mánadagur 18. januar 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Tróndur Arge /
Neli Heldarskarð
Tað eru bara fimm minuttir
eftir at spæla, tá Jógvan G.
Joensen skorar forloysandi
málið fyri StÍF. 21-18, eftir at
H71 hevur kempað seg inn
í aftur dystin. Málið tykist
endaliga staðfesta, at strand
ingar fyri aðru ferð upp í
slag, hava vunnið á FM-favo
rittunum í egnari holu.
Á bonkinum hjá StÍF er
fagnaður um málið og leiðsl
una. Strandingar eru sum
gandaðir í steypakappingini.
Tá ber alt til – næstan.
H71 svarar aftur
Seinastu fimm minuttirnar
er fjáltur á teimum hvít
klæddu
strandingunum.
Lyklaspælararnir
verða
mansvardir, meðan hinir ikki
hava dirvið ella hegnið, at
skjóta deyðiliga skotið. H71
fær aftur yvirtakið og javnar.
Seinastu løtuna er spenn
ingurin í hásæti, tí eitt mál
verður helst avgerandi fyri
útfallið á dystinum. Tað
endar við, at hoyvíkingar
senda bóltin í síðunetið.
Eitt stig í part til H71 og
StÍF. Báðir partar kunnu vera
ónøgdir, men samstundis
nøgdir. StÍF hevur enn takið
á H71, sum tó fekk bart seg
upp á javnleik, hóast tað sá
svart út bara fimm minuttir
fyri tíð.
Vónbrotnir venjarar
Bæði Pole J. Hansen, venjari
hjá StÍF, og Petur Mittún,
venjari hjá H71, vóru vón
brotnir eftir dystin. Annar
við úrslitið, og hin við gongd
ina í dystinum.
– Eg eri ordiliga vón
brotin.
Vit
høvdu
allar
møguleikar at vinna hendan
dystin. Vit fylgjast í fyrra
hálvleiki, men so dumma
teir seg og fáa skítfult av út
vísingum. Vit útnytta tað og
vinna okkum eina leiðslu,
men frá 24. minutti fáa vit
einki mál, hóast vit hava
møguleikarnar, sigur Pole J.
Hansen, meðan hann bæði
suffar og puffar.
Petur
Mittún
fegnast
um, at H71 fekk javnleikin
heilt móti endanum, men er
ónøgdur við gongdina í dyst
inum.
– Tá vit hugsa um, at vit
eru fýra mál aftanfyri, tá
tað eru seks minuttir eftir,
so eri eg nøgdur við javn
leikin. Annars er hetta ein
katastrofa. Eg iðri meg um
pill-etandi-hamrandi býttar
útvísingar, og um brendar
málmøguleikar, sigur Petur
Mittún, sum leggur afturat,
at spælararnir hava fingið
eina átalu frá venjaratoym
inum, at nú skulu teir gevast
við at fáa óneyðugar útvís
ingar fyri eitt nú brok.
Báðir eru samdir um, at
grønlendski málvejin hjá
StÍF, Ísak Olsen, var dagsins
spælari. Hann var strand
ingum avbera góður.
Bæði liðini hava enn
møguleika at koma víðari.
Eykaliðið hjá H71
skakaði Kyndil
Í sama bólki í Coca Cola-
steypakappingini hjá monn
um tók Kyndil ímóti eyka
liðnum hjá H71, H71 II, sum
spælir í 1. deild, men sum
einsamalt eykalið luttekur í
steypakappingini saman við
øllum liðunum í FTZ-deildini.
Hesin dystur varð spældur í
høllini á Hálsi í gjár.
Kyndil hevur ikki tapt
sínar seinastu fimm dystir í
landskappingini, og tí burdi
hesin dystur á pappírinum
verið ein avgreiðsluspurn
ingur. Men H71 hevur ein
sera breiðan hóp og gott
fólkagrundarlag í felagnum,
sum ger, at nógvir fínir hond
bóltsleikarar spæla á næst
besta liðnum.
Í fyrra hálvleiki var sera
lítil munur á liðunum. Hálv
leiksstøðan
var
14-13
til
Kyndil, sum var á heimavølli.
Í seinna hálvleiki vóru tað
eykamenninir úr Hoyvík,
sum løgdu bragdligari fyri,
og eitt skifti var H71 á odda
bæði 17-15 og 18-17. Hetta
gjørdi sítt til, at Kyndil valdi
at mansverja garvaða Halgir
Dahl Olesen, sum er ann
ar av venjarunum á besta
liðnum, men spælir við á
næstbesta liðnum. Hendan
mansverjan av 36 ára gomlu
kempuni hevði avgerandi
ávirkan á úrslitið, tí at eftir
mansverjuna kom Kyndil á
odda heili 24-18. At enda vann
Kyndil 24-21 ímóti hoyvíking
unum, sum til dagliga spæla
í næstbestu deildini, men
sanniliga bitu frá sær í dag.
Eisini er vert at nevna, at
bert 17 ára gamli Bartal Klein
Olsen gjørdist toppskjútti
hjá Kyndli. Hann skoraði
sjey mál.
Tað er bara eitt lið, sum hetta kappingarárið hevur fingið
stig við úr Hoyvíkshøllini. Tað er StÍF, sum í tveimum teir
royndum eru farnir avstað aftur við trimum stigum. – Vit
hava altíð havt gott tak á H71, sigur venjarin hjá StÍF
RÆÐAST IKKI
HOYVÍKS
HØLLINA