mánadagur 18. januar 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. januar 2016 · Nr. 7
ÍTRÓTTUR
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Tað er framvegis óvist um nakað spyrst burturúr
royndarvenjingini hjá Jóan Símuni Edmundsson í
týska Arminia Bielefeld. Tað er eisini langt á mál,
frá at skiftið kemur upp á tal til Jóan Símun spælir í
týskum fótbólti.
Eg vil tó siga, at um hetta skiftið – ella eitt líknandi
skifti – kemur upp á tal, so er talan um eitt
signalskifti fyri føroyskan fótbólt. Ja, vit hava havt
spælarar í feløgum sum Arsenal, Manchester City og
Everton, men tá hevur talan í stóran mun verið um
ungar spælarar ella ”back up” spælarar.
Í løtuni bíða vit eftir, at ein føroyskur spælarar tekur
næsta stóra fetið. Vit hava flutt okkum langt, nú vit
hava fleiri spælarar í oddinum í næstbestu deildini
í Danmark. Brandur H. Olsen og Gilli Sørensen hava
eisini spælt leiklutir í Superliguni.
Komandi stóra fetið er at sleppa úr norðurlendskum
fótbólti, har vit hava havt spælarar í bestu
deildunum fyrr eisini. Her haldi eg, at eitt skifti til
eitt felag sum Arminia Bielefeld er tað stigið.
Nú eru vit komin so langt, at sjálvt týskur fótbóltur
er upp á tal. Fara vit nøkur ár aftur, so fegnaðust vit,
tá vit áttu ein spælara í næstbestu deildini. Tað var
nærmast garanti fyri føstum plássi á landsliðnum.
Soleiðis verður ikki komandi árini. Nú skal meiri til.
Formansfundur í dag
Í kvøld verður formansfundur í
fótbóltssambandinum. Millum málini, sum eru á
skrá er samhaldsskipanin, sum var til umrøðu í
ÍtróttarSosialinum í farnu viku.
Síðani blaðið kom á gøturnar hevur millum annað
B36 vent sær til okkum. Í greinini stóð, at B36, HB og
NSÍ taka undir við uppskotinum. Feløgini taka við
eini skipan, men ynskja at gera ávísar broytingar.
Sum skilst, so eru øll feløgini samd um, at tað er ov
lítil munur á at blíva nummar fýra og fimm. Eisini
er eitt ynski, at FM vinnarin skal gjalda lutfaldsliga
meiri, tí upphæddin er so stór í mun til hini.
Somuleiðis halda tey fýra Evropa-feløgini seinnu
tvey árini, at hini feløgini, sum fáa lut í pengunum,
eisini skulu lúka somu treytir sum eitt Evropa-felag
skal. Tað fylgja strangar mannagongdir við at fáa
pengar frá UEFA
Jóan Símun
í Bielefeld
Ítróttar
KLUMMAN
Tróndur Arge
BIELEFELD LATA
VÆL AT JÓAN SÍMUN
Jóan Símun Edmundsson
er aftur í Vejle, eftir at hann
hevur verið og royndarvant
við
Arminia
Bielefeld,
sum spælir í næstbestu
deildini í Týsklandi. Jóan
Símun vandi við og spældi
eisini ein hálvleik í einum
venjingardysti. Sjálvur er
toftamaðurin
fegin
um
royndirnar
hann
hevur
fingið.
– Tað var ógvuliga gev
andi og læruríkt at sleppa
at royna eina aðra fótbólts
mentan, enn tær, sum eg
havi roynt áður, sigur Jóan
Símun Edmundsson.
Sjálvur hevur Jóan Símun
eitt ynski um at spæla á
hægri stigi, enn hann ger í
løtuni í Vejle, sum tó hevur
møguleikan at flyta upp í
Superliguna. Tað er bara
ikki vist, at tað er nokk fyri
føroyska landsliðsáleyparin.
– Tað hevði verið ein
dreymur at fingið møgu
leikan í Arminia, sigur Jóan
Símun, sum tó er aftur í
Vejle, har hann eisini er
sinnaður at herja á, um tað
ikki verður ein møguleiki.
– Eg vænti, at eg hevði
ment meg nógv sum spælara
í Arminia Bielefeld, sigur
toftamaðurin.
Venjarin
hjá
Arminia
Bielefeld er 57 ára gamli
Norbert
Meier,
sum
er
fyrrverandi týskur landsliðs
spælari. Hann sigur við
týskar miðlar, at hann letur
væl at Jóan Símuni, men
tað er óvist um teir gera ein
roynd at fáa toftamannin á
liðið.
Arminia eitt stórt felag
Jóan Símun Edmundsson
hevur fyrr roynt at spælt í
stórum feløgunum, og tað
er ein motivatión. Í hesum
førinum er talan um eitt
felag, sum er stórt, men tó
ikki eins stórt og Newcastle.
– Newcastle er eitt størri
felag, men teir hava 20
túsund áskoðarar í meðal
til hvønn heimadyst. Leik
vøllurin er flottur, hava
góðar
venjingarumstøður,
og tað er stórur áhugi runt
um felagið, so tað er eitt
stórt felag, sigur Jóan Símun
Edmundsson við Sosialin.
trondur@sosialurin.fo
www.fif.fo:
Vegna kava á Bíggjarvegnum, varð longu fríggjadagin avrátt at flyta
renniteinin til Sørvágs, har betri bar til at renna á saltaðu vegunum har
www.b36.fo:
Samráðingar, sum nú eru komnar á mál, og tað merkir, at vit hava styrkt
álopspartin við Sebastian Pingel
www.h71.fo:
Hetta er ein Show-dagur burturav, og nú er dekan ov long tíð fráliðin, síðani
vit seinast vóru í slíkari finalu. Seinast var við næstbesta liðnum, og tá var
tað ímóti bláa Miklagarðsliðnum
www.stif.fo:
Konan sigur, eg eri sum ein fluga, tí eg surri so nógv uppi í dómarunum. Og
eg kann slanga mær allastanis
HEIMASÍÐURNAR SKRIVA: