mánadagur 18. januar 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
10 LEIKARAR AT
Á hvørjum ári eru tað ungir leikarar, ið nærum sum
óskrivað bløð gera seg galdandi í føroyskum fótbólti
André Olsen
Ungir leikarar, sum flest
øll undan at kappingarárið
byrjaði ikki kendu, men
sum seinni enda sum stórir
profilar í føroyskum fót
bólti. Saman við fakfólkið
hava vit her gjørt ein lista
yvir 10 ungar leikarar, sum
vit meta at hava góðan
møguleika fyri at gald
andi í føroyskum fótbólti í
framtíðini.
Eins og vit gjørdu fyri
einum ári síðani, hava vit
aftur í ár valt at gera ein
lista við 10 ungum leik
arum, sum vit meta hava
góðan møguleika fyri at
gera seg galdandi í føroysk
um fótbólti í framtíðini. Vit
gera hendan listan fyri at
geva okkara lesarum eitt
sindur av kunnleika um
fleiri av ungu og evnaríku
leikarunum í føroyskum
fótbólti.
16-17 ára
gamlir leikarar
Á listanum í fjør vóru
árgangirnir 1997 og 1998
galdandi. Til listan í ár hava
vit valt at tikið árgang 1998
við aftur, umframt at 1999
er nýggjur á listanum.
Vit hava valt hesar
báðar árgangirnar, av teirri
orsøk at allir leikararnir
í hesum árganginum eru
millum 16 og 17 ár, og tískil
eru leikarar sum standa á
gáttini til at fáa seg veru
liga royndar í vaksna
mannafótbólti.
Á listanum eru fimm
leikarar úr hvørjum ár
gangi, og er listin gjørdur í
samráðið við fleiri fakfólk
í føroyska fótbóltsheim
inum.
Ætlanin er at hetta
skal vera afturvendandi á
hvørjum ári, og at árgang
irnir koma at vera 16-17 ára
gamlir føroyskir leikarar,
sum fleiri fótbóltsáhugaðir
føroyingar enn ikki hava
fingið serliga stóran kunn
leika til.
Tað skal viðmerkjast at
býti av leikarunum í blað
num er býtt upp eftir nær
leikararnir eru føddir, og
ikki er nakað yvirlit eftir
styrki.
Sóu fleiri aftur
Frá árinum í fjør sóu vit
fleiri av leikarunum sum
vit høvdu við á listanum,
gjørdu seg galdandi seinni
í kappingarárinum. Heilt
náttúrliga er tað eldri
árgangurin sum ger seg
meira galdandi enn yngri
árgangurin.
Frá
eldra
árganginum
fingu
ikki
færri enn fýra av teimum
fimm leikarunum debut á
U-21 landsliðnum seinni í
fjør.
andre@sosialurin.fo
TEIT JACOBSEN (HB)
Upprunafelag: HB
Føddur: 16-03-1998
Pláss á vøllinum:
Áleypari / Kantur
Fekk í fjør síni fyrstu mál
í Effo-deildini, tá hann á
heimavølli móti EB/Streymi
skeyt tvey mál. Fekk hóast
sín unga aldur lutfalsliga
nógva spælitíð á besta HB
liðnum í fjør, har hann
spældi við í ikki færri enn 13
dystum.
Hevur
stóra
styrki
í
framrættaða spælinum, har
hann bæði kann spæla sum
fremsti
maður
umframt
á kantinum. Er skjótur og
tekniskt sterkur.
Kemur kanska av álvara
at fáa sítt gjøgnumbrot á HB
liðnum komandi kappingar
ár, har felagið hevur framt
eina stóra útskifting í hóp
inum. Er í øllum førum ein
leikari sum tey í HB trúgva
nógv uppá.
PETUR KNUDSEN (NSÍ)
Upprunafelag: NSÍ
Føddur: 24-04-1998
Pláss á vøllinum:
Offensivur miðvallari /
Kantur / Áleypari
Hevði eitt frálíkt kappingar
ár seinasta ár, har hann var
millum lyklaleikararnar á
U-18 liðnum hjá NSÍ sum
vann FM. Harafturat var
hann millum lyklaleikarar
nar á næstbesta liðnum hjá
NSÍ, har hann ikki skeyt
færri enn 17 mál. Byrjaði eis
ini móti endanum av álvara
at snodda til besta liðið hjá
NSÍ, og fær í ár uttan iva ein
meira avgerandi leiklut, av tí
at hann er blivin eitt ár eldri.
Hevur sínar stóru styrkir
í kreativa fótbóltsspælinum,
har hann tekniskt skjýtur
væl við báðum beinum, um
framt at hann hevur eina
ferð, har hann kann seta
menn av. Ein spennandi leik
ari.
JÁKUP B.
ANDREASEN (KÍ)
Upprunafelag: KÍ
Føddur: 31-05-1998
Pláss á vøllinum:
Sentralur miðvallari
Er nýggjur á listanum í mun
til undanfarna ár, tá árgang
ur 1998 eisini var við. Fekk
av álvara sítt gjøgnumbrot
í Effo-deildini farna kapp
ingarár, har hann hóast sín
unga aldur, spældi yvir 1000
minuttir á besta liðnum hjá
KÍ.
Spælir sentralt á miðvøll
inum, har hann er góður til
at fordeila spælið og til at
leggja langar og neyvar av
leveringar. Var kanska mest
eyðsýndi leikarin á Summar
festivalinum í fjør, tá KÍ
vann 2-0 í klassikaranum
móti HB, og skeyt farna
kappingarár ársins flottasta
mál í Effo-deildini.
ADRIAN
JUSTINUSSEN (HB)
Upprunafelag: Víkingur
Føddur: 21-07-1998
Pláss á vøllinum:
Offensivur miðvallari /
Kantur / Áleypari
Fekk í fjør nógva spælitíð á
besta HB liðnum, har hann
spældi omanfyri 1000 min
uttir. Fekk samstundis eisini
sítt fyrsta mál í Effo-deildini,
tá hann á heimadystinum
móti
EB/Streymi
skoraði
fyri HB.
Vísti fleiri ferðir farna
kappingarár at hann hevur
eina eyðsýnda dygd, tá hann
sparkar
deyðbóltar.
Tók
hóast sín unga aldur, fleiri av
fríspørkunum fyri HB.
Hevur sínar styrki í fram
rættaða spælinum, har hann
hevur góðan tekniskan før
leika, umframt gott spæliskil.
Og so hevur hann eisini eitt
framúr gott spark.
Er útfrá evnunum ein
framtíðarleikari í føroyskum
fótbólti, og kann av álvara
fáa sítt gjøgnumbrot á HB
liðnum komandi kappingar
ár. Tað er tó ilt at siga longu
nú, tí Adrian Justinussen
er framvegis ein blaðungur
leikari.
JANUS SVABO
SAMUELSEN
(BRØNDBY IF)
Upprunafelag: 07 Vestur
Føddur: 27-09-1998
Pláss á vøllinum:
Sentralur miðvallari
Er ein evnaríkur føroyskur
leikari, sum dagliga spælir
fyri Brøndby IF í Danmark.
Er ein leikari sum man í
Føroyum ikki kennir so nógv
til, tí at hann sum ungur
fór til Danmarkar at spæla
fótbólt. Er ein skilagóður
og arbeiðssamur sentralur
miðvallari, sum er sterkur
í nærdystinum. Hevur har
afturat eina framdrift, sum
ger hann til ein mestsum
fullkomnan
miðvallara.
Kann fara framvið, og hevur
eitt frálíka gott spark.
Jákup B. Andreasen
Listin frá 2015 var hesin:
Árgangur 1997:
Meinhard E. Olsen (Vendsyssel)
Betuel Hansen (Silkeborg)
Høgni Egilstoft Nielsen (07 Vestur)
Bartal Wardum (HB)
Jákup Thomsen (FC Midtjylland)
Árgangur 1998:
Teit Jacobsen (HB)
Petur Knudsen (NSÍ)
Adrian Justinussen (HB)
Bjarni Petersen (B36)
Janus Svabo Samuelsen (Brøndby IF)