Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Í fjør endaði ein venjingardystur millum Víking og HB sum harðskapsmál. Málið endaði í rættinum, tí Hans Jørgen Djurhuus sló Poul Ingason. Torir tú at spæla venjingardystir í ár, Hans Jørgen? Ja, tað er ein góður spuringurin. Tann betingaði dómurin stendur við enn, so eg veit ikki um eg tori. Heilt seriøst, meinar tú tað? Haha! Nei, eg ætlaði mær at spæla teir venjingardystirnar, sum eg verið biðin um at spæla, uttan at fara í eina takling. Nei, tað passar heldur ikki, eg fari at spæla mítt spæl – eisini í venjingardystunum. Tit skulu eisini spæla venjingardyst móti HB, hvussu verður tað? Nú haldi eg, at Poul Ingason hevur lært, at hann ikki skal skumpa meg! Nei, nú skemti eg aftur. Vit tóku í hondina á hvørjum øðrum. Hatta er er farið og hendir ikki aftur. Eg havi lært av hendingini Hvat var hæddarpunktið í 2015? Tað var seinna hálvfinalan móti B36 í steypakappingin, tá vit vendi einum 1-0 tapi á heimavølli, til ein samlaðan sigur á meistarunum. Eg vildi ynkst, at eg kundi sagt steypafinalan sjálv, men eg var ikki við, tí eg var skaddur. Hvat er málið fyri 2016? FM – einki annað. trondur@sosialurin.fo Vikan ið fór Lionel Messi vinnur FIFA Ballon d’Or gullbóltin fyri fimtu ferð. Tað er met. Cristiano Ronaldo blívur nummar tvey, frammanfyri Neymar Jr B36 ger sáttmála við Sebastian Pingel, sum hevur verið og royndarvand. KÍ ger eisini sáttmála við serbiska Semir Hadzibulic, sum skal styrkja um miðvøllin Sonni Ragnar Nattestad hevur endiliga fingið nýtt felag. Hann skal komandi tvey árini spæla við FH í Íslandi. Hann verður sostatt liðfelagi við føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, boðar frá, at liðskipararnir ikki sleppa at spæla við liðskiparabandi, sum stular LGBT. Liðskiparin hjá svenska hondbóltslandsliðnum, Tobias Karlsson var annars fyrstur úti við hugskotinum um, at hann ætlaði at hava eitt liðskiparaband, sum hevði LGBT litirnar ...við ítróttinum ÍTRÓTTAR UMMÆLI 5 SKJÓTIR Hetta er dokumentarurin um ein tann mest sermerkta dagin í amerikanskari ítróttarsøgu. Dokumentarurin fylgir seks hendingum, sum allar renna saman tann 17.juli 1994. Fimm ítróttarhendingum, og eini hending, sum ferðiast kring allan heimin. Ein av bestu, drúgvastu og mest elskaði golfspælarin í søgu­ ni, Arnold Palmer, spælir síni seinastu hol í US Open nakran­tíð. Golf-heimurin fylgir hvørjum feti, nú Arnold Palmer fyri seinastu ferð er við í US Open. Sama dag er stórt hátíðar­ hald á Soldier Field í Chicago, har HM í fótbólti verður sett. Millum kendu løturnar er, tá Diana Ross ikki rakar málið úr trimum metrum. Forsetin í USA um hetta mundið, Bill Clinton, er við til setanan. Í New York eru íshokky fjepparar frá sær sjálvum. Fyri fyrstu ferð í 54 ár hevur tað eydnast New York Rangers at vinna Stanley Cup steypið. Í gøtunum er stórur fagnaður fyri spælarunum. Í kurvabólti er fimti dysturin í NBA finlauni millum Houston Rockets og New York Knicks. Finaluserian endar ikki hendan dagin, men dysturin hevur stóran áhuga millum fólk. Í baseball megnar Ken Griffey Jr at útjavna metið hjá kenda Babe Ruth við 30 »home runs« áðrenn 30. juni í einum kappingar­ári. Størsta hendingin hendan dagin er tó, at løgreglan eltir amerikanska fótbóltsspælaran, O.J. Simpson, sum er undir ill­ gruna at hava dripið fyrrverandi konuna og ein kenning hjá henni. Hetta er ein ferðmikil doku­ mentar­ur við øllum myndun­ um, sum tú kanst ynskja tær frá hendingunum. Tú verður sendur aftur og fram millum hendingarnar, men uttan at missa yvirlitið yvir hendingarnar. HYGGJA EFTIR HONUM UM: Tú hevur nakran sum áhuga fyri O.J. Simpson, ella summarið 1994 sigur tær nakað IKKI HYGGJA EFTIR HONUM: 1994 og O. J. Simpson einki sigur tær, og tú skal sita og skrolla á fartelefonini alíkavæl HVUSSU ER DOKUMENTARURIN AT HYGGJA EFTIR: Ferðmikil dokumentarur, har nógv hendir í senn. Okkurt er meiri spennandi enn annað, men tú kenðir teg ikki. HVAT SIGUR TÚ? Minnist tú O. J. Simpson? Ella kanska hevur tú eitt gott minni frá Hm 1994? So er hetta avgjørt vert at hyggja eftir. Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... ★★★★★★ FAKTA Dokumentarurin er ein partur av eini dokumentarrøð hjá ESPN, sum eitur “30 for 30” í samband við at ESPN fyllir 30 ár. Samanlagt eru gjørdir yvir hundrað dokumentarar í hesum samanhanginum Petur Mittún, venjari hjá H71, etir 21-21 javnleikin móti StÍF í steypakappingini Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, iðrar seg um tapið móti Manchester United í gjár – Eg angri meg um pill-etandi- hamrandi býttar útvísingar – Vit høvdu meira av øllum, men hava einki Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Hans Jørgen Djurhuus Aldur: 37 Ítróttur: Fótbóltur Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 .Nær er HB sett á stovn? 2 HB hevur útlending til royndarvenjing, men hvar er hann frá? 3 Hvussu eitur ungi svimjarin, sum tann fyrst nakrantíð sett met í langgeil í Føroyum í Páls Høll? 4 Tann fyrsta av fýra Grand Slam tennis-kappingunum byrjar í næstum. Hvør er kappingin? 5 Hvør er verandi steypavinnari hjá monnum í hondbólti? 6 Hvør er verandi stypavinnari hjá kvinnum í hondbólti? 7 Hvussu eitur nýggja felagið hjá Sonna Ragnar Nattestad? 8 Hvør er viðkomandi á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: 1904 2: Póllandi 3: Sára Ryggshamar Nysted 4: Australien Open 5: VÍF 6: Neistin 7: FH 8: Vivian Joensen Dokumentarurin: 17. juli, 1994