Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. januar 2016 · Nr. 8 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ØKISTÆNASTAN HJÁ SKÁLAFJA RÐAR SAMSTARVINUM Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum fer nú at bjóða borgarum í Nes- Runavíkar og Sjóvarkommunu eina fyribyrgjandi og heilsu- fremjandi heimavitjan. Hendan tænastan kemur at fevna um borgarar, ið eru 75 ár og eldri. Í hesum sambandi verður skipað fyri kunnandi fundi og hugnaløtu, har øll 75 ára gomul og eldri og avvarðandi teirra eru hjartaliga vælkomin. Fundurin verður í Kelduni í Skálabotni mikudagin 27. januar kl. 19.00 Umframt at kunnað verður um hesa nýggju tænastu hjá Økistænastuni hjá Skálafjarðarsamstarvinum, har høvi verður at seta spurningar, fer Jógvan Fríðriksson,biskupur at hugleiða um evnið „Lívsvirði og eldratilveran“. Eisini kemur Sangbólkurin frá Undirhúsinum á Toftum at seta dám á løtuna. Kaffi og okkurt gott afturvið er eisini á skránni. KUNNINGARFUNDUR- OG HUGNALØTA FYRI 75 ÁRA GOMUL OG ELDRI Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum Friðartún 1 620 Runavík Vilmund Jacobsen Granskarar um allan heim leita við lykt eftir hættum, sum kunnu taka kampin upp við krabbamein - uttan samstundis at skaða kroppin. Danskir granskarar, sum starvast á Universitetinum í Keyp- mannahavn, hava funnið út av, at brokkoli og hvítleykur kunnu vera eitt stig á leiðini móti sigrinum. Ymiskar krabbakyknur og ym- isk sløg av krabbameini herja á ymiskan hátt á kroppin. Tí er tað eisini ymiskt, hvussu krabbamein skal viðgerast. Granskað verður í, hvørjar mekanismur og álopshættir krabbamein hevur, og hvussu sjúk- an kann berjast niður. Ávís sløg av móðurmerkja- krabba, krabba í undirlívi, prostata- krabbi og blóðkrabbi kunnu gera, at kroppurin viknar við tað, at náttúrliga immunverjan verður yviraktiverað. Nú hava granskarar ávíst, at eitt slag av selen, sum eitt nú er í brokkoli og hvítleyki, kann bremsa yvirreaktiónini hjá immunverjuni. Krabbi niðurbrýtir immun- verjuna, sum annars er ætlað til at beina burtur evni, sum vanliga ikki finnast í kroppinum. Tí verða kyknur, sum broyta seg - eitt nú kyknur sum eru í byrjunarstigi til krabba - vanliga fangaðar og beindar burtur av immunverjuni, áðrenn tær fáa stundir til at mennast. Men, viðhvørt virkar henda funktiónin ikki, og krabba- kyknurnar menna ymiskar mekan- ismur, sum tarna immunverjuni at virka. Í slíkum føri kunnu krabbakyknurnar halda fram við at veksa og mennast. Í ávísum sløgum av krabbameini, eitt nú í undirlívi, prostata og blóði, gera krabbakyknurnar alt ov stórar nøgdir av nøkrum mýlum ella molekylum, sum stimbra immunverjuna. - Tað er eitt serstakt mýl, sum vit kalla NKG2D-ligand, ið aktiverar immunverjuna. Hetta hendir heilt náttúrliga í kroppinum, tá tað eru kyknur, sum uppføra seg óvanligt. Talan kann eitt nú vera um ígerðir, bruna og broytingar av kyknum. NKG2D setir seg fast á tær kyknur, sum eru óvanligar, og tí kann immunskipanin finna tær og beina tær burtur. Tað sigur professarin, Søren Skov á Keypmannahavnar Uni- versiteti, sum er við í einum størri granskingarnetverki, sum stríðist ímóti krabbameini. Góðan virknað Søren vísir á, at tað tó eru nakrar serstakar krabbakyknur, sum eru førar fyri at framleiða eina ógvuliga stóra mongd av NKG2D, soleiðis at kyknurnar ikki longur bara finnast á yvirflatuni av sjúku kyknunum, men flóta frítt kring um í kroppinum. – Tá NKG2D flýtur runt í kroppinum, verður immunverjan í eina tíð yviraktiv, men heldur síðan uppat við at reagera upp á NKG2D. Tað merkir, at krabbakyknurnar ikki longur mugu stríðast við immunverjuna, men nú kunnu mennast ótálmaðar. Professarin sigur, at tá tað er møguligt at forða krabbameini í at yvirframleiða NKG2D-ligand, hevur immunverjan betri møguleikar at berjast móti krabbakyknunum. Tí hava granskarar eisini leitað eftir evnum, sum kunnu byrgja upp fyri júst hesum yvirvirksemi. – Vit kunnu nú vísa á, at selen at síggja til hevur góðan virknað, tá ræður um at gera hetta serliga slag av krabbameini óskaðiligt, sigur Søren Skov um úrslitini av granskingini, sum eru almanna- kunngjørd í Journal of Biological Chemistry. Hann heldur tað vera serliga upplyftandi, at effektivi formurin fyri selen er eitt náttúrligt evni, sum er lætt tilgongiligt, eitt nú í hvítleyki og brokkoli. Orsøkin til, at krabbamein ikki langt síðan er útruddað av dugnaligum granskarum, er, at sjúkan hevur nógvar ymiskar mekanismur og skap. – Tað er nevniliga ikki bara eitt slag av NKG2D-ligand, men heili átta, og tað er bara við einum ávísum varianti ella frábrigdi av NKG2D, at selen hevur víst seg at vera virkið. Í granskingini eru eisini gjørdar royndir við øðrum formum fyri selen, eitt nú við methylselenol. Stig á leiðini Professarin, Søren Skov, sigur, at tað er eingin einfaldur og tryggur háttur at finna fram til, um ein krabbasjúklingur hevur júst tað slag av krabba, sum kann berjast niður við selen. Tí, er tað enn ein ávísur vegur frá kanningarstovunum hjá gransk- arum til sjúklingarnar á sjúkrahús- gongini. - Granskingin er tó ógvuliga áhugaverd, tí tað eru júst nevndu krabbasløg, sum teljast millum tey aggresivu, sum í dag hava nógv mannalív upp á samvitskuna. Kunnu vit finna fram til hættir at tálma yvirstimuleringini av immunverjuni, eru vit samstundis á rættari leið. Nýggju úrslitini eru enn eitt stig á leiðini til betraðar viðgerðarmøguleikar og færri hjáárin, sigur professarin, Søren Skov. Kelda: www.biokemi.org/ www.helse.dk – Vit kunnu vísa á, at selen at síggja til hevur góðan virknað, tá ræður um ávís sløg av krabbameini, sigur professarin, Søren Skov um úrslit av gransking, sum eru almannakunngjørd í Journal of Biological Chemistry HEILSA Hvítleykur og brokkoli móti krabbameini