týsdagur 9. februar 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú hava vit tikið eitt tak fyri at gera tað bíligari hjá ungdóminum,
men nú mugu landspolitikarar eisini ganga plankan
MUGU HJÁLPA
TIL FYRI AT GERA
TAÐ BÍLIGARI
HÚSALEIGA
Áki Bertholdsen
– Nú hava vit í kommununi
tikið eitt tak fyri at útvega
teimum
ungu
íbúðir
at
búgva í ímeðan tey lesa. Men
tað er ikki nokk.
Tað staðfestir Annfinn
Brekkstein, býráðslimur í
Havn.
Og tað, hann sipar til, er
avgerðin um at gera ein part
av Kommunuskúlanum til
lestrarbústaðir.
Tað er ein verkætlan,
sum kostar 50 milliónir, har
Tórshavnar Kommuna rind
ar 15 milliónir, og Bústaðir
rinda restina.
Men hóast kommunan
rindar ein part, og hóast
roynt verður at fáa leiguna
so bíliga sum gjørligt, held
ur Andrass Róin, stjóri í
Búrstøðum, at tað verður
ómøguligt at fáa leiguna bí
ligari enn 3.000 krónur um
mánaðin fyri eina lítla íbúð
við einum verilsi, og 4.000
krónur um mánaðin fyri
eina størri íbúð við tveimum
verilsum.
Og allir partar eru greiðir
yvir, at tað er nógv meiri enn
pengapungurin hjá teimum
allarflestu lesandi, klárar.
Vísa tað í verki
Annfinn Brekkstein, sigur,
at uppundir løgtingsvalið
lovaðu fleiri valevni at bøta
um umstøðurnar hjá teimum
lesandi.
– Nú mugu tey eisini
ganga plankan og vísa, at teir
meintu tað, sigur hann.
hann sigur, at skal nakar
møguleiki verða hjá lesandi
at fáa tak yvir høvdið, verður
avgerandi neyðugt, at landið
letur okkurt slag av stuðuli,
antin bústaðarstuðul fyri at
fáa leiguna niður, ella hækk
aðan lestrarstuðul, ella eitt
sindur av hvørjum.
– At stig eru tikin til
at gera lestrarbústaðir, er
avgjørt bara tað fyrsta stigið,
men tað er avgerðandi at
landið eisini er við og letur
stuðul soleiðis at tað ber til
at halda eina leigu, sum tey
lesandi eru før fyri at gjalda.
– Men sjálvandi skal íløg
an hjá Bústøðum forrentast
aftur, so at felagið er altíð
hevur fígging til at halda
fram at byggja íbúðir.
Studningurin til lesandi
er bara 3.800 krónur um
mánaðir, og sjálvur heldur
Annfinn Brekkstein ikki, at
leigan kann verða hægri enn
2.300 krónur um mánaðin, tí
tey mugu í allarminsta lagi
hava 1500 krónur eftir at liva
fyri.
– Og tað er kanska enntá
ov lítið, leggur hann afturat.
Býráðslimurin
í
Havn
heldur, at skulu vit fáa fólk
at verða verandi í Føroyum,
verður eisini neyðugt at gera
íløgur í tað endamálið.
Vit arbeiða við
ymsum loysnum
Áki Bertholdsen
– Vit leggja stóran dent á, fyr
av álvara at fáa sett ferð á at
byggja íbúðir til lesandi.
Tað sigur Kristina Háfoss,
landsstýriskvinna í fíggjar
málum.
Hon er samd við Annfinni
Brekkstein,
býráðslimi
í
Havn, at sum er, klárar Bú
staðir ikki einsamalt at leiga
lestraríbúðir út so bíliga, at
lesandi hava ráð til tær.
Tí verður neyðugt at fáa
leiguna niður.
– Tað er eitt mál, vit ar
beiða við, og vit hava longu
havt fleiri fundir við Bústaðir
um ymsar møguleikar, sigur
landsstýriskvinnan.
Men hon sigur, at talan
kann vera um at at hækka
lestrarstuðulin, ella at lata
eitt
beinleiðis
bústaðar
ískoyti.
Kristina
Háfoss
vísir
á, at stuðulin til tey, sum
fara undir hægri lestur, er
munandi lægri í Føroyum,
enna hann er í Danmark,
har nógvir føroyingar fara
at lesa.
Talan kann eisini verða
um at lata Bústøðum ein ser
ligan stuðul til hvørja verk
ætlan, fyri at fáa leiguna
niður, men tað er so ein støk
íløga í hvørja einstaka verk
ætlan, har bústaðarískoyti,
ella hækkaður lestrarstuðul,
eru varandi útreiðslur.
– Men loysnin kann eisini
verða ein samanrenning av
fleiri møguleikum, leggur
hon afturat.
Landsstýriskvinnan sigur,
at samgongan er samd um at
næsta ár skal brúkast til at
bøta um umstøðurnar hjá
teimum lesandi.
Tað er eisini eitt, sum
verður mælt til í ætlanini
um at skapa fólkavøkstur í
Føroyum, leggur hon afturat.
Hon sigur kortini, at enn
er so stutt fráliðið, at tað
er ómøguligt at siga, hvør
loysnin verður.
– Tey ungu hava ongan møguleika at rinda so høga
leigu, og tí slepst ikki undan, at tað almenna hjálpir
til, sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn
Vit leggja stóran dent á at útvega fleiri íbúðir til lesandi - og at fáa leiguna nóg langt niður
– Vit eru samd um at brúka næsta ár
til at bøta um umstøðurnar hjá lesandi
í Føroyum, sigur Kristina Háfoss,
landsstýriskvinna í mentamálum