Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 20. januar 2016 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK mpass Ein heilt serligur táttur í út- lendingamálinum er tann ovur- honds aktuelli spurningurin um flóttafólk. Sum frá er liðið, eru tey flestu okkara vorðin var við, hvussu ómetaliga fløktur og eymur, hesin spurningurin er. Vit fara tí at gera okkum stóran ómak við at fyrireika okkum til hetta málið. Men tað má kortini standa greitt, at vit sum partur av heimssamfelagnum hava eina moralska skyldu til at at hjálpa munandi meira, enn vit gera. Tað kunnu vit í prinsippinum gera við at stuðla fíggjarliga, at taka ímóti flóttafólkum ella við einum einum luti av báðum. Tað stóra sjálvbodna arbeiðið og innsavningar hjá hjálp- arfelagsskapum vísa eisini, at viljin at hjálpa neyðstøddum úti í heimi er stór millum føroyingar. Yvirhøvur at integrera útlend- ingar, er ein stór og avbjóðandi ábyrgd fyri øll samfeløg. Tað er tí alneyðugt, at vit skipa og tillaga okkara tænastur so skynsamt, sum gjørligt, og eftir føroyskum viðurskiftum. Eg fari í hesum sambandi at loyva mær at koma við einum hjartasuffi: Hvar er vinnan í hesum sambandi? Hóast vit hoyra Føroya Arbeiðsgevarafelag gera nógv burturúr, at tað skal vera lættari hjá føroyskum fyritøkum at fáa útlendska arbeiðsmegi, tykist tað ongan áhuga at vísa spurninginum um, hvussu vit skulu integrera hesa arbeiðsmegina í samfelagið. Landsstýrið er farið undir at yvirtaka útlendingaøkið. Tá upp- skot til yvirtøkuleist av útlend- ingaøkinum verður lagt fyri løgtingið, fer tað eisini at fevna um, hvussu ein flóttafólkatilbúgving kann skipast í Føroyum. Avbjóðingarnar gerast so nógv lættari, so títt og knapt tú kennir teg at vera á kósini. Nú kumpass- nálin er um at finna sína legu, veksur gleðin við at kenna ábygd- irnar av at loysa tey átrokandi málini. Eitt spennandi politiskt ár stendur fyri framman. Eitt ár, har vit – so mong, sum yvirhøvur tilber - fara at leggja lunnar undir stórar semfelagsligar broytingar í langtíðarsemju hvør við annan. Við ynski um eitt gott og fram- søkið 2016. Hví leggja eftir mær sum persóni, Eirikur? Uppskotið til makrelkunngerð fyri 2016 byggir á somu uppfatan og sama heimildargrundarlag sum fyrisitingin hjá Jacob Vestergaard gjørdi. Landsstýrismaðurin ætlar at bíða við at halda lógina, inntil vit hava fingið eina nýggja lóg Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður Burturstaddur í arbeiðsørindum, fái eg at vita at míni lønarviður- skifti eru for- síðusøga í Sosial- inum. Álopið er persónligt og leggur beint eftir mær. Hetta hóast eg hvørki atkvøddi fyri lønarbroytingunum í 1999, ella í 2014, tá fráfarna samgonga broytti hesi lønarviður-skifti. Hetta hevði Eirikur vitað, um hann kannaði málið, ella spurdi meg. Tí tað er ikki rætt at »Páll á Reynatúgvu hevur tryggjað sær 46.500 kr. í pensjón«. Tað er væl skilligt, at lønarviður- skiftini hjá løgtingsformanninum verða viðgjørd, og í samrøðu við annan blaðmann vísi eg í sama blaði á, hvussu óheppið tað var, tá fráfarna samgonga broytti viðurskiftini hjá lLandsstýrisfólki uttan samstundis at viðgera viðurskiftini hjá løgtingsfólkum. Í løgtingsformansskapinum reisti eg tað óhepna í hesum máli farna valskeið, tó uttan at fáa undirtøku fyri tí. Hettar hevði Eirkur Lindenskov fingið at vita, um hann hevði sett seg í samband við meg, ella um hann legði í at lýsa málið, sum tað er. Men Eirikur Lindenskov sjálvur hevur hvørki ringt ella skrivað til mín um málið. Forsøgan til íkomnu støðuna Undanfarna landsstýri valdi at broyta landsstýrismannalønirnar og eftirlønirnar. Stutt sagt gera lønina betri, og eftirlønina verri fyri løgmann og landsstýrisfólk, sum eru sett eftir valið 1. sep- tember 2015. Í lógini um lønar- viðurskifti løgtingsmanna er ásett, at løgtingsformaðurin hevur somu løn sum løgmaður. Tí viðførdi hækkingin í lønini hjá løgmanni, at lønin hjá løgtingsformanninum eisini hækkaði eftir valið. Eftirlønarviðurskiftini hjá løg- tingsformanninum eru kortini óbroytt, tí at lønar og eftirlønar- viðurskiftini hjá løgtingsmonnum ikki vóru broyttar samstundis sum lønir og eftirlønir landsstýrisins. Við øðrum orðum, uttan mun til hvør endaði sum løgtingsformaður eftir valið, hevði viðkomandi kom- ið í júst somu støðu sum undir- ritaði. Fingið løn sum løgmaður og pensjónsrættindi sambært lóg um løgtingsmenn. 19 aðrir tinglimir hava atkvøtt hasa lógina ígjøgnum, og neyvan hava teir gjørt tað, tí at teir spáddu at eg skuldi koma í sessin sum løgtingsformaður. Eitt samt Løgting valdi meg í starvið sum løgtingsformaður, eitt starv, ið gevur mær stórar og spennandi avbjóðingar, og eitt starv, sum eg ikki kundi siga nei til, uttan mun til hvørji lønar- og eftirlønarviðurskifti eru galdandi í starvinum. Í hesum starvi er ein av mínum størstu uppgávum, at uppbyggja tignina og virðingina fyri Føroya Løgtingi, tí kann eitt tílíkt álop á løgtingsformannin ikki standa ósvarað. Politikarar skulu ikki áseta síni egnu lønar- og eftirlønarviðurskifti Pínligasta málið yvirhøvur at viðgera á Tingi er lønar- og eftir- lønarviðurskifti hjá løgtings- og landsstýrisfólkum, og havi eg altíð hildið, at hendan uppgávan skuldi ligið hjá øðrum at gera av. Nú uppgávan at rudda upp í skipanini onkursvegna er lend í mínum føvningi, fari eg sjálvandi at taka ábyrgdina á meg at fáa greitt viðurskiftini. Men nú, sum áður, verður tað ikki eg, sum komi við einum tilmæli um tað. Tí at áseta míni egnu lønar- og eftirlønarviðurskifti sum løgtings- maður havi eg ongantíð gjørt, og tað fari eg heldur ikki. Kári og havnin í Havn Heðin Mortensen borgarstjóri Herfyri var Kári Mikkelsen »neu- tralur« viðmerkj- ari í sjónvarps- sendingini »Heðin og Havnin« hjá Jan Lamhauge um og ímóti mær sum borgarstjóra. Hvussu neutralur Kári Mikkelsen er, sæst best, nú hann í Sosialinum 13. januar kemur við einum longum, persónligum álopi á meg. Atfinningarnar snúgva seg í høvuðsheitinum um Tórshavnar havn, har hann avdúkar eina totalt vantandi fatan av, hvørjum stórur partur av havnarfólki livir av. Eisini er hann komin alt ov seint inn í viðgerðina av hes-um máli, tí sokallaðu »bíligari« loysnirnar, hann grevur fram, eru langtsíðan afturvístar sum ónýtiligar og ov kostnaðarmiklar. Høvuðsargumentið móti havn- arútbyggingini er nú reduserað til, hvussu nógv av Nólsoynni sæst úr Sandágerði. Sandágerð er serstakt umhvørvi, eingin ivi er um tað. Her spæla børnini, her eru summarsólstøður – og her fara vit í grind. Men útbyggingin broytir einki av hesum. Møguliga broytist útsýnið til Nólsoynna nakað, men Nólsoyggin sæst betur í fullari longd úr so mongum øðrum støðum í Havnini. Hevði hesin hugsunarháttur verið gamal í Føroyum, so var Skansin aldri bygdur, tí hann møguliga tók útsýni frá onkrum. Og so var onki bygt í Tórshavnar havn yvirhøvur, hvørki Bacalao ella Skipasmiðjan, fyri ikki at dálka »mest teknaða útsýni í land- inum«. Ein niðurstøða hjá Kára er, at eg renni ørindi fyri »kapital- áhugamálini«. Møguliga so, men eg havi eisini áhugamál í, at 700 familjur í Havn framhaldandi fáa sína dagligu høvuðsinntøku av økinum hjá Tórshavnar havn. Tørvurin á arbeiðsplássum økist, men samstundis er menningin við at steðga upp, tí vit ikki eru sloppin at byggja út. Og eg veit ikki, hvat hesi túsundtals fólk halda um argu- mentini hjá Kára, men tey liva altso av hesum, ið Kári kallar »fjøll av marglittum og ósjarmerandi bingjum« frá Eimskip, FaroShip, Smyril Line og øðrum. Eg veit ikki, um tað hjálpir Kára nakað, men eftir útbyggingina av havnini verða hesar bingjurnar fluttar longur burtur frá býnum, so kanska hann sleppur undan at síggja búmerkini hjá »kapital- áhugamálunum«. Tíbetur hava verkafeløgini, sum umboða hesi mongu, sum liva av Tórshavnar havn beinleiðis ella óbeinleiðis, valt at standa saman við býráðnum um eina sterka og framtíðartryggjaða havn í høvuðsstaðnum. Og hóast kreftirnar eru sterkar at toga alt úr Havnini, so fáa vit nú tryggjað og økt um arbeiðsplássini til felags gagn. Annars skal Kári hava tøkk fyri rós um eina vælstýrda Havn.