týsdagur 19. januar 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. januar 2016 · Nr. 8
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ELDRAØKIÐ
Hallur av Rana
– Leiðari er vorði eitt »fy« orð,
men tað, at man sleppur sær
av við leiðarar á staðnum, er
ein øgiliga vandamikil gongd.
Forkvinnan í Felagnum
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð-
ingar, Óluva í Gong, er púra
avgjørd á máli, tá hon verð-
ur spurd um leistin við fjar-
leiðsu.
Talan er um eina skip-
an, ið verður brúkt á eldra-
økinum, har tað ikki er
neyðugt hjá stovnsleiðarum
at vera á stovninum, men
hava skrivstovu aðrastaðni.
Men tað er ein skipan, ið
Felagið Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar ikki hava
góða royndir við. Forkvinnan
trívur í eina søgu, tá hon
skal lýsa hvat avleiðing av
fjarleiðslu er.
– Okkara royndir við
fjarleiðslu er, at tað virkar
ikki. Eg var til eina framløgu,
har ein, ið arbeiddi á slíkum
stovni, segði tað so væl uttan
at hugsa um tað. Tað kom
veruliga frá hjartanum, tá
hon segði.
– Vit hava onga leiðslu,
nei, eg meini, fjarleiðslu, so
vit gera bara sum vit vilja,
segði viðkomandi, ið hevði
framløguna.
Tað er serliga manglandi
innlitið
í
gerandisdagin
hjá búfólkunum og starvs-
fólkunum, ið at atvoldin til,
at forkvinnan metir, at skip-
anin ikki er haldbar.
– Um tú sum leiðari ikki
ert á staðnum, so veit tú ikki
hvørjir trupulleikarnir eru.
Tað er ógvuliga umráðandi,
at ein leiðari veit hvat gongur
fyri seg í gerandisdegnum,
serliga tá man arbeiðir við
fólki, sigur Óluva og leggur
afturat.
– Um man ikki kennir til
gerandisdagin hjá brúkarum
og starvsfólkum, men situr
onkra heilt aðrastaðni, og
skal hava alt fortalt, so verða
tínar metingar gjørdar av tí,
ið onnur fortelja tær. Og tær
metingarnar eru litaðar av,
hvussu viðkomandi upplivir
eins støðu. Tá fær tú ikki ein
ordiliga mynd av tí, ið gongur
fyri seg á stovninum.
Harumframt metir for-
kvinnan í Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, at tað
er skaðiligt fyri starvsfólka-
trivnaðin, at leiðarin ikki er
til staðar.
–
Tað
ávirkar
eisini
starvsfólkini, at tey ikki
hava ein leiðara at fara
til. Tey fáa eina kenslu
av, leiðarin situr so langt
burtur, at viðkomandi ikki
veit hvat starvsfólkini tosa
um ella hvussu støðan er á
stovninum.
hallur@sosialurin.fo
Um tú sum leiðari ikki ert á staðnum, so veit tú ikki hvørjir trupulleikarnir eru. Tað er ógvuliga
umráðandi, at ein leiðari veit hvat gongur fyri seg í gerandisdegnum, serliga tá man arbeiðir
við fólki, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong:
EIN ØGILIGA
VANDAMIKIL GONGD
Myndugleikarnir ikki áhugaðir í eini loysn
Tað er ymiskt hvussu røktartyngdin er, men eg fari aldrin at siga, at tey sum arbeiða á
røktarheimum hava eitt lætt arbeiði, tí tað hava tey ikki, sigur Óluva í Gong
Hallur av Rana
Á
Boðanesheiminum
í
Tórshavn mugu starvsfólkini
ganga skjótt. Hvør at teimum
hevur nevniliga fýra búfólk
hvør, ið tey hava ábyrgdina
av og skulu hjálpa á ymiskan
hátt.
Miðlahúsið hevur spurt
forkvinnuna
í
Felagnum
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð-
ingar, Óluvu í Gong, um tað
er ein nøktandi støða fyri
búfólk og starvsfólk.
– Tað er trupult at svara
uppá, tí man kann ikki ordi-
liga seta tað upp soleiðis. Tað
sum er avgerandi er í hesum
er røktartyngdin, sigur Óluva
í Gong og greiðir víðari frá.
– Um tú hevur fýra
búfólk, ið hava ein rímiliga
lættan røktartørv, so er tað
nokk fínt. Men um tú hevur
fýra búfólk yvir eitt longri
tíðarskeið, og tey eru øll
vorðin ordiliga illani fyri, so
kann tað verða alt ov nógv
arbeiði.
Harumframt
eru
fakligir førleikar hjá starvs-
fólkunum eisini ávirkandi
fyri, hvussu nógv búfólk eitt
starvsfólk kann ansa.
Forkvinna fyri føroyskar
sjúkrarøktarfrøðingar leggur
tó áherðslu á, at talan aldrin
er um eitt lætt arbeiði.
– Tað er ymiskt hvussu
røktartyngdin er, men eg
fari aldrin at siga, at tey sum
arbeiða
á
røktarheimum
hava eitt lætt arbeiði, tí tað
hava tey ikki. At tey hava ov
lítið at gera hendir sjáldan,
men at tey hava ov nógv at
gera, tað kemur oftani fyri.
Harvið er greitt, at tað er
torført at seta eitt endaligt
tal á, hvat besta býtið hevði
verið millum starvsfólk og
búfólk. Tað merkir tó ikki, at
man ikki hevur roynt.
– Tað hevur eisini víst
seg, at vera torført at gera
ein býtislykil, og í Norður-
londum hevur man arbeitt
eftir ymiskum leistum, uttan
at koma til eina endaliga
niðurstøðu.
Størsti trupulleikin tykist
tó at vera politiska skipan og
myndugleikarnir.
– Hinvegin veit eg heldur
ikki, um politiska skipanin
og
heilsumyndugleikarnir
eru áhugaðir í einum enda-
liga býtislykli, tí tað bindir
myndugleikarnar at tryggja
hvussu
nógv
starvsfólk
skulu vera í eldraøkinum.
Vit fakfeløg arbeiða við
hesum hugtøkunum, men
man hoyrir aldrin myndug-
leikarnar brúka tílík sum
býtislykil.
Óluva í Gong, forkvinna í Felaginum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar