mikudagur 18. august 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 18. august 2004
21
Eitt umfar manglaði
Í samband við stóru lesarakappingina, har møguleiki er at vinna eina ferð til dyst
millum Manchester United og Liverpool, var eitt mistak komið fyri í leygardags-
blaðnum. Her hendi tað nevnliga, at spurningar vóru teir somu, sum vóru prentaðir í
fríggjadagsblaðnum.
Sostatt eru nógvir lesarar, sum nú halda seg mangla spurningarnar til fjórða umfar í
kappingini. Fyri at fáa rættlag í aftur kappingina, verða spurningarnir fyri fjórða
umfarið tí prentaðir niðanfyri.
Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar.
-jm
Rættleiðing
Í grein í blaðnum í gjár
um gallaveitsluna fyri
kappróðrarfólk,
varð
sagt, at veitslan varð
hildin á Hotel Føroyum.
Hetta var sjálvandi ikki
rætt. Veitslan varð hildin
í Ítróttarhøllini á Hálsi í
Havn.
-jm
Ósamdir klaksvíkingar
Síðani tíðindini um vænt-
andi dystin millum AB og
KÍ bórust, hevur verið tos-
að dúgliga um, hvørjar av-
leiðingar hetta kann fáa fyri
kappingina.
Enn hevur kappingar-
nevndin ikki tikið støðu í
málinum, men soleiðis sum
málið nú fyriliggur, eru
allir møguleikar enn opnir.
Bleytasta niðurstøðan í
málinum er her, at nýggjur
dystur verður ásettur mill-
um feløgini, meðan talan í
harðasta føri kann gerast
um at tveita KÍ úr kapping-
ini.
Til stuttleikar, so hava vit
spælt okkum eitt sindur við
hesum seinasta møguleik-
anum fyri at vita, hvørjar
ítróttarligar avleiðingar eitt
slíkt stig vildi fyri kapp-
ingina í aðru deild.
Niðanfyri hava vit sett
møguliga broyttu støðuna í
aðru deild upp, og her
framgongur, at tað í løtuni
er B71, sum fær størsta
fyrimunin við eini slíkari
broyting. Sandoyingar vóru
nevnliga fyri tapi, tá teir
vitjaðu í Klaksvík fyrr í ár.
Sama stað leikti AB javnt,
so hóast teir í broyttu støð-
uni detta av øðrum niður á
triðja pláss, so vildi hetta
verið við einum dysti færri
enn B71 opg TB.
Sostatt tykist TB vera
liðið, sum – umframt KÍ –
stendur seg ringast við
hesum møguleikanum. Teir
hava nevnliga sum tað ein-
asta av oddaliðunum fingið
fult ímóti KÍ, og tí vildu teir
mist oddasessin í deildini.
-jm
Í Klaksvík viilja tey
ikki uttan víðari hava
sitandi á sær, at teir
bara lótu vera við at
møta upp til dystin,
sum skuldi spælast
móti AB leygardagin
AB-KÍ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tvørturímóti siga tey í KÍ,
at har er nógv gjørt, til tess
at fáa dystin avgreiddan á
besta ítróttarligan hátt.
Her eru boðini, at tað frá
fyrstan tíð var ætlanin, at
dysturin skuldi spælast
sunnudagin. Hetta tí AB
seinasta vikuskifti hevði
fótbóltskapping, og at tað tí
varð mett sum ivasamt,
hvørt vøllurin var tøkur
leygardagin. Hetta fekk KÍ
skrivlig boð um longu í juni
mánaði.
Ikki fyrr enn týsdagin í
farnu viku fekk KÍ boð um,
at AB kortini vildi hava
dystin leiktan leygardag.
Og tíðarfestingin var nú
tann ringast hugsandi hjá
KÍ.
Nevnliga
klokkan
18.00.
Klaksvíkingar siga, at
teir síðani uttan úrslit
royndu at broyta tíðarfest-
ingina, soleiðis at dysturin
kundi spæla fyrr um dagin,
men hetta vildi AB ikki. At
enda stóð tað venjaranum
hjá KÍ greitt, at tað ikki bar
til hjá teimum at manna lið,
og tí vórðu boðini um av-
lýsing send AB á faxi.
Trupulleikin hjá KÍ í
málinum tykist sostatt vera,
at tann broytingin, sum tey
hildu var galdandi fyri
dystin, ikki er fráboðað
Fótbóltssambandinum.
Kappingarreglurnar fyri
fótbólt staðfesta, at tá
kappingarskráin er løgd,
kann hendan bert verða
broytt av FSF. Tað plagar
vanliga ikki at vera nakar
trupulleiki, um feløg semj-
ast um at flyta dyst, og síð-
ani boða FSF frá hesum,
men eingin slík fráboðan er
komin til FSF í hesum før-
inum. Í aðrar mátar – altso
so leingi sum dagfestingin
er í samsvari við kapping-
arskipanina – er tað heima-
liðið, sum ásetur klokku-
tíðina fyri dystin, tó treytað
av, at hesin ikki verður
leiktur í kirkjutíð.
Tí er einki ivamál um, at
AB hevði fullan rætt at seta
dystin á skránna kl. 18
leygardagin. Samstundis
stendur tó greitt, at KÍ fram
til týsdagin í farnu viku helt
seg hava eina skrá, sum
segði, at dysturin skuldi
spælast sunnudag.
Tað eru so lutirnir, sum
kappingarnevndin má fyri-
halda seg til, og so er
spurningurin, hvørja støðu
hon kemur til í málinum.
Støðan, 2. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 TB
11
8
-
0
-
3
33
15
18
24
2 AB*
11
7
-
2
-
2
18
13
5
23
3 B71
11
7
-
1
-
3
33
24
9
22
4 Royn
11
6
-
0
-
5
26
25
1
18
5 FSV
11
5
-
2
-
4
39
22
17
17
6 Sumba
11
4
-
3
-
4
17
20
-3
15
7 LÍF
11
3
-
3
-
5
18
24
-6
12
8 B36
11
3
-
2
-
6
15
32
-17
11
9 KÍ*
11
2
-
3
-
6
21
26
-5
9
10 VB
11
0
-
4
-
7
9
28
-19
4
*) Í stigatalvuni her er roknað við, at AB vinnur dystin móti KÍ 0-0
Støðan, um dystir hjá KÍ telja við
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 B71
10
7
-
1
-
2
30
20
10
22
2 TB
10
7
-
0
-
3
29
14
15
21
3 AB
9
6
-
1
-
2
16
11
5
19
4 FSV
10
5
-
1
-
4
35
18
17
16
5 Royn
10
5
-
0
-
5
22
22
0
15
6 Sumba
10
3
-
3
-
4
15
19
-4
12
7 LÍF
10
3
-
2
-
5
17
23
-6
11
8 B36
9
1
-
2
-
6
9
28
-19
5
9 VB
10
0
-
4
-
6
9
27
-18
4
10 KÍ
0
0
-
0
-
0
0
0
0
0
Hypotesur
21
Umframt at Todi
Jónsson er afturkom-
in, eigur tað at vera
upplagt at flyta topp-
skjúttarnar í lands-
kappingini eitt stig
longri fram, enn teir
higartil hava verið
FØROYAR-MALTA
Jóannes Hansen
Tað er synd at siga, at tað
hevur verið í framrættaða
partinum, at tyngdin í før-
oyska landsliðnum hevur
verið størst. Síðani fyrstu
FIFA royndina fyri sekstan
árum síðani er er nakað
broytt. Nógvu tey fyrstu
árini var tað ein bardagi og
og kring føroyska brotsteig-
in fyri at byrgja fyri. Seinnu
árini hevur spælið verið
betri, og føroysku spælarar-
nir hava torað betri at bjóða
seg til, men tað hevur verið
sjón fyri søgn, at tyngdin
og broddurin í álopsspælin-
um hava ikki verið nakað at
reypa av.
Nú tykjast møguleikarnir
fyri meiri tyngd í álopspart-
inum at vera betri, enn teir
hava verið. Hetta er áhuga-
vert, og samstundis ber tað
spurningar við sær til venj-
aran, hvussu hann skal fara
til verka. Dysturin ímóti
Malta má metast sum fyrsti
og síðsti møguleikin at fyri-
reika seg til útidystin í
Sveis og heimadystin ímóti
Fraklandi. Men samstundis
er mótstøðuliðið á Svanga-
skarði í kvøld av sovornum
slagi, at tað er upplagt, at
Føroyar fara at royna at seta
dagsskránna. Tað vil við
øðrum orðum vera við til at
seta dagsskránna.
Nýggju møguleikarnir
Todi Jónsson er eftir steðg í
meiri enn trý ár aftur á
landsliðnum. Tað er í sær
sjálvum rættuliga spenn-
andi, og ivaleyst økir tað
um trúnna millum hinar
spælararnar um, at tað
eigur at bera til at spæla á
mótstøðuhálvuni.
– Eg gleði meg at vera
aftur
á
landsliðnum.
Summar av liðfeløgunum
havi eg spælt saman við,
men har eru eisini onkrir
nýggir, sum eg ikki havi
spælt saman við, sigur Todi
Jónsson. Hann heldur seg
vera væl fyri, men hann
hevur ikki verið á FCK
liðnum síðstu ferðirnar. Um
og hvussu hetta ávirkar
dystarførleikan, fæst at
síggja í kvøld.
Eingin ivi kann vera um,
at Todi verður annar álops-
spælarin. Spurningurin er,
hvør verður undir liðini á
honum. John Petersen er
tann, sum fyrst rennur í
hugan. Hann hevur í flestu
av sínum mongu landsdyst-
um verið álopsspælari, og
hann er framvegis eitt gott
boð. Men nú eru tað eisini
aðrir møguleikar, sum tað
hevði
verið
rættuliga
áhugavert at roynt.
Rógvi Jacobsen hevur
higartil í ár verið álops-
spælari á meistaraliðnum,
og hann eigur sín stóra lut í,
at HB er sannførandi odda-
lið. Rógvi hevur skorað
níggju mál og er toppskjútti
í landskappingini. Sjey ella
átta av málunum hevur
hann skorað við høvdinum.
Hóast hann á landsliðnum
so at siga bara hevur verið
miðvallari í vinstru, hevur
hann eisini á landsliðnum
skorað við høvdinum. Tað
hevði verið spennandi á
landsliðnum at sæð Rógva
undir liðini á Toda. Um inn-
leggini frá Jákupi á Borg í
høgru og úr vinstru verða
kvalifiserað, hevði Rógvi
havt góðar møguleikar at
roynt við høvdinum ímóti
málinum og ikki minst við
høvdinum at stýrt bóltinum
til Toda Jónsson.
Hevur tú hugsað um, at
tú hesa ferð kanska fer at
fáa møguleikan í álopin-
um?
– Tað havi eg ikki. Eg
havi verið 25 ferðir á lands-
liðnum. Tað er bara síðsta
árið, at eg havi verið mill-
um teir fyrstu ellivu. Um
venjarin heldur, at eg skal
vera við ímóti Malta, so
verði eg fegin um tað. Á
útivølli ímóti Kekkia varð
eg skiftur inn í álopið, men
annars havi eg so at siga
bara verið miðvallari. Men
eg hevði einki havt ímóti at
fingið møguleikan undir
liðini á Toda Jónsson í
álopinum. Men har eru
nógvir um boðið, staðfestir
Rógvi Jacobsen.
Súni er skarprættari
Sum omanfyri nevnt, so
hevur Rógvi Jacobsen fyri
tað mesta verið miðvallari í
vinstra borði. Um venjarin
velur at flyta Rógva fram í
fremstu røð, so verður
næsti spurningurin, hvør so
skal spæla í miðvallar-
plássinum í vinstru.
Á miðvøllinum eru nógv-
ir um boðið. Nú Julian
Johnsson og Fróði Benja-
minsen eru tøkir, eru teir
favorittar til sentralu mið-
vallarplássini, sum teir so
leingi hava so at siga átt
patent uppá, og Jákup á
Borg hevur leingi verið
meiri ella minni sjálvskriv-
aður í høgra borði. Aðrir
miðvallarar eru eitt nú Atli
Danielsen og Jann Ingi
Petersen, og bæði Andrew
av Fløtum og Hjalgrím
Elttør hava ofta verið mið-
vallarar í vinstru.
Mest spennandi royndin
hevði kortini verið, um
venjarin hesa ferð hevði
valt at flutt Súna Olsen eitt
stig fram.Higartil hevur
hann bara verið vongverji á
landsliðnum.
– Eg havi ikki hugsað um
hatta. Tað er mær ein heiður
at spæla fyri Føroyar. Um
venjarin sigur, at eg skal
vera vongverji, so spæli eg
har. Um hann sigur, at eg
skal vera á miðvøllinum, so
hevði tað verið spennandi,
sigur Súni Olsen.
Í landskappingini er Súni
Olsen eitt nú saman við
Rógva
Jacobsen
topp-
skjútti. Av teimum níggju
málunum, sum Súni hevur
skorað, hevur hann fingið
tey átta í fýra teimum sein-
astu royndunum. Á GÍ liðn-
um hevur hann verið sentr-
alur miðvallari og fram-
rættaður miðvallari ella
hangandi álopsspælari.
– Jú, tað hevur gingið
væl hjá GÍ, og eg havi verið
heppin at fáa fleiri mál
síðstu vikurnar. Men, sum
áður sagt, so taki eg við
avbjóðingini, sum venjarin
gevur mær, um hann held-
ur, at eg skal vera á liðnum
í kvøld, staðfestir Súni
Olsen.
Spennandi lið
Tað kann væl vera, at
venjarin velur at Rógvi skal
vera á miðvøllinum, og at
Súni skal vera á vongverj-
anum. Men um hann velur
at royna møguleikan, sum
er nevndur omanfyri, so er
síðsti spuringurin, hvør so
skal
vera
vongverji
í
vinstru. Her eru ikki so
nógvir møguleikar. Pól
Thorsteinsson hevur havt
hesa ódnina tvær ferðir.
Tær ferðirnar hava víst, at
Pól hoyrir heima í mið-
verjuni ella í høgra borði.
Hin møguleikin er, at
Johan Byrial Hansen verð-
ur vinstri vongverji. Tað
hevur hann roynt fleiri
ferðir, og tað hevði kanska
ikki verið so býtt at havt so
at siga ein orduligan verju-
spælara í hesum plássinum,
um Súni fekk møguleikan
longri frammi.
Hetta liðið hevði ikki
verið so galið at sæð í
kvøld: Jens Martin Knud-
sen - Pól Thorsteinsson, Óli
Johannesen, Jón Rói Jacob-
sen, John B. Hansen - Ják-
up á Borg, Fróði Benjamin-
sen, Julian Johnsson, Súni
Olsen, Rógvi Jacobsen,
Todi Jónsson.
Sera spennandi uppstill-
ing. Men John Petersen og
Jann Ingi Petersen hava
verið fastir menn á liðnum
nógvu tær seinastu ferðir-
nar. Landsliðsvenjarin hev-
ur við øðrum orðum ein
positivan trupulleika, og
tað er ikki so galið!
Nr. 155 • mikudagur • 18. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Trongligt frammarlaga
á vøllinum
Súni Olsen hevði einki havt ímóti, um hann í dag fekk møguleikan longur frammi á vøllinum,
men hann staðfestir, at hann spælir, har sum venjarin heldur seg gera størstu nyttuna0
B36
kærir
leik-
bann
Einki er at ivast í, at tað
tók fast hjá B36, at teir
um vikuskiftið taptu 2-0
fyri GÍ.
Fyrst og fremst, tí sein-
asti møguleikin at vinna
seg heilt fram í oddin
ivaleyst fór við hesum,
men eisini tí tey í árs-
talsfelagnum hildu seg
verða snýtt, tá dómarin
fyrst dømdi brotsspark
og síðani rak B36-mál-
verjan av vøllinum, tá
ikki meira enn lítið kort-
er var farið av dystinum.
Hetta seinasta hevur nú
eisini viðført, at B36 fer
at kæra um reyða kortið,
sum málverjin fekk.
Kristian á Neystabø,
formaður í B36, váttar,
at teir hava sent kæru
inn, men hann undir-
strikar, at teir ikki ætla
at broyta nakað um úr-
slitið av dystinum, men
at teir einans vilja hava
leikbannið hjá málverj-
anum strikað.
– Formaðurin í kapp-
ingarnevndini hevur áð-
ur reist spurningin um at
nýta video-upptøkur. Tí
hava vit eina vón um, at
kæran kann geva úrslit.
Videoupptøkurnar sýna
heilt greitt, at talan var
ikki um brotsspark, og
hóast dómarin dømir, so
eigur talan heldur ikki at
vera um reytt kort. Hetta
tí álopsleikarin ikki
hevði beina kós móti
málinum. Tí vilja vit
hava, at málverjin hjá
okkum skal reinsast,
sigur B36-formaðurin.
-jm
C
M
Y
K
20