Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. januar 2016 · Nr. 8 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ELDRAØKIÐ Árni Gregersen Tað kann gott vera, at komm- unurnar enn ikki hava gjørt tær stóru broytingarnar á eldraøkinum, men røktin er als ikki vorðin verri, síðani eldraøkið fór undir komm- unurnar. Nú er eitt gott ár síðani kommunurnar yvirtóku øk- ið. Fyrrverandi landsstýris- kvinnan við almannamálum, Annika Olsen, staðfestir í hesum sambandi, at røktin er ikki á nakran hátt vorðin verri, nú tað eru kommunu- samstarvini sum hava ábyrgd av eldraøkinum. – Kommunurnar hava átikið sær eina ábyrgd, sum tær liva fult upp til. Broyt- ingarnar skulu nokk koma, men eg haldi tað er skilagott, at tey flestu samstarvini hava brúkt fyrsta árið til at finna fram til, hvat økið kostar og hvussu broytingar- nar kunnu gerast, sigur hon. Hon sigur, at í lógini um eldraøkið verður stórur dentur lagdur á, at tey eldru hava so stóran sjálvs- avgerðarrætt, sum til ber. Lógin skal eisini tryggja, at fólk sum hava við røktina at gera, hava fráboðanar- skyldu. Hetta fyri at ongin skal detta niður ímillum í skipanini. Í lógini verður eisini álagt kommununum at fara á heimavitjan hjá teimum, sum eru fylt 75, fyri at vita hvussu støðan er og um tey klára seg sjálvi. Pengar og fígging Frá byrjanini var tað soleið- is, at kommunurnar sjálvar fegnar vildu yvirtaka eldra- økið. Hetta er eitt stórt øki, sum í veruleikanum »legitimerar« at vit framvegis hava komm- unurnar – og at kommun- urnar av álvara virka í lokal- samfelagnum. Onkur borgarstjóri hev- ur sagt, at tað kanska hevði verið betri um kommun- urnar fyrst yvirtóku skúla- økið, men ongin var bein- leiðis ímóti at átaka sær ábyrgdina av eldraøkinum. Fíggingin er gjørd á ein eitt sindur óvanligan hátt. Heldur enn at kommunur- nar fáa ein blokk av peng- um, alt eftir hvussu nógv eldri eru í kommunum, so er fíggingin tengd at for- skattingini av pensjónum og skattainntøkunum frá DIS og øðrum líknandi skip- anum. Henda samgongan, sum nú situr við ræðið, hevur broytt pensjónirnar, so hvør einstakur borgari ikki betalir eitt prosent eyka inn til egna pensjón í 2016. Pengarnir verða í staðin fyri goldnir inn í Samhalds- fasta. Hetta ger, at inntøkan frá forskattingini til eldrarøkt- ina, minkar eini 15 milljónir hjá kommununum. – Ja, eg veit ikki hvat man skal siga um hesa broyting, men vit kunnu staðfesta, at hetta ger, at gjaldið til kommunurnar er minni, enn ætlanin var upprunaliga, sigur Annika Olsen. Frammaundan hanga nakrir leysir endar í fígging- ini. Tað er torført at saman- bera, hvat eldrarøktin kostar einstøku samstørvunum, tí alt verður ikki gjørt upp sama hátt. Meðan summi samstørv hava tikið lán fyri at yvirtaka ellisheim ella aðrar ognir, so hava onnur samstarv valt at gjalda hetta yvir raksturin. Tí ber illa til at samanbera kostnaðin í einstøku sam- starvunum. Væleydnað Eitt ár er liðið. Tí verður ljós í løtuni varpað á eldra- og heimarøktina. Í fleiri førum verður víst á, at alt ikki virkar sum tað skal. – Men eg haldi, at vit mugu staðfesta, at onki virkar verri í dag, enn tað gjørdi fyri einum ári síðani. Gloppið millum tey eldru og myndugleikarnar er mun- andi minni nú enn tað var og eg ivist ikki í, at komm- unusamstarvini fara at finna loysnir, sum ikki høvdu verið funnar, um økið framvegis hevði ligið hjá landinum, sigur Annika Olsen. Eldrarøktin er á ongan hátt vorðin verri, síðani økið var lagt út til kommunurnar Annika Olsen: ELDRARØKTIN ALS IKKI VORÐIN VERRI SÍÐANI KOMMUNURNAR YVIRTÓKU Annika Olsen, fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, heldur ikki, at eldrarøktin á nakran hátt er vorðin verri hetta seiansta árið