mánadagur 18. januar 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
Vilmund Jacobsen
Útróðrarbátarnir,
sum
royndu vestur úr Mýlings-
grunninum leygarnáttina,
fingu nógvan fisk.
Teir
fýra
bátarnir,
Gordrúgvin, Barmur, Falkur
og Líðhamar, sum vóru á
hesi leið, lógu allir um eini
300 pund á línuna og fingu
soleiðis millum 12.000 og
13.000 pund á setuna.
Veðrið
var
gott,
og
streymurin er góður. Umleið
ein triðingur av veiðini hjá
var hýsa - og restin toskur,
stórur og góður fiskur.
Viðheftu
myndir
eru
tiknar, tá Gordrúgvin, sum
Sámal Debes á Oyri eigur,
landaði á Eiði leygardagin.
Teir høvdu 42 stampar og
høvdu góð 13.000 pund á
setuni.
Náttin til leygardagin
royndist
rættiliga
væl
hjá hesum fýra útróðrar-
bátunum, sum henda túrin
settu millum 15 og 20 fjórð-
ingar úr Mýlingi.
Tá
Gordrúgvin
loysti
eftir kirkjutíð í gjár og fór út
aftur á somu leið, royndist
dagurin ikki eins væl, og
leygarnáttin royndist. Kort-
ini høvdu teir rímiliga góðan
fiskiskap og fingu umleið
7.000 pund á 42 stapum.
Fara at leita
Tá
Sosialurin
hevði
Sámal Debes í telefonini í
morgun, segði hann, at nú
streymurin framvegis er
góður, og veðrið roynist,
ætla teir aftur at loysa í dag.
- Men, í dag fara vit ikki
út aftur á leiðina vestur úr
ylingsgrunninum. Fiskurin
flytir seg, og vit ætla okkum
at royna okkurt annað. Tá
vit settu sunnukvøldið, sást
ikki tað sama á loddinum,
og hugsandi er tí, at flskurin
hevur flutt seg.
Sámal Debes sigur, at
tað er einki óvanligt at gera
onkran slíkan túr í bestu
fiskitíð sum túrin leygar-
náttina. Hetta er stórur og
góður fiskur, og hann rúgvar
væl upp.
–
Tíðin
frá
oktober/
november og fram til endan
av apríl er besta tíð til
línuútróður, og tá viðrar, og
streymurin er góður, fæst
onkur slík seta í hús, sigur
hann.
Útróðrarmaðurin sigur,
at teir vanliga egna høggu-
slokk og gággu. Makrelur er
eisini gott agn, men makrel-
urin riggar ikki so væl í
traktini hjá teimum.
Leygarnáttina høvdu útróðrarbátar rættiliga góðan fiskiskap og lógu um 300 pund á línuna
Útróðrarbátar
rokaðust á útróðri
Í morgun varð aftur ein roynd gjørd at ávirka
politikararnar um at loyva framhaldsdeild
í Sankta Frans skúla, tá allur skúlin
møtti upp uttan fyri Ráðhúsið í Havn
At nógvur smáupsi er uppi í
veiðini, kann saktans eisini
vera positivt
Við heimild í løgtingslóg
frá 10. mars 1994 kann
Fiskiveiðieftirlitið seta í
verk bráðfeingis veiðibann
fyri troli í 14 dagar.
Í løtuni eru tvey slík
veiðibann galdandi. Annað
er á einari leið eystur úr
Fugloynn. Tað veiðibannið
kom í gildi 9. januar klokkan
15 og varar til 23. januar
klokkan 15.
Hitt veiðibannið er á
Sandoyarbankanum.
Tað
varð fráboðað at koma í
gildi 16. januar klokkan 23 og
verður galdandi fram til 30.
januar klokkan 23.
Sum oftast – fyri ikki at
siga hvørja ferð – vera slík
veiðibann sett í gildi fyri at
verja smáupsa.
Skip, sum eru til fiski-
skap, hava skyldu at boða
frá, tá ov nógvur smáupsi
er uppi í veiðini, og tá hetta
vísir seg at vera ein aftur-
vendandi trupulleiki í ein-
um tíðarskeiði, er vanligt,
at Fiskiveiðieftirlitið lýsir
veiðibann í 14 dagar.
At nógvur smáupsi er
uppi í veiðini, kann saktans
vera positivt. Tað kann eisini
merkja, at her er ein stovnur
av smáum upsa, sum er á veg
inn í fiskiskapin.
vilmund@sosialurin.fo
Skotski vinarbýurin
hjá Klaksvík – Wick –hevur
útsett avgerðina um at
kvetta við Føroyar, eftir
at Jógvan Skorheim hevur
bjóðað teimum til Føroya at
kunna seg um grindadráp.
– Eg fari ikki at bakka, sigur
borgarstjórin
Útróðrarbáturin Gordrúgvin fekk stívliga 13.000 pund á 42 stapum leygarnáttina
Borgarar
sleppa til
orðanna
Í samband við atkvøðu-
greiðslurnar 26. januar
2016 um at leggja
Hósvíkar skúla og
Hvalvíkar skúla niður,
verður skipað fyri
almennum kunnandi
borgarafundum.
Borgarafundur verður
í Bygdahúsinum í
Hósvik týsdagin 19.
januar klokkan 19 -
og á skúlaloftinum
í Hvalvíkar skúla
mikudagin 20. januar
klokkan 19.
Á fundunum verður
tikið saman um, og
skúlabygnaðurin í
kommununi verður
lýstur við atliti til, um
atkvøðuúrslitið vísir ja
ella nei fyri at varðveita
Hósvíkar skúla og
Hvalvíkar skúla.
Orðið verður eisini frítt,
og høvi verður at seta
spurningar, sum býráðið
í Sunda kommunu og
skúlaleiðslan fara at
svara.
vilmund@sosialurin.fo
Tvær bráðfeingis friðingar
Í løtuni eru tvey veiðibann galdandi fyri veiði við troli -
eitt eystur úr Fugloynni og eitt fyri Sandoyarbankan