týsdagur 19. januar 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 20. januar 2016 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ELDRAØKIÐ
Hallur av Rana
– Tað handlar nógv um
hvussu arbeiðsumstøðurnar
eru. Tá búfólkini flyta inn
eru tey kanska væl fyri, men
verða so seinni verri fyri. Tá
verður so neyðugt við fleiri
starvsfólkum.
Tað sigur Majbritt Mohr,
forkvinna í Heilsurøktar-
felagnum,
tá
Miðlahúsið
setir
henni
spurningin,
um hvat besta býtið er
av
starvsfólkum,
aftaná
at
Vikuskiftis-Sosialurin
fríggjadagin vísti á, at tað
á Boðanesheiminum er eitt
starvsfólk fyri hvørji fýra
búfólk.
Majbritt Mohr sigur, at
tað er sera ymiskt hvønn
tørv búfólkini hava. Um tey
eru væl fyri, so letur tað seg
gera, at vera eitt starvsfólk
til fýra búfólk, men um
búfólkini eru illani fyri, so er
støðan ein heilt onnur.
– Trupulleikin tekur seg
beinanvegin upp, tá tað eru
búfólk, ið hava brúk fyri
at tvey eru um at hjálpa
viðkomandi. Tá eru tað sjey
onnur búfólk, ið bíða. Um
tey so eisini eru illani fyri á
onkran hátt, tað kann vera,
at tey eru dement, rýma illa
ella eru aggressiv, so kann
tað føra til óhepnar støður
millum búfólkini, tí eingi
starvsfólk eru til staðar.
Ein
trivnaðarkanning
millum limirnar hjá Heilsu-
røktarfelagnum bendir tó á,
at býtið millum starvsfólk
og búfólk ikki er nøktandi.
Kanningin vísir nevniliga,
at 43 prosent av limunum
arbeiða longri enn tey eiga.
– Tað er tí, at tey ikki náa
at gera allar uppgávurnar
í vanligari arbeiðstíð. So
ganga tey eitt sindur longri
fyri at náa alt, sigur Majbritt
Mohr.
Manglandi starvsfólkini
á eldraøkinum hevur eisini
aðrar óhepnar fylgir við sær.
– Tað eru nøkur eldri, ið
hava brúk fyri at tvey eru
um tey. Men tað hendir ov
oftani, at bara eitt starvsfólk
er um tey, tí tey ynskja ikki
at forstýra hini, ið eisini hava
nokk at gera. So starvsfólkini
gera tungt arbeiði einsamøll,
og tað er ikki gott fyri
heilsuna. Úrslitið er, at tey
fáa ilt í ryggin, økslini og
hondliðini. Fleiri av okkara
eldri limum stríðast við
slíkar trupulleikar.
Forkvinnan fyri heilsu-
røktararnar metir tó, at
hvørki hægri játtan ella fleiri
starvsfólk, er nokk til at fáa
eitt betri umhvørvi fyri bú-
fólk og starvsfólk
– Tað ber til at halda fram
við at seta meira pening í
økið ella seta fleiri fólk í
starv, men tað verður aldrin
ordiliga nokk. Tørvur er á
eini leiðslu á staðnum, ið
hevur eina føling av støðuni
og kann broyta nøkur ting.
– Ein leiðsla á staðnum
kann regulera arbeiðskraft-
ina eftir hvussu nógv er at
gera í ymiskum tíðarskeið-
um. Tá ber til at seta fleiri
fólk inn tá tørvur er á tí, og
so brúka peningin øðrvísi,
tá arbeiðsbyrðan ikki er
so tung, sigur forkvinnan
í Heilsurøktarfelagnum at
enda.
hallur@sosialurin.fo
Ein leiðsla á staðnum kann regulera arbeiðskraftina eftir hvussu nógv
er at gera í ymiskum tíðarskeiðum. Tá ber til at seta fleiri fólk inn tá
tørvur er á tí, og so brúka peningin øðrvísi, tá arbeiðsbyrðan ikki er
so tung, sigur forkvinnan í Heilsurøktarfelagnum, Majbritt Mohr
Majbritt Mohr:
TORFØRT
AT META
UM TØRVIN
Ein deildar-
leiðari
má vera á
stovninum
Tað hava verið tíðarskeið,
har onkrar av deildunum ikki
hava havt egnan leiðara,
og í staðin hevur ein av
teimum trimum yvirskipaðu
leiðarunum í kommununi
hava ábyrgdina. Tá er ongin
leiðsla, sigur Majbritt Mohr
Hallur av Rana
Hóast
Tórshavnar
kommuna hevur valt at
skipa eldraøkið eftir eini
skipan við fjarleiðslu,
har leiðarar hava fleiri
stovnar undir sær, so
metir
forkvinnan
í
Heilsurøktarfelagnum,
Majbritt Mohr, at tað
ikki er ein trupulleiki,
at ongi leiðari er á stað-
num. Tað vil siga, so
leingi sum at ein deildar-
leiðari er til staðar.
– Flestu stovnar hava
deildarleiðarar, ið eru á
staðnum. Men tað hava
verið
tíðarskeið,
har
onkrar av deildunum
ikki hava havt egnan
leiðara, og í staðin hevur
ein av teimum trimum
yvirskipaðu leiðarunum
í
kommununi
hava
ábyrgdina. Tá er ongin
leiðsla. Tá føla okkara
limir, at alt fer út at
sigla, tí leiðslan hevur
onga føling av tí, ið
hendir á stovninum.
– Av og á kemur
kanska ein yvirskipaður
leiðari á vitjan, og setir
møguliga okkurt í verk,
ella gevur onkrum av
starvsfólkunum ábyrgd-
ina yvir eitt hvørt. Men
við tí ábyrgdini fylgir
ikki heimildin at taka
avgerðir. Tá virka ting-
ini ikki. Man má hava
ein
deildarleiðara
á
staðnum, ið kann taka
avgerðir, og sum tá
viðkomandi setir ting í
verk, kann fylgja tí upp.
Forkvinnan
í
Heilsurøktarfelagnum
eftirlýsir tó, at arbeiðs-
byrðan hjá deildarleið-
arunum verður broytt,
soleiðis
at
deildar-
leiðararnir fáa størri
tamarhald yvir viður-
skiftunum
á
teirra
deildum.
– Deildarleiðararnir
eru ikki við har av-
gerðirnar verða tiknar,
og tingini verða umrødd.
Tí kunnu tey føla, at ting
verða kroyst niðuryvir
tey, og at tey ikki verða
spurd
eftir.
Millum
annað eru dømir um, at
deildarleiðararnir ikki
vita hvørji starvsfólk
verða sett. Tað skapar
ørkymlan, og ávirkar
tað eisini starvsfólkini á
stovninum.
hallur@sosialurin.fo
Majbritt Mohr, forkvinnan í Heilsurøktarfelagnum