týsdagur 9. februar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MELDURIN
Ein spurningur, sum fleiri
ferðir er vendur í vinnuni er,
hvat fer at enda við teimum
hvílandi loyvunum, sum ikki
verða brúkt í løtuni.
Verður tað soleiðis, at tey
verða aktiverað aftur, um
fiskiskapurin undir Føroy
um batnar aftur.
– Í hvussu so er, so fer
ongin at keypa sær fiskirætt
indi og so ikki brúka tey, so
sjálvt um brúksskylda ikki
verður ásett, so verða loyvini
brúkt um tey verða keypt,
sigur Aksel V. Johannesen.
Heilsuøkið
Eitt annað stórmál, sum er á
breddanum, er heilsuøkið.
Ein risastórur bólkur er
farin til arbeiðis og hann
skal lnogu hálvan mai koma
við einari niðurstøðu.
– Tað er neyðugt, at vit fáa
hetta gjørt. Tað kann gott
vera, at tað eru gjørd fleiri
álit fyrr, men tey eru gjørd
úr erva. Nú eru tey, sum
veruliga arbeiða í heilsuverk
inum tiikin við. Tí vænti eg,
at hetta verður lættari at fáa
ígjøgnum, sigur løgmaður.
Arbeiðsbólkurin
hevur
fingið stutta tíð, men ikki
ov stutta. Faktisku upplýs
ingarnar eru lættar at koma
til, tí tær standa í álitum, sum
longu eru gjørd.
Aksel V. Johannesen sig
ur, at arbeiðsbólkurin skal
koma við einum uppskoti,
hvussu vit fáa mest burturúr
teimum trimum sjúkrahús
unum, sum vit hava. Talan
verður við øðrum orðum ikki
um at niðurleggja nakað av
sjúkrahúsunum,
– Ein annar spurningur,
sum eisini skal viðgerast,
er, hvussu vit fáa neyðugu
manningina til sjúkrahúsini
í Føroyum. Tað er ein trupul
leiki í Norðurlondum at
manna sjúkrahúsini í út
jaaranum, so hetta er nakað
vit eisini mugu fyrihalda
okkum til, sigur hann.
Pensjónsmálið
Pensjónsmálið stendur eis
ini ovarlaga á breddanum.
Hetta tí at vit gerast fleiri og
fleiri eldri og tí tamarhald
má fáast á búskapinum í
framtíðini, so hann verður
haldførur.
– Eg eri fegin um tað, sum
vit fingu gjørt í fíggjarlógini,
so pensjonistarnir fáa tað
eitt sindur lættari og at
barnafamiljurnar eisini hava
fingið tað lættari. Vit lovaðu
at arbeiða fyri einum javnari
samfelag og tað hava vit eis
ini gjørt, sigur løgmaður.
Hann leggur stóran dent
á, at tað er neyðugt at til
passa útreiðslur og inntøkur
í framtíðini.
Millum annað tí lækkaði
grundupphjæddin
í
fólkapensjónini og hækkaði
úr Samhaldsfasta.
– Vit vistu øll, at árgang
urin sum fær pensjón nú, er
serliga stórur. Eini 400 fólk
fáa pensjón í ár, so neyðugt
var at gera hetta, sigur løg
maður.
Aldurssamansetingin
av fólkinum komandi árini
verður eisini soleiðis, at vit
gerast uppaftur fleiri eldri
og færri fólk, sum eru yngri
enn 40 ár.
Longu nú og næsta ár
heldur tað almenna aftur
við íløgunum, so búskapurin
ikki verður yvirupphitaður.
– Íløgurnar hjá landinum
eru 220 milljónir krónur í ár,
meðan tær hjá kommun
unum eru meira enn dupult
so stórar. Tað mugu vit fáa
tamarhald á, sigur løgmaður.
Í næstum verður fundur
millum
fíggjarmálaráðið
og kommunurnar um hesi
viðurskifti og roynt verður
at finna eina avtalu um ein
javnavág í íløgunum hjá
landinum og kommununum.
Gongur eftir ætlan
Løgmaður heldur, at fleiri
uppgávur eru eftir at loysa
og at nýggjar stinga seg upp
alla tíðina.
Hann vísir á hvussu skila
gott tað er at tillaga sam
felagið
eftir
konjunktur
unum. Í løtuni gongur alt
við – fiskaprísirnir eru góðir,
oljuprísirnir lágir og rentan
lág.
– Vit vita, at hetta fer at
broytast, so vit mugu gera
samfelagið klárt til at taka
ímóti hesum broytingum,
sigur hann.
Løgmaður sigur, at tað
er av stórum týdningi, at
vit megna at varðveita væl
ferðarsamfelagið.
–
Vælferðarsamfelagið
hevur tørv á at vinnan tjen
ar pengar, men vinnan hev
ur eisini brúk fyri einum
vælferðarsamfelag,
sum
virkar væl. Tí er neyðugt, at
vit øll draga somu línu, tí tað
gagnar okkum øllum, sigur
hann.
Í seinastuni hevur ver
ið orðaskifti millum fram
leiðsluføroyar
og
umsit
ingarføroyar. Tað er eitt
orðaskifti,
sum
neyvan
gagna nøkrum.
– Vit hava brúk fyri øllum
pørtum í samfelagnum. Tí
er hetta orðaskkifti so oyði
leggjandi, sigur løgmaður.
Aksel V. Johannesen hev
ur sum løgmaður valt, bert at
umsita lógarmál.
– Eg havi valt mín leiklut
at vera samskipandi. Eg skipi
fyri landsstýrisfundum og
eg havi regluligar fundir við
landsstýrisfólkini. Mín upp
gáva er at ansa eftir, at onki
politiskt mál eksploderar
uttan at vit eru til reiðar at
takla tað. Tí fylgi eg væl við,
hvat hvørt einstakt lands
stýrisfólk ger, sigur Aksel V.
Johannesen.
arnig@sosialurin.fo
– Mín uppgáva er at ansa eftir, at onki politiskt mál eksploderar uttan at vit eru til reiðar at takla tað. Tí fylgi eg væl við, hvat hvørt einstakt landsstýrisfólk ger, sigur Aksel V. Johannesen
Mynd: Álvur Haraldsen