Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 138.000 FÓLK VITJAÐU BÝARBÓKASAVNIÐ Í HAVN TÍÐINDI Ongantíð áður hava so nógv fólk brúkt Býarbókasavnið í Havn sum í 2015, tá ið talið av vitjandi øktist við heilum 16 prosentum úr 119.000 upp í 138.500. Hetta stendur millum annað at lesa í nýggj­ astu ársfrágreiðingini hjá Býar­b­ókasavninum. Helst eru fleiri orsøkir til positivu gongdina á Býar­ bókasavninum, eitt nú hev­ur tað munað væl, at upp­latingartíðirnar í 2015 vórðu víðkaðar við 22 tím­ um um vikuna, og at bóka­ savnið síðan tá hevur havt opið hvønn dag í vikuni. Upp­latingartíðirnar eru nú mánadag til hósdag frá kl. 9-21, fríggjadag frá kl. 9-18, leygardag frá kl. 10-16 og sunnudag frá kl. 14-17. Flestar vitjanir vóru í mars og í summarmán­að­ un­um. Ein partur stav­ar frá ferðafólki, sum vitj­ aðu í sambandi við sólar­ myrk­ingina, og teimum, sum vóru við mongu stóru cruiseskipunum í summ­ar. Ein stórur partur stav­ar frá ólavsøku, tá ið Býar­bóka­ savnið og kaféin høvdu opið, og fleiri tiltøk vóru. Eis­ini sæst barnavalið, sum var hildið í sambandi við løg­ tingsvalið, aftur í økta tal­in­ um av vitjandi í august. Umframt broyttu upp­ latingartíðirnar, sólar­myrk­ ing­ina og barnavalið, vóru eisini fleiri nýggj tilboð til lesandi, bæði ung og vaks­ in. Í desember bjóðaði Býar­ bókasavnið lesandi um­støð­ ur at lesa í, og í apríl varð farið undir lektiuhjálp á Býar­bókasavninum, ser­liga ætlað ungum í fram­halds­ deild og miðnámi. Eisini skipaði kvøldskúlin fyri kvøld­skúlaskeiði á bóka­ savn­inum í heyst, og ein roynd varð eisini gjørd við før­oyskt­undirvísing fyri út­ lend­ingar. Hóast ein lítil øking sæst í talinum av skrásettum lánarum og í talinum av lán­arum, sum nýttu sítt lánara­kort í árinum, stendur samlaða útlánið av bókum og øðrum útlánstilfari at kalla í stað í 2015 í mun til 2014. Hetta er ein broyting í mun til undanfarin ár, tá útlánið hevur verið støðugt lækkandi. Útlánið av e-tilfari var í 2015 4% av samlaða útláninum móti einans 1,6% í 2014. Samanumtikið kann so­ statt staðfestast, at góða gongdin hjá Býar­bóka­savn­ in­um seinastu árini heldur fram, og at tørvurin á einum vælvirkandi og rúmligum býarbókasavni í miðbýnum í Havn ongantíð hevur verið størri. Ársfrágreiðingin hjá Býarbókasavninum í Havn kann lesast í síni fullu longd á www.bbs.fo Spennandi ferð til Hollands í kjalarvørrinum av Westerbeck Tað var ein av tátíðar størstu reiðarafyritøkum í heiminum, V.O.C., ið átti Wester­beck. Posta  hevur gjørt av at geva út frímerki við Westerbeck, og í hes­ um sambandi verð­ur skip­ að fyri ferð til Hollands í døgunum 17. til 21. februar. Flogið verður úr Føroyum til Keyp­manna­havnar og víðari við bussi til fyrst Amsterdam og síðani Rott­er­dam. Útgávan av nýggja frímerkinum hjá  Posta­fer fram í ein­ um  skips­muse­um  í Rott­ er­dam. S k i p s v a n l u k k a n við  Lop­ranseiði  hevur djúp­ar røtur í føroyska sam­fe­lag­num, tí mett verð­ur, at fleiri túsund før­oy­ing­ar hava ættar­ bond til mann­ing­ina á West­er­beck. Tað er ein av eftir­ kom­ar­unum av ein­um av mann­ingini, Sám­ al Bláhamar, ið skip­ar fyri túrinum til Hollands. Við á ferðini er, Mathias Lassen, ið hevur skri­vað bókina um West­er­beck, sum kom út í 2008. Fríðálvur A. Jensen Tað skal STÓRT dirvi til at fara frá tí vit kenna á útgávuni SLØR í hesa upp­setingina, men hetta er jú Eivør og hennara leitan eftir nýggjum. Løgini Salt, Verð Mín og Slør hevur hon her sett upp til eina meira gandakenda uppseting, so ein fær hesa kenslu at verða førdur inn í søgnina um Kópakonuna. Mann kann so kanska siga, um hetta var rætta høpið fyri hesi løgini, men sjálvur meini eg, at hon nú bara fekk undirstrikað týdningin og tað hon hevur upp á hjartað. Tað er ongin ivi um, at hon gjarna vil hava okkum at kenna hetta episka - at verða førd niður í dýpið og inn í látrini, har hon fegin vil hava okkum at kenna lagnuna, gleðina, kærleikan og sorgina. Uppsetingin er sera væl frágingin og soundurin livur sanniliga upp til hetta – at vit skulu sita eftir við hesi kensluni av uppliving og ríkaði við eini frásøgn. Hetta er ikki bara ein søgn, men er sanniliga eisini viðkomandi í okkara dagliga samfelag, so hevur má eg bara aftur strika undir, at tað saktans ber til at fáa hesa samanrenningina millum episku og tónleikaligu kensluna. Løgini á “AT THE HEART OF A SELKIE”: 1. Havet – The Ocean 2. Trettanda Nátt – Epiphany 3. Verð Mín – Be Mine 4. Uden Herren opholder vort hus og gård – Wedding 5. Slør – Veils 6. Vøgguvísa, ein kópakona syngur – Lullaby 7. Når jeg betænker den tid og stund – Dream 8. Salt – Salt 9. Elskaði – My Beloved 10. Jeg vil mig Herren love – Return 11. Lat meg – Let Me Mítt val í sendingini Kvørnin: Eg valdi júst lagið “Verð Mín”, tí her fær lagið júst tað rætta elementið, har Kópa­ konan stendur og verður eitt við sín og har ein kann merkja tónleikin onkurs­ vegna fylgja upp. Vit verða onkursvegna tikin við inn í hetta kenslu­ liga, sum Eivør fær upp í eina hægri eind. Stjørnur: Ein kann so spyrja, um Eivør er meira ein “preformari” heldur enn útgevari, men har er mín greiða niðurstøða, at hon megnar bæði til UG! Júst tí fekk hon 6 av 6 størnur frá mær fyri út­ gávuna “AT THE HEART OF A SELKIE”, tí hon aftur her hevur megnað at leggja eitt gott verk úr hondum og fingið góðan styrk aftur at sær. Nærverandi og djørv UMMÆLI – tí, Eivør megnar hetta at gera tónleikin um til LØTUNA Mett verður, at ikki minni enn fýra- fimm túsund føroyingar eru eftir­ komarar av manningini á hollendska­ eysturindia­fararan­um »Westerbek«, ið sigldi á land og sakk sunnan fyri Loprans­eiði 2. september 1742