mánadagur 18. januar 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
STUTTSØGD ÍTRÓTTARTÍÐINDI
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Danska meistarafelagið, FC
Midtjylland, boðar frá, at teir
hava selt Erik Sviatchenko
til skotska Celtic, har hann
hevur fingið sáttmála til
2019. Sviathenko er 24 ára
gamal, spælir í miðverjuni
og hevur spælt fýra dystir á
danska A-landsliðnum.
Tá ið Wayne Rooney
gjørdust
sigursharri
í
1-0-sigirnum hjá Manchester
United á Anfield, setti hann
somuleiðis eitt nýtt met.
Hann hevur nú skotið 176
mál fyri United, og tað er tað
mesta nakar hevur skotið
fyri eitt PL-felag. Metið
frammanundan átti Thierry
Henry, Arsenal.
Tað gongur strúkandi hjá
nýggja Real Madrid-venjar
anum, Zinedine Zidane. Tað
er serliga málskjótingin, sum
er blomstrað, síðani hann
kom til. Eftir 6-0-sigur á
Deportivo í fyrsta dystinum,
vann Real Madrid í gjár 5-1
ímóti Sporting Gijon.
Emmanuel
Adebayor
fær neyvan trupult við at
finna sær eitt nýtt felag,
hóast hann varð leysgivin
av
Tottenham
í
síðstu
viku. 31 ára gamli áleypar
in hevur ikki spælt fótbólt
síðani síðsta summar, men
fleiri feløg eru áhugað –
harímillum Crystal Palace
og Watford.
PSG er framvegis ósigrað
í
fronsku
landskapping
ini, nú 21 umfør eru spæld.
Um vikuskiftið var franska
høvuðsstaðarfelagið á vitjan
hjá Toulouse, har Zlatan
Ibrahimovic
syrgdi
fyri
einum 1-0-sigri smáar 20
minuttir fyri leiklok.
Ståle Solbakken váttar
fyru norska TV2, at tað er
ógvuliga sannlíkt, at Daniel
Amartey skiftir úr FCK
til Leicester. 21 ára gamli
verjukendi
miðvallarin,
sum er fastur partur av
A-landsliðnum
hjá
Gana,
sigst at kostað umleið 60
milliónir krónur.
Við 3-0-sigri á Las Palmas
heldur Atlético Madrid fast
um oddasessin í sponsku
La Liga, har FC Barcelona
framvegis er nærmasti eltari
eftir 6-0-sigur ímóti Atletic
Bilbao. FC Barcelona er tvey
stig aftanfyri og hevur spælt
ein dyst færri.
Southampton
hevur
styrkt um álopspartin, nú
teir hava fingið fatur á
Charlie Austin úr Queens
Park Rangers. Partarnir hava
undirskrivað ein sáttmála,
sum gongur fram til 2020.
Prísurin fyri 26 ára gamla
áleyparan metist liggja um
40 mió. kr.
Stephen El Shaarawy og
Alessio Cerci eru óynsktir
í AC Milan og eru vorðnir
samdir við ávikavist AS
Roma og Genoa, men nú
kann alt fara í vaskið.
Tilboðið hjá AS Roma er ikki
nóg gott, sigur varaforsetin,
sum eisini bíðar eftir svarið
frá felagseigarunum um at
lata Cerci fara.
BORÐTENNIS
Fróði
Fríðason
Jensen,
sum spælir borðtennis í
Keypmannahavn,
vann
triðja
GP-umfar
í
Havn
leygardagin.
Hann
er
heima í feriu. Vegna ov fáar
kappingar telur hann ikki
við í samlaðu støðuni, har
Pætur Albinus í løtuni hevur
munin á Peteri H. Niclasen.
FRÆLSUR ÍTR
4. umfar av TF-vetrarkapp
ingini varð runnið í Sør
vági í gjár. Í opna bólkinum
vann Jan Elmar Sørensen
framman fyri Eirik Hansen,
og opna bólkin hjá kvinn
um vann Rebekka Fuglø
frammanfyri
Rigmor
N.
Arge.
Altjóða sambandið innan
frælsan ítrótt, IAAF, sigur
seg hava ætlanir um at
strika øll heimsmet í øllum
greinum, har tann, ið eigur
metið, er tikin fyri doping.
Heimskendi
sprintarin,
Usain
Bolt,
heldur
lítið
um tað og kallar tað fyri
meiningsleyst.
HONDBÓLTUR
Noreg man hava framt mest
óvæntaða úrslitið í EM-enda
spælinum í Póllandi higar
til. Í gjár vunnu teir norsku
menninir
púra
óvæntað
ímóti einum av favorittun
um at vinna kappingina,
nevniliga Kroatia. Úrslitið
gjørdist 34-31.
Eftir frálíkan sigur ímóti
Noregi í fyrsta dystinum í
EM, so mátti Ísland leggja
rygg til eitt stórt vón
brot, tá ið teir í gjár taptu
39-38
ímóti
Hvítaruss
landi. Tað var serliga Barys
Pukhouski, sum gjørdi av við
íslendararnar. Hann skeyt 11
mál.
Ein
privat hondbólts
deild kann væl vera ávegis
í Evropa. Ríkmaðurin Wolf
gang Gütschow er ein av stig
takarunum, sum ímyndar
sær eina deild við 12 liðum
úr ymiskum londum. Áður
hevur forsetin í THW Kiel
verið opin fyri hesum hug
skotinum.
SÚKKLING
Fyrrverandi
Tour
de
France-vinnarin, Vincenzo
Nibali, er farin í hált við sítt
seinasta kappingarár saman
við Astana. Nú váttar um
boðsmaður
hansara
fyri
Cycling News, at Nibali er í
samráðingum við Lampre-
Merida um ein sáttmála frá
2017 og frameftir.
Ein av mest álopssinnaðu
súkklarunum, sum janvan
stingur nøsina fram í Tour
de France, Thomas Voeckler,
sigur seg ikki vita, um hetta
er
seinasta
kappingarár
hansara. Hann kundi hugsað
sær at hildið fram. Hann
er 36 ár og elstur á Direct
Energie, sum áður æt Team
Europcar.
Alberto Contador hevur
í fleiri umførum sagt, at 2016
verður seinasta árið, har
hann fer málrættað eftir at
vinna Tour de France. Nú
sigur hansara størsti kapp
ingarneyti, Chris Froome,
at hann vónar, at hann
broytir meining. Hann vil,
at kappingin teirra millum
heldur fram.
TALV
Kjølur Open hevur verið um
vikuskiftið, og ta kapping
ina vann Høgni Egilstoft
Nielsen sannførandi. Hann
vann við fullum stigatali
frammanfyri teir báðar Silas
Eyðsteinsson
og
Luitjen
Akselsson Apol.