mikudagur 18. august 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 155 - 18. august 2004
Nr. 155 - 18. august 2004
19
Leygardagurin í
Klaksvík byrjaði sum
allir aðrir. Men kort-
ini ikki. Summarfesti-
valur var í býnum, og
stórt morgunmatar-
borð var eftir Biskop-
støgøtu. Stúgvandi
fult av fólki hittust til
tónleik, prát og kaffi
við rundstykkjum og
øðrum
SUMMAR
FESTIVALUR 04
Orð: Solby A. Eliasen,
solby@sosialurin.fo,
Myndir: Jan Müller
Klaksvík: Við góða veðri-
num allan vikuna undan
Summarfestivalinum
í
Klaksvík var tað ikki sørt,
at summi høvdu hug at vera
eitt sindur vónbrotin av, at
sólin ikki skein leygar-
morgunin. Mjørkin hekk
har nakað niður á fjøllini,
og tað var munandi kaldari.
Hetta helt tó ikki fólki aftur
at koma til hugnaliga
morgunmatarborðhaldið á
Biskopstøgøtu.
Hvussu
mong tey mundu vera í tali,
er ilt at siga, men Biskops-
tøgøta var longu frá klokk-
an tíggju á morgni stúgv-
andi full av fólki.
Tað var Norðoya Spari-
kassi, sum bjóðaði morg-
unmat í sambandi við, at
peningastovnurin fyllir 85
ár, og var stovnurin somu-
leiðis høvuðsstuðul hjá
festivalinum. Stjórin Eyð-
finn Reyðberg helt eina
røðu til morgunmatin, har
hann millum annað kom
inn á hetta, at stovnurin
hevði allatíðina trúð upp á
tiltakið.
Ein familjuløta
Hann boðaði somuleiðis
frá, at gávugrunnurin hjá
stovninum í ár fer at lata
250.000 krónur í part til
leguhúsini ávíkavist í Nes-
vík og Zarepta.Tónleikur
var somuleiðis framførdur
á pallinum, har bæði lokalir
og aðrir tónleikarar fram-
førdu.
Petsy Tvørfoss, Gunnar
Mikkelsen, Mása Trónd-
heim, Brandur Enni, og
onnur undirhildu á palli-
num, og fólk hugnaðu sær
óført í milda veðrinum.
Borð vórðu sett upp
ymsastaðni við peninga-
stovnin og við Vágsbø, og
tey blivu upptikin beinan-
vegin.
Morgunmatarborðhaldið
endaði um middagsleitið,
og síðani var ein lítil steðg-
ur, um ein kann kalla tað
so, inntil tiltøkini byrjaðu
aftur klokkan trý.
Klokkan trý lupu Trølla
Pætur og omman út úr tyrl-
uni í fallskíggja. Angela og
Hannibal undirhildu á stóra
palli, og hendan løtan man
seint fara í gloymibókina
hjá bæði børnum og vaksn-
um. Erling politistur var
somuleiðis á pallinum, og
tá omman og Trølla Pætur
vóru komin fyri seg eftir
lufttúrin, komu tey á pallin
at rokka.
Hesa løtuna var sera heitt
á Vágsbøi, og festivalhýr-
urin var perfektur, beint
áðrenn konsertirnar byrj-
aðu.
Einir 4.-5.000 koppar av kaffi vórðu gjørdir leygarmorgunin
Børn og vaksin hugnaðu sær óført leygarmorgunin
Nakað fyri øll var á festivalinum, og góða veðrið gjørdi sítt til, at alt sum krúpa
kundi legði sær leiðina til morgunmatin hjá Norðoya Sparikassa
Jóhan Páll Joensen og Jørn Astrup tóku sær eisini av løttum hendan morgunin
Børn, vaksin, ung, gomul, ja enntá hundar vóru til morgunmatin hjá Norðoya
Sparikassa
Sum skilst hevði løgreglan ikki nógvar trupulleikar at taka sær av á festivalinum
Túnatos yvir ein góðan kaffimunn
Smáu borðini á økinum vórðu dúgliga nýtt allan dagin og vóru eitt gott íkast til hugnan
Jógvan Heinesen, hotellkokkur, grillaði ikki færri enn 500 búffar leygardagin
C
M
Y
K
19
18