Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. januar 2016 · Nr. 8 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein dagur í lívinum hjá eini heimahjálp Brellbitar til Vikuskifti 22. januar ELDRAØKIÐ Í BRENNI­ DEPLINUM Stórt tema um Eldraøkið TEMA Reportaga Brot úr repotaguni Klokkan er 8.00 um morgun­ in, og eg og heimahjálpin fara báðar úr Kvívík og til fyrstu húsini á yvirlitinum í dag. Vit parkera í túninum hjá eldru hjúnunum, og fara inn­um. »Hetta er ein stutt vitjan, tí hon skal bert hava hjálp til at lata seg í sokkar«, sigur heimahjálpin, sum vit fram­ yvir kalla Lisa. Hon ynskir at vera dulnevnd, tí tað er ikki lætt at siga frá egn­ um upp­livingum í hesum men­tala og kropsliga harða starvi. 10 minuttir, tað er tað, sum er sett av til hesa kvinnu. Og 10 minuttir er tað hon fær. »Vit hava eitt tíðar­yvir­lit, har minuttir eru settir av til hvønn brúkara, og vit mugu halda okkum innanfyri tað, fyri at náa alt. Men tað er ikki altíð, at tað ber til at halda seg innanfyri tíðarrammuna«, sigur Lisa. »Sum avvarðandi og dagligur vitjandi á røktarheimi tekur tað ein fyri hjartað at síggja, hvussu einsamøll tey eldru sita og hvussu lítið tey verða stimbrað. Man er himmalsfegin um tey eru rein, mett og har er so hampiliga nossligt rundan um tey.« »Og starvsfólkini renna og tuska – og hava nóg illa stundir til teir mest grund­leggjandi tørvirnar, tíðansheldur at vera um tey gomlu, lesa fyri teimum og vísa teimum hita og nærveru, sum báðir partar so fegin vilja.« – Les størri samrøðu við Gunvør Balle, sum seinastu árini hevur verið avvarðandi hjá einum búfólki, á einum røktarheimi í Havn. Gunvør Balle TIGN Felagið TIGN varpar ljós á støðuna á eldraøkinum á størri fundi í Læraraskúlanum í Havn í kvøld – mikukvøldið Les størri reportagu frá fundinum í Vikuskiftis Sosialinum