði
eisini ein viðmerking úr
salinum.
Ongin veit, um føroyska grindadrápið
er burðardygt ella ikki
Ongin veit, um føroyska grindadrápið er burðardygt ella ikki
Ongin veit hvussu nógv er til av grindahvali
Áki Bertholdsen
Er grindadrápið í Føroyum
burðardygg veiða, ella ikki.
Tað er ein av teimum
stóru spurningunum í kjak-
inum um vit skulu halda
fram at drepa grind, ella ikki.
Á pallborðsfundi í Norð-
urlandahúsinum í sambandi
við at nýggi, føroyski grinda-
filmurin varð frumsýndur,
varð staðfest, at vit vita rætt
og slætt ikki um veiðan er
burðardygg.
Fabian Ritter, havlívfrøð-
ingur og grindagranskari,
sum eisini er við í nýggja
filminum, sigur, at veruleikin
er, at ongin veit, hvussu
stórur stovnurin av grind
er. Vit vita heldur ikki, um
stovnurin rundan um Før-
oyar, er ein lokalur stovnur
fyri seg, ella um talan er um
ein stóran felags stovn, sum
eisini heldur til við Føroyar.
Samstundis vita vit lítið
um, hvussu grindahvalur
ferðast, leggur hann afturat.
–
Onkrar
kanningar
benda á, at grindahvalur
ferðast víða, men á Kanariu-
oyggjunum er hann nokk
so støðufastur og sæst árið
runt, sigur hann.
Rúni Nielsen, djóravernd-
armaður, sigur, at onkrar
metingar siga, at tað eru
700.000 grindahvalir til og
at tað tískil ikki ger nakran
mun, at føroyingar veiða 800
í miðal um árið.
– Men tað eru 20 ár síðani,
hendan stovnsmeting varð
gjørd, leggur hann afturat.
Hinvegin vísir hann á,
at síðani er nógv hent, sum
ávirkar stovnin, eitt nú tann
ógvusliga dálkingin.
Veruleikin er eisini tann,
at nógvur hvalur verður
ásigldur av skipum, og doyr,
og hvørt ár doyggja einir
300.000 hvalir í gørnum og
nótum - og enn fleiri doyggja
av at eta burturkast, helst
plast, sum teir halda vera
matur.
– Vita ikki, hvørja ávirkan
tað hevur, at vit drepa heilar
familjur av grindahvalum.
Vit skulu gevast
Í
nýggja
grindafilminum
verður staðfest, at hvat
nógvum hvalasløgum við-
víkur, eru 95 prosent av
stovnunum, ella meiri, týnd.
Rúni Nielsen, heldur, at
vandi er fyri, at føroyska
grindaveiðan tekur so nógv
burtur av stovninum, at
hann er hóttir.
– Eg haldi, at grinda-
stovnurin er hóttur og tí er
stundin komin at leggja á
annan bógv, heldur hann.
Og tá ið vit so ikki vita,
hvussu nógvur grindahvalur
er til í Norðuratlantshavi, er
boðskapurin greiður: Vit eiga
ikki at drepa teir siga tey,
sum standa aftanfyri nýggja,
føroyska grindafilmin.
GRIND OG FRAMTÍÐIN
Vit vita rætt og slætt ikki um føroyska grindadrápið er
burðardygg veiða, tí vit vita ov lítið um, hvussu stórur
stovnurin er, og, hvussu grindahvalur ferðast, sigur
Fabian Ritter, havlívfrøðingur og grindagranskari
VIT SKULU IKKI LATA
OKKUM STÝRA
AV KENSLUM
Tað er einki galið í at hava kenslur. Tað eru eisini kenslur sum gera, at vit tvíhalda
um grindadráp, tí at tað er aldargomul siðvenja, heldur Marna Frida Olsen,
djóraverndarfólk, sum eisini er við í nýggja, føroyska grindafilminum