Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7 ÍTRÓTTUR HALDA EYGA VIÐ HANNES AGNARSSON (B36) Upprunafelag: B36 Føddur: 26-02-1999 Pláss á vøllinum: Offensivur miðvallari / Kantur Hannes Agnarsson er ein ungur og evnaríkur leikari, sum tey í B36 vænta sær nógv av. Er álopssinnaður leik­ari, sum kann spæla á offen­siva miðvøllinum ella í síð­unum. Er ein skjótur og skap­andi leikari, sum er góður til at bjóða av. Hevur sínar styrkir í at skapa kjans­ ir og at gera mál. Er byrj­aður at snodda til besta liðið hjá B36, men eigur enn til góðar at fáa sínar fyrstu minuttir. MÓRITS HEINI MORTENSEN (NSÍ) Upprunafelag: NSÍ Føddur: 25-03-1999 Pláss á vøllinum: Sentralur miðvallari Er ein ungur og evnaríkur mið­vallari, sum í fjør var mill­um lyklaleikararnar á U-16 lið­num hjá NSÍ sum vann greipuna. Spælir sentralt á mið­vøll­ inum, og hevur sínar styrkir í nærdystunum, umframt at hann hevur eina orku sum ger hann kann arbeiða frá felt til felt sum miðvallari. Hevur gott spæliskil sum mið­vallari, og er ein leikari sum man í NSÍ roknar nógv av í framtíðini. SVEIN KNÚT VESTURDAL MAGNUSSEN (VEJLE BK) Upprunafelag: Føddur: 26-03-1999 Pláss á vøllinum: Miðverji -Sentralur miðvallari Er ein leikari, sum fót­bólts­ áhugaðir føroyingar enn ikki kenna nógv til. Hevur spælt mestsum alla karrieruna í Danmark, har hann í løtuni umboðar Vejle. Spælir sentralt á mið­vøll­ inum, men kann eisini spæla sum miðverji. Er meira ein defensivur miðvallari enn ein offensivur, og er sera sterk­ur í nærdystunum. Var farna kappingarár lið­skip­ ari á U-17 landsliðnum hjá Føroy­um, og er sonur til fyrr­ ver­andi føroyska lands­liðs­ leik­aran, Bergur Magnussen, ARNBJØRN SVENSSON (VÍKINGUR) Upprunafelag: Víkingur Føddur: 01-07-1999 Pláss á vøllinum: Sentralur miðvallari Ein ungur og evnaríkur mið­ vallari, sum í ár veru­liga flytir upp at spæla vaksna­ manna­fótbólt. Er tekniskt væl fyri, og hevur gott eyga fyri spæl­inum. Spælir sum sentralur mið­ vallari, har stóru styrkirnar liggja í yvirblikkinum fyri spæl­inum, umframt at hann hevur eitt gott skot, soleiðis at hann er ein málfarligur mið­vallari. Var farna kappingarár ein týdningarmikil leikari á U-17 landsliðnum, og er ein leikari sum vit um nøk­ur ár vænt­ andi koma at síggja meira til í føroyskum fót­bólti. PETUR Í TÚNI PETERSEN (VÍKINGUR) Upprunafelag: B68 Føddur: 20-09-1999 Pláss á vøllinum: Verjuleikari Ein ungur og evnaríkur verju­leikari, sum fyri gott og væl tveimum árum síðani skifti frá B68 til Víking at spæla fótbólt. Petur í Túni Petersen hev­ ur seinastu tvey kapp­ingar­ árini verið fastur part­ur av før­oyska U-17 lands­lið­num. Hevur sínar styrkir í tí defensiva partinum av spæl­ inum, har hann spælir í verj­ uni. Er ein skjótur og ágrýtin verjuleikari, ið ikki smæðist burtur í nærdystunum. Fylti seint í fjør 16 ár, og eigur enn til góðar at spæla sín fyrsta dyst í vaksnamannafót­bólti. andre@sosialurin.fo Adrian Justinussen Mórits Heini Mortensen Arnbjørn Svensson Petur í Túni Petersen