Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7 ÍTRÓTTUR KÍF stríddi seg til javnleik Í bólki 2 eru KÍF, Neistin, VÍF og Team Klaksvík í bólki saman. Leygarkvøldið tók KÍF ímóti Neistanum. Hesi lið hittust eisini í Kollafirði fyri átta døgum síðani, sunnu­ dagin 10. januar, og tá vann KÍF ein trivaligan sigur, 26- 19. Tað var tó meira veiggj í neista­monnum leygar­ kvøldið. Dysturin var sera tættur, og helst iðrar Neistin seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna. Tá ið átta minuttir vóru eftir var Neistin á odda við heili seks málum, men kortini eydnaðist tað onkursvegna KÍF at fáa úrtøku úr dyst­ inum. Dysturin endaði 26-26. Hálv­leiks­støðan var 12-10 til Neistan.  VÍF knústi Team Klaksvík Í gjár var dystur í Vestmanna, har VÍF tók ímóti Team Klaks­vík. At døma út frá stigata­lvuni í FTZ-deildini, so burdi hetta verið ein av lætt­aru dystunum hjá VÍF, tí at í landskappingini er VÍF á finaluplássi, meðan Team Klaksvík er langt aftast. Klaksvíkingar hava tapt hvønn einasta dyst í hes­um kappingarárinum, og hava teir eisini latið 33 mál inn í miðal fyri hvønn dyst í FTZ- deildini í ár. Í gjár mátti mál­ verjin hjá Team Klaksvík tó væl oftari í málið eftir bólt­ inum enn 33 ferðir. VÍF vann nevniliga dyst­ in við heili 26 málum, 45-19. Hálvleiksstøðan var 26-10 til VÍF. Áki Egilsnes gjørdist toppskjútti hjá VÍF við níggju málum, men toppskjúttin í øllum dystinum var Bogdan Florea hjá Team Klaksvík, ið skoraði 11 mál. 15 ára gomul einaráðandi hjá H71 Tveir dystir eru spældir í steypakappingini hjá kvinn­ um hetta vikuskiftið. Báðir dystir blivu spældir í sama bólki, bólki 2. Coca Cola- steypa­kappingin hjá kvinn­ um telur, júst sum hjá monn­ um, tveir bólkar. Í Vestmanna hittust VÍF H71 - StÍF 21-21 (10-10) H71: Peter Krogh 7, Mark M. Larsen 5, Jónas Djurhuus 4, Hilmar Leon Jakobsen 3, Rúni Højgaard 1 og Helgi Hoydal 1 StÍF: Kjartan Jóhansen 6, Pætur Jóhansen 4, Jógvan G. Joensen 4, Sveinur Justinussen 3, Marius Joensen 3 og Borgar Persson 1 KÍF - Neistin 26-26 (10-12) KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Andrias Nielsen 6, Tony Weyhe 5, Fríði Weyhe 4, Teitur Joensen 2 og Rúni Joensen 1 Neistin: Rói Berg Hansen 9, John í Innistovu 6, Terji Mørk 3, Teis Horn Rasmussen 3, Jugoslav Djumic 2, Andras Joensen 1, Sjúrður Thomassen 1 og Herbjørn Lava 1 Kyndil - H71 II 24-21 (14-13) Kyndil: Bartal Klein Olsen 7, Bjarni Sørensen 5, Josef Abrahamsen 3, David Edvardsen 3, Hørður Fannar Sigtórsson 3, Høgni Klein Olsen 2 og Bárður Johannesen 1 H71: Esbern Patursson 6, Halgir Dahl Olesen 4, Rasmus R. Rasmussen 2, Ólavur Joensen 2, Niklas Højgaard 2, Rani Agnarson 2, Boas Heinesen 1, Djóni Gaard Joensen 1 og Bergur Ákason 1 VÍF - Team Klaksvík 45-19 (26-10) VÍF: Áki Egilsnes 9, Julian Olsen 7, Andrias Eriksen 7, Filip Jojic 6, Nicklas Selvig 6, Hanus Christophersen 5, Sjúrður Olsen 3, Rúni Joensen 1 og Agnar Joensen 1 Team Klaksvík: Bogdan Florea 11, Hanus Norðberg 3, Dánjal Kjærbo 2, Niels Viggo Niclassen 1, Beinir Johannesen 1 og Andrias Ellingsgaard 1 VÍF - H71 33-13 (17-7) VÍF: Agnas Olsen 10, Marianna Holm Jacobsen 7, Anja Lacok 4, Daniella Joensen 3, Beinta Sveinbjørnsdóttir 3, Randi Virgarsdóttir 2, Brynja Rógvadóttir 1, Annika Poulsen 1, Ronja Johannesen 1 og Jórunn Gudmundsen 1 H71: Maria Weyhe 11, Durita Toftum Joensen 2 Kyndil - VB 29-19 (16-8) Kyndil: Turið Arge Samulsen 8, Irena Dam 8, Anna Brimnes 5, Gudrun Restorff Olsen 4, Bára Krossteig Hansen 3 og Bjarta Johansen 1 VB: Danijela Mistric 6, Ingrida Kuodyte 5, Gurið K. Mortensen 5, Una J. Nolsøe 1, Una Egilsdóttir 1 og Helga Kjærbo 1 og H71. Talan var um sann­an elddóp fyri H71, ið til dag­liga spælir í 1. deild, har liðið er á odda í deildini. Felagið hev­ ur ikki havt kvinnulið sein­ astu árini, men nú tykist tað sum, at ferð eis­ini er komin á kvinnuligt hond­bólts­virk­ semi hjá hoyvíkingum.  Sum væntað vann VÍF tó ein trivaligan sigur. Endaligi munurin ímillum liðini bleiv heili 20 mál, tí at VÍF vann heili 33-13. Hálvleiksstøðan var 17-7. Tá ið hugt verður eftir dóm­araseðlinum frá dyst­ inum er tó merkisvert, at bert tveir leikarar skoraðu 13 mál­ini hjá H71. Serliga var tað bara 15 ára gamla Maria Weyhe, ið skaraði framúr í dystinum, tí at hon skoraði heili 11 mál fyri H71. Hin leik­ arin, sum skoraði hini bæði mál­ini fyri H71, er eisini blað­ung. Hon eitur Durita Toftum Joensen og er bert 16 ár. Annars er H71 so at siga bara mannað við ungum leik­ arum, har flestu av teimum eru 18-19 ár, meðan næstan ongin er yvir 20. Kyndil vann trygt Hin dysturin í bólki 2 hjá kvinn­um varð spældur ímill­um Kyndil og VB. Í lands­kapp­ingini er Kyndil nummar tvey og hervið á finalu­plássi, meðan VB er aftast í deildini. Tískil var Kyndil greiður favorittur á heima­vølli. Kyndilskvinnur lótu eiheldur nakran iva vera um, hvar skápið skuldi standa. Kyndil vann heili 29-19, og var hálvleiksstøðan 16-8. Turið Arge Samuelsen og Irena Dam, ið báðar spæla við Kyndli, gjørdust topp­skjútt­ ar við átta málum í part. Myndir: Álvur Haraldsen