mánadagur 18. januar 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
ÍTRÓTTUR
FLEYR GOTT HÁL
FLEIRI UM BOÐIÐ
Eikligan kvinnur
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNIÐ
TAPT
VUNNIN SETT
TAPT SETT
MUNUR
STIG
1 Dráttur
10
9
1
28
8
20
25
2 SÍ
10
8
2
26
12
14
23
3 Fleyr
8
7
1
23
9
14
20
4 TB
8
4
4
19
12
7
15
5 KÍF
11
4
7
17
23
-6
13
6 ÍF
11
2
9
7
31
-24
4
7 Mjølnir
10
0
10
5
30
-25
2
Mjølnir-Fleyr 1-3 (14-25, 18-25, 25-22, 20-25)
KÍF-TB 3-2 (23-25, 25-18, 18-25, 25-17, 16-14)
ÍF-SÍ 3-0 (19-25, 15-25, 22-25)
Eikligan menn
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNIÐ
TAPT
VUNNIN SETT
TAPT SETT
MUNUR
STIG
1 SÍ
8
7
1
23
9
14
20
2 Fleyr
8
5
3
20
11
9
17
3 ÍF
9
5
4
16
14
2
14
4 Ternan
8
3
5
13
17
-4
9
5 Mjølnir
7
0
7
0
21
-21
0
Fleyr-Mjølnir 3-0 (25-15, 25-6, 25-16)
ÍF-Fleyr 1-3 (17-25, 16-25, 25-22, 18-25)
Hilmar Jan Hansen
Av teimum fimm mans
liðunum í flogbólti, hava
sørvingar verið teir, ið hava
staðið seg best í vetur, tí í
sínum átta dystum hava
teir vunnið sjey ferðir og
bara tapt ta einu ferðina. Tí
er SÍ eisini oddalið, trý stig
framman fyri Fleyr og seks
stig framman fyri ÍF, sum
hevur verið føroyameistari
síðstu trý árini.
Men
um
vikuskiftið
gjørdi Fleyr eitt gott hál,
tí tað eydnaðist at vinna
á tveimum av kappingar
neytunum. Fyrst vann Fleyr
ein sera tryggan 3-0 sigur á
Mjølni fríggjakvøldið, har ivi
ongantíð var um, hvønn veg
dysturin skuldi fara.
Og
í
gjár
megnaðu
havnarmenninir at endur
taka avrikið á Kambsdali,
har teir vunnu 3-1 á ÍF, sum
ongantíð ordiliga fekk takið
á dystinum, burtursæð frá tí
eina settinum. Við at vinna
á júst ÍF, fekk Fleyr eisini
styrkt sær um støðuna á
stigatalvuni, har trý stig
eru á muni millum tey bæði
liðini, og ÍF enntá hevur
spælt ein dyst meira.
Annars
hevur
liðið
hjá
Ternuni
verið
ein
rættilig glæma í Eik-liguni
hjá
monnum,
og
hóast
toftamenninir
eru
feskir
í hesum høpinum, hava
teir vunnið tríggjar av átta
dystum og eru heili níggju
stig frá aftasta plássinum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Higartil
í
vetur
hevur
Dráttur verið tað drúgvasta
liðið í kvinnuflogbóltinum,
og støðuna sum oddalið
undirstrikaðu
tær
úr
Miðvági og Sandavági, tá
tær í farnu viku sendu koll
fjarðarkvinnur tómhentar av
aftur Giljanesi.
Men
tað
verður
ikki
uttan kapping, at Dráttur
sleppur at verða sitandi í
oddasessinum, tí bæði SÍ og
Fleyr hava um vikuskiftið
tikið seg nærri oddaliðnum,
so spenningur av álvara
tykist vera komin í Eik-
liguna hjá kvinnum.
Kvinnurnar hjá SÍ vunnu
3-0 á ÍF á Kambsdali, og
tað merkir, at tær eru nú
bara tvey stig aftan fyri
grannarnar, og Vágoyggin
eigur
bæði
fremsta
og
næstfremsta liðið í deildini.
Bara tað er í sjálvum sær
við til at gera støðuna
spennandi, men er nú ikki
so sjáldsamt, tí flogbólturin
stendur jú sterkur í Vágum.
Toppdystur í Havn
Eisini
Fleyr
liggur
væl
fyri at blanda seg upp í
absolutta oddastríðið, og við
einum 3-1 útisigri á Mjølni
fríggjakvøldið fekk eisini
havnarfelagið otað seg nærri
finaluplássinum.
Fleyr er í løtuni fimm stig
aftan fyri Drátt og trý stig
aftan fyri SÍ, men framvegis
hevur Fleyr fleiri møguleikar
at styrkja sær støðuna, tí
liðið hevur spælt tveir dystir
færri enn hini bæði liðini, so
har eru avgjørt møguleikar
hjá Fleyr at blanda seg uppí
og spilla grannahugnan í
Vágum.
Hvør dugur veruliga er
í fremstu liðunum, fæst
at síggja leygarkvøldið, tá
Fleyr
í
Gundadalshøllini
tekur ímóti Drátti. Tað er ein
toppdystur, ið kann gerast
rættiliga
avgerandi
fyri,
hvussu tað heila fer at síggja
út, tá finalusessirnir skulu
býtast.
Serliga verður Dráttur
undir trýsti, tí roknast kann
við, at SÍ er favorittur fyrr
um dagin ímóti Mjølni, so
hóast Fleyr ikki kann koma
upp á ovastu rók eftir einum
dysti, er møguleikin hjá SÍ at
stinga av við oddasessinum.
Dragnað ov nógv
Av øðrum liðum, ið eru
hampuliga væl við, men
tykjast dragnað í meira lagi,
eru TB og KÍF, sum í gjár
møttust í Kollafirði. Her
bleiv tað ein fimmsettari, tá
avtornaði, og skal tað sigast
stutt, so var hetta helst
dysturin, har tað eydnaðist
KÍF at forkoma møguleikan
um hjá TB at fara allan vegin.
KÍF vann 3-2 í dystinum,
har spenningurin enntá var
so nógvur, at í fimta setti
mátti farast út um tey 15
stigini, áðrenn avgerðin fall.
Sigurin kunnu kollfjarða
kvinnur ikki brúka til so
nógv annað, enn at avstíva
sjálvsálitið, nú teir reistu seg
aftur, men hjá TB kostaði tað,
tí hóast TB hevur spælt tveir
dystir færri enn tey bæði
fremstu, eru altso tíggju stig
upp til oddasessin og átta
stig upp til eitt finalupláss.
hilmarjan@sosialurin.fo
Dráttur eigur enn oddasessin hjá kvinnunum, men bæði SÍ og Fleyr hótta
Eftir tveir góðar sigrar um vikuskiftið, er Fleyr avgjørt størsti
avbjóðarin hjá SÍ, sum er á odda hjá monnunum
Við greiðum 3-0 sigri á Kambsdali spældi SÍ seg í góða støðu, sum kann enda við sjálvum
oddasessinum um eina viku, um úrslitini leygardagin laga seg eftir vild
Mynd: Álvur Haraldsen