týsdagur 19. januar 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. januar 2016 · Nr. 8
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagin 23. november 2015
andaðist Jóan Petur Andreasen í
Havn 94 ára gamal.
Jóan Petur var føddur á Eiði
17. januar 1921, so hann gjørdist
næstan 95 ár. Foreldrini vóru
Hans Petur í Heinastovu úr Vík
og Jørgina, ættað av Brúgv á Eiði.
Jóan Petur var elstur av 6 systkjum,
trý av systkinum eru ikki ímillum
okkara longur. Tvær systrar búgva
í Danmark og elsta systurin býr á
Mørkini í Streymnesi.
Sum 4 ára gamal flutti Jóan
Petur við foreldrunum av Eiði
suður á Oyrarbakka at búgva. Jóan
Petur giftist Annu Margretu, sum er
ættað úr Vági. Hon flutti saman við
foreldrunum norður á Oyrarbakka
sum smágenta. Anna og Jóan Petur
fingu tvey børn, Birgir, sum saman
við familjuni eigur og rekur Ide
Møblar, og Sólrun, sum í mong ár
hevur búð á Rhoodos.
Sum heilt ungur gjørdist Jóan
Petur sjómaður. Hann sigldi við
føroyskum skipum, mest sum
motorpassari, og í 1944 fór hann til
Íslands. Fyrst í 60-unum fór Jóan
Petur at føra motorbátin Sigmund,
sum sigldi við ferðafólki millum
Oyrarbakka og Hvalvík. Í 1969
gavst hann at sigla við Sigmundi
og
keypti
saman
við
øðrum
Sundaferguna, sum tók 20 bilar.
Sundafergan sigldi millum Oyri,
Hósvík og Selatrað. Hann sigldi
við sum maskinmaður øll árini,
til Sundafergan varð seld í 1976, tá
Norðskálatunnilin læt upp.
Anna og Jóan Petur fluttu til
Havnar at búgva mitt í sjeyti-
árunum. Tá fór Jóan Petur at trola
eftir hummara við Sigmundi, og
seinni fór hann at royna við rúsum
eftir hummara. Eitt tíðarskeið var
hann blandimeistari hjá byggi-
felagnum Pihl & Søn.
Jóan Petur var ein av teimum
stillu í landinum, sera róligur og
leyp ikki framav. Tað gav at bíta, tá í
hol kom á bátin hjá honum av ísi ein
kaldan vetrardag í Sundalagnum,
og báturin sakk undan honum.
Eftir at hann var komin í land, fór
hann inn á Gummibátatænastuna
og spurdi um teir kundu leggja
gummubátin saman fyri seg. Teir
spurdu, um hann bara hevði blást
hann upp. Nei, eg sakk í morgun,
var svarið. So róligum manni høvdu
teir ikki møtt áður.
Jóan Petur var sterkur og hevði
góða heilsu. Hann fiskaði hummara,
til hann 80 ára gamal seldi bát og
reiðskap. Á gamalsaldrinum var
hann fleiri ferðir uttanlands og
ferðaðist. Hann vitjaði t.d. dóttrina
og hennara familju á Rhoodos, eis-
ini var hann í Danmark og Norra.
Jóan Peturi dámdi sera væl at
lesa, og serliga vóru tað Siglingar.
søgan og andaligar føroyskar bøkur
sum lisnar vóru. Eisini tók hann
møtir, andaktir og kirkjugongd,
sum var sent í sjónvarpinum, upp
á band, og síðani kundi hann sita í
fleiri tímar við áhuga og lurta eftir
hesum.
Fyri tveimum árum síðan datt
hann og var so óheppin at bróta
armin. Hetta førdi við sær, at hann
misti førleikan, og seinastu tíðina
búði hann á Lágargarði. Jóan
Petur átti trý abbabørn og tvey
langabbabørn, nú hann andaðist.
Ærað veri minnið um mann,
pápa, verpápa, abba og langabba
okkara Jóan Petur Andreasen.
Birgir
NØVN
Stutt undan jólum andaðist kæri
starvsfelagi okkara Nikos Kapnas.
Nikos hevði serligar tónlistar-
gávur, og hesar nutu vit í musikk-
skúlanum so mangan gott av.
Ofta hoyrdust vøkru tónar úr
bratsjini í skúlanum, og ljómurin
fangaði bæði okkum sum starvast
í skúlanum og tey sum vitjaðu. Tað
var nakað serstakt við spæli hans-
ara, líka so fjøltáttað sum Nikos var
sum menniskja.
Nikos og familjan komu til
Føroya seinast í nítiárunum, og
hava síðani tá livað og virkað her
í landinum, fjarskotið frá teirra
egnu.
Nikos hevur øll árini undirvíst
í musikkskúlanum, og hansara
hegni til tónleik kom til sjóndar
allastaðni, hann var.
Í Musikkskúlanum var Nikos til
íblásturs fyri okkum onnur, og við
næmingarnar hevði hann eitt heilt
serligt tilknýti.
Mamma Nikos var russisk og
pápin úr Grikkalandi, og gav hetta
Nikos eitt serligt opið og frítt lyndi,
sum var okkum so kært. Serligan
alsk hevði hann til børn, bæði tey
sum hann undirvísti og børnini hjá
okkum starvsfeløgum.
Nikos varð føddur og vaks upp í
Tashkent í Uzbekistan, og tá Nikos
var tannáringur, flutti familjan til
Grikkalands at búgva.
Nikos vaks upp við tónleiki og
byrjaði tíðliga at spæla ljóðføri.
Tá familjan flutti til Grikkalands
fór Nikos á tónlistaskúlan í Tessa-
loniki at nema sær útbúgving og
seinni gekk leiðin til Antwerpen.
Nikos arbeiddi í rúma tíð sum
solobratsjistur í flamlendska út-
varps- og sjónvarpsorkestrinum í
Brússel, áðrenn hann og familjan
fluttu til Føroya.
Vit eru heppin at Nikos, Hed-vig
og børnini valdu at flyta til Føroya.
Teirra íkast til føroyska samfelagið
er dýrabart.
Sum eitt frískt lot uttaneftir
kom Nikos til Føroya og hevur
ríkað okkum so manga løtuna við
serstøku tónlistagávum sínum.
Nikos stríddist leingi við hervi-
liga sjúku, og nú stutt undan jól-um
orkaði kroppur hansara ikki meira,
og andaðist hann í bestu árum.
Vit í musikkskúlanum drýpa
høvur í takksemi fyri at tað untist
okkum at kenna Nikos. Okkara
tankar eru hjá tykkum sum eftir
sita. Má Harrin styrkja tykkum í
sorgini.
Vegna Tórshavnar Musikkskúla
Andrea Heindriksdóttir
Til minnis um
starvsfelaga okkara
Nikos Kapnas
Finnbogi við Gjónna
in memoriam
f. 6. januar 1939 – d. 12. januar 2016
Við Gjónna hoyrist sorgarljóð,
nú Finnbogi er farin,
her búðu hann og hansar góð,
her bygdI hann teim garðin.
Tit livdu her í ró so kær,
sum hjún í frið og sælu,
og vóru okkum dreymapar
í verki og í talu.
Tit fingu tríggjar synir við,
so hvørt sum ár tey runnu,
teir vuksu upp við tykkar lið,
til egna rók teir funnu.
---
Tú virkin vart, ja, meir enn fleir,
á landi og á sjógvi,
tú vild altíð meir og meir,
alt gróð á tínum hógvi.
Tú bart í tær tey ættarbrá,
sum snildir mangar vístu,
og í tær virkisfýsni lá,
sum hug og hegni hýstu.
Og trúskapur tær lá í lund,
vit kundu til tín leita,
tú álit vart í hvørji stund
til vinarhond at veita
Um sjúka rendi teg um koll,
og lív ei meir var gaman,
so var Katrina altíð holl,
og øll tit stóðu saman.
Tú vanst teg aftur fleiri ferð,
tú vart sum altíð treiskur,
tú tolin vart í sjúkuverð,
um dagur hvør var beiskur.
At enda náddi deyðin teg,
um tú mót lív teg toygdi
og trá tín lá til lívsins veg,
teg deyðin loksins boygdi.
Nú hvíld sær fann títt jarðar hold,
har frægir undan fóru,
har einglar andan upp úr mold
til ævinleikan bóru.
Tú reisti varða við tín veg,
ja, heilt til evsta liðið,
so vit við virðing æra teg:
Vár vinur: »Hvíl í friði.«
Liv heilur nú í Himnalon,
sum goymir nú tín anda,
øll bygdin saknar sárt sín son,
– eg vin og farnan frænda.
---
Til tykkum, sum hann átti her,
í heim og stovu inni,
tit eiga nú, hann fór á ferð,
enn livandi hans minni.
Tí gleðast kunnu tit í sorg,
tá áin kínir lónna,
tí eftir stendur minnisborg
hjá Finnboga við Gjónna.
pmp
Til minnis um
Jóan Petur Andreasen