mikudagur 18. august 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 18. august 2004
23
22
Nr. 155 - 18. august 2004
Føroyska fótbólts-
landsliðið hevur
mikudagin ein sjáld-
saman møguleika at
fáa reint hattrick.
Tvær ferðir áður hava
vit hitt Malta, og
báðu ferðirnar hava
Føroyar vunnið
MALTA
Ivan Eginsson
Tað eru nógv, ið enn minn-
ast dystirnar hjá føroyska
landsliðnum ímóti Malta í
HM-98 undankappingini.
Tann 30.apríl 1997 skoraði
Todi Jónsson eitt frálíkt
mál í yvirtíðini á miðal-
havsku oynni fyri at tryggja
Føroyum tann fyrsta HM-
sigurin nakrantíð. Ein mán-
að seinni, tann 8.juni 1997,
var Todi aftur á blettinum
ímóti maltesum, hesa ferð á
heimavølli.
Eini
6.642
gjaldandi viðhaldsfólk, ið
framvegis er áskoðaramet í
føroyskum fótbólti, sóu á
einum kókandi Svanga-
skarði Toda Jónsson skora
til 2-0 seint í fyrra hálv-
leiki. Eitt óheppið brots-
spark, saman við útvís-
ingini av liðformanninum
Jan Dam, megnaði ikki at
koppa føroysku leiðsluni.
2-1 til Føroyar endaðu HM-
dystirnir
báðir.
Hesir
kostaðu eisini táverandi
maltesiska landsliðsvenj-
aranum, serbanum Milorad
Kosanovic, starvið.
Møguligt hattrick
Í kvøld hevur nýafturkomni
landsliðsleikarin Todi Jóns-
son ein sjáldsama góðan
møguleika fyri "hattrick"
ímóti sama mótstøðuliði, ið
hesaferð er komið til Før-
oya undir leiðslu av týsk-
aranum Horst Heese.
Royndi
venjarin
er
møguliga ikki eins kendur í
fótbóltsheiminum,
og
landsmaður
hansara
í
Grikkalandi Otto Rehhagel,
sum Heese næstan er javn-
gamal við. Teir leiktu sam-
stundis í Bundesliguni í
sekstiárunum. Men eisini
tann 61 ára gamli týskarin
hevur í nógv ár verið í
venjarayrkinum,
millum
annað í so kendum týskum
felagi sum Eintracht Frank-
furt. Í tíðarskeiðnum 1988-
1991 var Heese maltesiskur
landsliðsvenjari á fyrsta
sinni. Núverandi starv sítt
metir Horst Heese sum ein
virðiligan enda á yrkisleið
sínari í altjóða fótbólti. Aft-
urat týskaranum er Karmel
Busuttil settur av Malt-
esiska Fótbólssambandin-
um til at stýra landsliðnum.
Hesin 40 ára gamli hjálpa-
venjarin er ivaleyst tað
kendasta navnið í fótbólts-
søguni á oynni, eisini vald-
ur til aldarinnar leikara fyri
stuttum. Busuttil leikti í
landsliðsálopinum í meira
enn fimtan ár og er við sín-
um 23 málum í 113
landsdystum topskjúttin hjá
Malta ígjøgnum tíðina. Í
mong ár hevði Busuttil
dagligu
gongd
sína
í
Racing
Genk
í
bestu
belgisku deildini. Hann er
framvegis ein stór fyrimynd
í heimlandi sínum, bæði
millum ítróttarfólk og ung-
dómar sum heild.
Ungt stjørnuskot
Í átjan leikara hópinum,
sum føroyingar skulu møta
á Svangaskarði í kvøld, er
tað bert tann 23 ára gamli
aleyparin Michael Mifsud,
sum kann koma á hædd við
gomlu stjørnuna Karmel
Busuttil. Í tvey ár royndi
ungi
maltesin
seg
í
FC.Kaiserslautern í týsku
Bundesliguni, har hann ofta
var
á
byrjanarliðnum.
Michael kláraði tó ikki at
sannføra leiðsluna í týska
felagnum og varð tí sendur
heimaftur. Fyrra hálvaárið
leikti Mifsud við Sliema
Wanderers,
sum
hann
hjálpti at vinna maltesisku
greipuna í vár. Hetta felagið
er uttan iva tað sterkasta á
oynni, og fimm teir roynd-
astu á landsliðnum leika har
dagliga. Teirra millum er
ársins leikari Stegan Giglio,
ið í nøkur ár umboðaði
kanska tað kendasta felagið
í Bulgaria, CSCA Sofia,
eins og teir báðir lyklaleik-
ararnir hjá Malta Jeffrey
Chetcuti og Noel Turner.
Teimum báðum seinast
nevndu bar kortini ikki til at
koma til Føroya orsakað av
skaðum.
Fráveran
hjá
tveimum royndum monnum
við fleiri enn 60 landsdyst-
um í part er ein dyggur
smeitur fyri liðið.
Fyri einum mánaði síðani
skrivaði Michael Mifsud
undir sáttmála við kenda
norska felagið Lillestrøm
SK. Hetta kann enn eina-
ferð staðfesta, at hesin lítli,
skjóti og tekniski aleyparin
má takast í fullum álvara á
Svangaskarði
í
kvøld.
Landsliðshagtølini
hjá
honum boða eisini frá
góðskuni: 9 mál hevur
Michael skorað í 30 dystum
fyri teir reyðu og hvítu úr
Miðalhavinum.
Fáir útisetar
Í dag hava maltesar bert ein
útiseta umframt Michael
Mifsud. Luke Dimech er
verjuleikari í Mansfield
Town í fjórðbestu ensku
deildini, har hann tó ikki er
fastur maður. Annars royna
teir báðir Horst Heese og
Karmel Busuttil at fáa tað
frægasta burtur úr heimligu
kappingini.
Hon
hevur
seinastu árini havt støðuga
framgongd. Hetta kundi
síggjast
í
evropeiskum
kappingum, har maltesisk
feløg
onkuntíð
gjørdu
umboð størri fótbóltstjóða
fyri skommum. Men tá tað
kemur til landsliðsfótbólt,
hava úrslitini sjáldan verið
nakað at reypa av. Malta
endar altíð aftast í undan-
kappingarbólkum sínum til
HM og EM. Í ár vunnu teir
kortini óvæntað ein stóran
5-2 sigur á heimavølli ímóti
Estlandi. Hini úrslitini hjá
Malta í 2004 vóru hesi: 0-0
ímóti Moldavia, 0-4 ímóti
Hvítarusslandi, 1-2 ímóti
Finlandi, øll heima. Seinast
royndi Horst Heese seg
ímóti heimatjóðini hjá sær,
sum tá var í fyrireikingum
til EM-endaspælið í Portu-
gal.
Tað
merkisverda
við
maltesiska liðnum er, at
flestir leikarar eru sera
lágvaksnir. Tey, ið sóu vina-
dystin millum Týskland og
Malta síðst í mai mánaði,
løgdu ivaleyst til merkis, at
so at siga hvør týskur
leikari var eitt høvd hægri í
vøkstri enn hvør maltesi -
eisini málmaðurin Mario
Muscat! Tann fyrimunin
brúktu týskarar til fulnar -
teir blivu við at leggja
bóltar inn fyri, og fleiri
innleggingar elvdu eisini til
mál - Michael Ballack
skoraði heili fýra tað
kvøldið í Freiburg. Út frá tí
dystinum kunnu vit stað-
festa, at maltesarar eru
skjótir og eru rættiliga væl
fyri í tekniska partinum.
Samstundis mangla teir
nógv kropsliga og kanska
eisini mentalt. Tað vil siga,
at teir ofta geva upp, um
teir eru trý-fýra mál aftan-
fyri. 7-0 endaði dysturin í
Týsklandi, og málini hjá
heimaliðnum kundu sakt-
ans verið nógv fleiri í tali.
Nógvir føroyingar eru, eins
og
týskarar,
rættiliga
hávaksnir og eiga okkara
helst at gagnnýta høvuðs-
spæl og deyðbóltsstøður í
kvøld.
Ættarliðsskifti
Tað er merkisvert, at mann-
ingin, ið lendi vesturi í
Vágunum sunnudagin, er
ein blanding av sjey garv-
aðum monnum við tríati og
fleri landsdystum á baki, og
so hinum ellivu, ið lítlar og
ongar áltjóða royndir hava.
Hetta sigur okkum so
mikið, sum at Horst Heese
ikki er rættiliga nøgdur við
gongdina og úrslitini í
seinastuni og roynir tí at
seta nýggj fólk á liðið alla
tíðina.
Alla síðstu viku var
Heese við monnum sínum,
uttan teir báðar útisetarnar,
á venjingarlegu í Sveits, har
teir millum annað leiktu
tveir dystir ímóti ókendum
lokalum amatørfeløgum.
Etienne Barbara gjørdi
bæði málini í 2-0 sigri á
Münsingen. Ímóti Olten
gekk uppaftur betri, 4-0
gjørdist úrslitið til Malta.
Málskjúttar vóru Brian
Said, George Mallia, Ivan
Woods og so Antoine Zahra
yngri, ið er á landsliðnum
saman við fulla navna og
skilmanni sínum, Antoine
Zahra eldra. Hesin seinni
varð, sum kunnugt, vístur
av vøllinum niðri á Malta í
HM-dystinum
landanna
millum í 1997. Aðrir malt-
esar, ið vóru við tær ferðir-
nar, eru málmaðurin Mario
Muscat og so veteranurin
Gilbert Agius. Málskjúttin
á Svangaskarði fyri sjey
árum síðani er akkurát
komin fyri seg aftur eftir
ein drúgvan skaða. Tað eru
annars nógv fleiri núver-
andi føroyskir leikarar, ið
minnast sigrarnar á Malta.
Tá spældu Jens Martin
Knudsen, Óli Johannesen,
Julian Johnsson, John Pet-
ersen (hann var innskiftur á
Svangaskarði),
tvímál-
skjúttin Todi Jónsson og
debutanturin Pól Thor-
steinsson við í báðum
dystunum.
Ímóti Malta skal høvdið brúkast
23 ára gamli Michael Mifsud er stóra stjørnuskotið hjá maltesum, og
einki er at ivast í, at føroyska verjan skal ansa væl eftir honum
Í løtuni er Malta nummar 131 á altjóða styrkislist-
anum, meðan Føroyar liggja á 137 plássi. Men tá
alt kemur til alt, so hava Føroyar ikki nakað verri
lið enn Malta, sjálvt um miðalhavsoyggin hevur
nógv størri fólkatilfeingi (umleið 400.000 maltesar-
ar samanborið við 48.000 føroyingum). At Føroyar
hava møguleikan, varð prógvað longu fyri sjey
árum síðani. Vónandi endutekur søgan seg í kvøld
á Svangaskarði.
FAKTA
Malta kom í 1814 undir
bretsku krúnuna, men
varð í 1964
sjálvsgøðugt. Tíggju ár
seinni varð landið
endaliga skipað sum
lýðveldi.
Stødd: 316 ferkilo-
metrar
Íbúgv-
arar:
397.000
Mál:
Maltesiskt og
enskt
Trúgv: 98% eru róm-
versk/katólsk
FAKTA
UM
MALTA
Maltesiski landsliðshopurin
føðingardagur
felag
landsdystir
mál
málmenn
Mario Muscat
18.08.1975 Hibernians FC, Paola
55
0
Saviour Darmanin
07.02.1977 Pieta Hotspurs
5
0
verjuleikarar:
Brian Said
15.05.1973 Sliema Wanderers
48
2
Luke Dimech
11.01.1977 Mansfield Town FC (ongland) 28
1
Ian V. Azzopardi
12.08.1982 Floriana FC, Valletta
6
0
Steve Wellman
31.08.1982 Floriana FC, Valletta
2
0
Roderick Briefa
04.08.1981 Birkirkara FC
1
0
Adrian Pulis
30.03.1979 Hibernians FC, Paola
0
0
miðvallaleikarar:
Gilbert Agius
21.02.1974 Valletta FC
76
6
Antoine Zahra I (eldri) 05.03.1977 Birkirkara FC
40
1
Stefan Giglio
26.02.1979 Sliema Wanderers
36
1
Ivan Woods
31.12.1976 Pieta Hotspurs
6
0
Claude Mattocks
21.02.1980 Sliema Wanderers
4
0
Peter Pullicino
17.06.1976 Hibernians FC, Paola
1
0
áleyparar:
Michael Mifsud
17.04.1981 Lillestrøm SK, Oslo (Noreg)
30
9
Antoine Zahra II (yngri) 09.01.1981 Hibernians FC, Paola
6
1
Etienne Barbara
10.06.1982 Marsaxlokk FC
5
2
Andrew Cohen
13.05.1981 Hibernians FC, Paola
0
0
venjarar
Horst Heese (Týskland) 31.12.1943
Carmel Busuttil
29.02.1964
Í kvøld hevur nýafturkomni landsliðsleikarin Todi Jónsson ein
sjáldsama góðan møguleika fyri "hattrick" ímóti sama
mótstøðuliði
C
M
Y
K
22