Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 20. januar 2016 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ELDRAØKIÐ Árni Gregersen 800 fólk eru í Føroyum, sum eru demens ella byrjandi demens. Ein heildarætlan var gjørd í fjør um, hvussu best er at hjálpa hesum fólkum og teirra avvarðandi. Talan er um tilsamans yvir 3000 fólk. Ovast í tilmælinum stendur, at demensklinikkin á Landssjúkrahúsinum verð- ur víðkað til at umfata ein vitanardepil. Vitanardepilin verður rað- festur við játtan, so møguligt er at seta fólk í starv. Fimm landsdemens-samskiparar ella fólk við servitan um demens verða sett í starv á demensklinikkini. Hesi verða sett sentralt, men virka lokalt. Sjálvt hetta fyrsta til- mælið er enn ikki farið at virka – fyrst og fremst tí ongin peningur er settur av á fíggjarlógini til hetta endamál. Í tilmælinum verður sagt, at kontór, teldur og annað fer at kosta ein hálva milljón, umframt at demens- samskipararnir skulu hava løn. Undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2016 kom eitt uppskot, um at seta 250.000 krónur av í ár til økið. Uppskotið var samtykt. Umframt at heildarætl- anin mælir til, at bæði røktar- starvsfólk og onnur eiga at savna og breiða vitan út um demensøkið, so verður eisini mælt til, at fólk við sjúkuni sleppa til umlættingar – eisini í vikuskiftunum. Kanningar vísa, at tað at minnisveik sleppa at vera saman við øðrum um dagin, ger, at sjúkan ikki er so ágangandi og ikki versnar so skjótt. Umlætting – bæði í dagtilhaldi og í aðra máta, er eisini ein ómetaliga stórur lætti fyri tey nærmastu, sum annars dagliga eru um tey, sum hava demens. Demensvinarlig heim Í teimum tilmælum, sum standa í heildarætlanini, er eitt um, at demensvinarlig heim eiga at verða gjørd kring landið. Mælt verður eisini til, at almannaverkið ger greið kriterir fyri, hvør skal hava atgongd til hesi plássini. Arbeiðsbólkurin mælir til, at orðaður verður ein demenspolitikkur. Tað eigur at verða farið undir miðvísa skipan av Føroyum sum “demens- vinarligum samfelag”, sum tekur útgangsstøði í tí leisti, sum er lagdur fyri “Dementia Friendly Society”- og at hesin leistur verður tillagaður føroysku viðurskiftini. Hetta arbeiði eigur at verða fyriskipað av Vitan- ardeplinum saman við einum serligum strateg- iskum arbeiðsbólki, sum verður valdur av Almanna- málaráðnum og Heilsu- málaráðnum. Í heildarætlanini fyri demens eru nógv onnur tilmæli, men fyri tað mesta snýr tað seg um, at tær kreftir, sum annars verða brúktar til at hjálpa hesum fólkum, verða samskipaðar, so sum mest fæst burturúr. Útlendskar kanningar hava staðfest, at sjúkur, sum gera fólk minnisveik, eru skjótt vaksandi og krevja meira og meira av viðgerðum. Tí heldur arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt heildarætl- anina fyri demens, at tað ræður um at fáa so mest fyri hvørja krónu, sum verður brúkt á økinum. Men fyrst og fremst ræður um at gera Føroyar til eitt demensvinarligt sam- felag. Tað liggur ein heildarætlan fyri alt demensøkið, men enn eru so at siga ongir pengar settir av til at fremja heildarætlanina Føroyar eiga at vera eitt demensvinarligt samfelag Tað er sera trupult við demens. Tað gongur út yvir sjúkligin, men tað rakar eisini avvarðandi hart Heildarætlan um demens manglar almenna fígging Ein heildarætlan var klár, men samgongan setti ikki pengar á fíggjarlógina Árni Gregersen Ein heildarætlan fyri demensøkið var klár, men samgongan sum tók við 1. september setti ongar pengar á fíggjarlógina til ætlanina. Annika Olsen, fyrr- verandi landsstýriskvinna við almannamálum, vil ikki á nakran hátt kennast við, at sumt var skrumblað ígjøgnum, tá ið eldraøkið og heima- røktin var løgd út til kommunurnar. Heldur ikki, tá ið talan er um økið fyri minnis- veik. – Ein heildarætlan er gjørd og har stendur eisini hvat tað fer at kosta, men tá ið fíggjarlógin var løgd fram og seinni samtykt, so vóru hesir pengar heldur ikki á fíggjarlógini, sigur Annika Olsen, sum enn er uttanflokka í tinginum. Hon sigur, at sam- gongan brúkar tað, at hetta ikki var sett av í fíggjarkørmunum, sum vóru samtyktir seinasta vár, men tað góðtekur hon ikki, sum eina umbering. – Landið verður ikki stýrt í smálutum eftir fíggjarkørmunum. Fíggj- arkarmarnir eru sum orðið sigur karmar. Tað er fíggjarlógin, sum ger av, hvørjir pengar verða brúktir til hvat sigur hon. Undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2016 kom í seinastu løtu eitt uppskot fram um at seta 250.000 krónur av til økið, men tað er bert ein brotpartur av tí, sum er tørvur er á, skal heildar- ætlanin fáaast at virka. Tilsamans verður mett, at eini 800 fólk í Føroyum eru minnisveik. Tað vil siga, at verður eisini hugt at, hvussu mong avvarðandi verða rakt av sjúkuni, so eru tað meira enn 3000 fólk, sum kenna sviðan av sjúkuni. – Tí er tað umráðandi, at tann heildarætlan, sum fyriliggur frá 2015, verður sett í verk og at peningur verður settur av til økið. Hetta er so stórt og um- fatandi, at hetta ber als ikki til bara at leggja út til kommunurnar, sigur Annika Olsen. Fígging At talan er um eitt øki, sum krevur fígging vita øll væl. 250.000 krónur, sum standa á fíggjarlógini fyri í ár, kunnu brúkast til at gera grundarstøði undir tí arbeiði, sum heildarætlanin mælir til skal gerast. – Men hetta er bert ein lítil partur av tí, sum tað fer at kosta. Mælt verður til at seta átta demens- samskiparar sentralt, men sum virka lokalt.Bara hetta fer at kosta millum tvær og tríggjar milljónir krónur, sigur Annika Olsen. – Tí er hetta ikki nakað, sum kommunurnar einsamallar kunnu taka sær av. Hetta er nakað, sum landið skal bera mesta kostnaðin av, sigur Annika Olsen. Sum nevnt er ongin peningur settur av á fíggjarlógini í ár til økið – burtursæð frá teimum 250.000 krónunum, sum vóru settar á fíggjar- lógina í seinastu løtu, áðrenn fíggjarlógin var endaliga samtykt. Boðanesheimið hevur eina deild, sum burturav er gjørd til minnisveik fólk