týsdagur 9. februar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Samgongan arbeiðir við fleiri tiltøkum, sum fara at gera tað bíligari at keypa og at hava elbil í Føroyum
SKAL VERÐA NÓGV
BÍLIGARI AT HAVA
ELBIL Í FØROYUM
LÆKKING
Áki Bertholdsen
– Skulu vit av álvara fáa
føroyingar at keypa elbilar,
kemur tað ikki av sær sjálv
um.
Tað staðfestir Kristina
Háfoss, landsstýriskvinna í
fíggjarmálum.
Og nú ætlar samgongan
sær undir eitt rættiligt átak
fyri at gera tað meiri lokk
andi
hjá
føroyingum
at
keypa elbilar, heldur enn at
keypa bilar, sum brúka ben
sin ella diesel.
Fyrstu stigini eru longu
tikin við tað, at sum er, rinda
elbilar ikki skrásetingargjald
og harafturat verður upp
skot skjótt lagt fyri Løgtingið
um at tey, sum hava elbilar,
og brúka el til at hita húsini
við, skulu fáa bíligari streym.
Ein onnur avbjóðing er,
at tað eru so fáar løðistøðir
til elbilar kring landið, men
eisini tann tátturin er tikin
upp. Fyrsta løðistøðin er sett
upp í Klaksvík, í næstum
verður ein sett upp í Havnini
og síðani verður farið kring
landið at seta løðistøðir upp.
Nógv bíligari
Men Kristina Háfoss sigur,
at nú fer samgongan so und
ir nøkur átøk afturat, sum
av álvara skulu gera tað
lokkandi hjá føroyingum at
keypa elbilar.
– Samgongan hevur sett
sær fyri at gera Føroyar
grønari, og ein týðandi liður í
tí er at fáa fólk at keypa elbil,
heldur enn bil, sum brúkar
bensin ella diesel.
Spurningurin um elbil
ar varð reistur á Ungdóms
tinginum hjá Løgtinginum
í farnu viku, har Ingi Birgis
son Davidsen spurdi lands
stýriskvinnuna, hvussu hon
ætlaði at strimbra søluna av
elbilum. Hann heldur, at tá
ið hugsað verður um, hvussu
nógv minni elbilar dálka,
enn diesel- og bensinbilar,
er tað undarligt, at myndug
leikarnir ikki gera meiri fyri
at eggja fólki til at keypa el
bilar.
Kristina Háfoss sigur, at
hetta er ein spurningur, sam
gongan hevur tikið upp.
Hon sigur, at serliga verð
ur hugt eftir vegskattinum.
– Tað, vit arbeiða við, er
at finna eina skipan, har
vegskatturin ikki longur skal
verða ásettur eftir, hvussu
nógv ein bilur vigar, men
ístaðin eftir, hvussu illa hann
dálkar, sigur Kristina Háfoss.
Hon sigur, at í hesum
sambandi verður í fyrra lagi
hugt eftir útlátinum koltví
súrni, ella co2 útlátið, og út
látið av bitlum.
– Sostatt fara elbilar at
kalla slett ikki at rinda veg
skatt yvirhøvur, og sam
stundis
fara
aðrir
bilar,
sum brúka bæði vetni og
bensin ella diesel, at rinda
nógv minni í vegskatti, sigur
Kristina Háfoss.
Men um tað so afturfyri
fer at merkja, at bilar, sum
dálka illa, fara at rinda hægri
vegskatt enn nú, veit hon
ikki.
Bíligari at keypa
og at eiga
Hon sigur, at ein annar
møguleiki, sum eisini verður
kannaður, er at gera elbilar
mgv fríar, í hvussu so er í eitt
avmarkað tíðarskeið fyri at
seta ferð á søluna.
Hon sigur, at roynt verður
at hava so fá undantøk í mvg
lógini, sum gjørligt, men
kortini verður umhugsað at
gera elbilar mvg fríar í eitt
avmarkað tíðarskeið.
– Tað verður tað útgrein
andi kanningararbeiðið sum
fer at vísa, akkurát, hvussu
tað verður við tí. Men enda
málið skal heilt greitt vera,
at tað skal loysa seg betri at
útvega sær, og at hava ein bil,
sum dálkar lítið, heldur enn
ein, sum dálkar illa, sigur
hon.
Hon staðfestir, at verður
mvg avtikið, afturat tí, at
skrásetingargjaldið er strik
að, fer tað at verða nógv bí
ligari at keypa sær ein elbil,
og verður tað harafturat so,
at streymurin verður bíligari,
og teir at kalla sleppa undan
at rinda vegskatt, verða teir
eisini munandi bíligari at
eiga.
Kristina Háfoss sigur, at
enn er ikki greitt, nær hetta
arbeiðið verður liðugt, men
tað verður í øllum førum í
ár, har endamálið er at koma
við eini pakkaloysn, sum ger
tað meiri lokkandi at fáa sær
bilar, sum ikki dálka.
Landsstýriskvinnan stað
festi kortini eisini fyri Ung
dómstinginum,
at
hóast
tey royna at eggja fólki til
at fáa sær elbil, liggur onki
í kortunum um at forbjóða
bilum, sum brúka bensin
ella diesel, heldur ikki í fram
tíðini.
LOKKANDI
Samgongan arbeiðir nú við fleiri átøkum, sum fara at gera tað meiri lokkandi hjá føroyingum at keypa elbilar