Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 FYRIBYRGJA EINSEMI VIÐ MATI OG SOSIALARI SAMVERU Ein máltíð er nógv meira enn bara eitt høvi at eta góðan mat, men er eisini ein sosialur pallur har familjan og vinir hittast og njóta sosiala samveru og nærveru LÍVSGÓÐSKA Hallur av Rana Tað hevur Tórshavnar komm­unu ásannað, og er nú er fari undir eini nýggja verk­ætlan, ið skal betra um lívs­góðsk­una hjá eldri borg­ arum, ið búgva heima hjá sær sjálv­um, men fáa mat frá Lágar­garði. Ein máltíð er ikki bara ein máltíð Tað er eitt politiskt ynski, ið liggur til grund fyri nýggju verkætlanini, ið hev­ur fingið heitið Matvinir. Tað er Heilsuhúsið, ið er ein stovn­ ur undir Heilsu- og Um­ sorgar­tænastan, ið varar av verk­ætlanini, sum í fyrstu at­løgu er ein royndar­verk­ ætlan. – Til dagligt fáa 90 fólk mat frá Lágargarði, og ætlan­ in er fyrst at royna hetta við tíggju fólkum. Tað vil siga, at tíggju fólk, ið fáa mat frá Lágargarði, fáa vitjan frá tíggju sjálvbodnum mat­ vinum eina ferð um vik­una, sigur Bjørghild Djur­huus, for­kvinna í Trivnaðar­nevnd­ ini hjá Tórshavnar komm­ unu. Í eini tørvs- og trivn­aðar­ kanning, ið Eldraráðið hevur gjørt millum pensjónistar, varð spurt um, hvat tey held­ ur ynsktu. Eina fimm stjørna máltíð í einsemi ella eina bíliga máltíð við samveru. Ein stórur meiriluti segði, at tey heldur ynsktu eina bíliga mál­tíð har tey høvdu sosiala sam­veru við onkrum øðrum persóni, heldur enn at sita einsa­møll og eta eina góða máltíð. At fyribyrgja einsemi er eis­ini høvuðsendamálið við verk­ætlanini, sam­bært for­kvinn­uni í Trivnaðar­ nevndini. – Hetta er nakað, ið hevur roynt í Danmark við góðum úrs­litum. Endamálið er, at fyribyrgja einsemi hjá fólk­ um, ið sita einsamøll runt um í býnum. Ein máltíð er jú ikki bara ein máltíð. Ein máltíð er eisini samvera og prát, sigur Bjørghild Djurhuus. Í fyrireikingararbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu til verkætlanina verður víst til, at ein máltíð við práti kann hava fleiri positiv árin, so sum sansastimuli, venjing, kenslu av felagsskapi, betri matarlyst og sosiala, likam­ liga og sálarliga vælveru. Ikki tørv á nøkrum førleikum Í samband við at verkætlanin skjótt fer av bakkastokki leitar kommunan nú eftir sjálv­bodnum, ið ynskja at vera ein partur av nýggja til­boð­num til einsamar pen­ sjón­istar. – Dámar tær at gera onkr­ an glaðan ella eta saman við øðr­um, og hevur tú tíð eina ferð um vikuna, so er tað tær vit søkja eftir, skrivar komm­un­an í lýsingini eftir mat­vinum. Kommunan leggur harvið ikki upp til, at tey sjálvbodnu hava nakrar serligar før­ leik­ar, ið gera, at tey eru ser­liga væl egnaði at vera mat­vinir. Tað er heldur ikki neyð­ugt, sambært Bjørghild Djurhuus. – Hetta er fyri fólk í øll­ um aldrum og við øllum bak­grund­um. Tað einasta tey sjálv­bodnu verða biðin um at gera, er at koma á gátt hjá onkr­um, borðreiða, eta og rudda av aftaná. Her skal eingin kostnaður vera fyri mat­vin­irnar, so kommunan rindar fyri máltíðina hjá við­komandi, sigur Bjørghild Djurhuus og leggur afturat. – Ein slík vitjan, har tosað verður um vanlig ting sum veðrið, mentan, politikk, ítrótt, familju ella annað er dýra­bart fyri tey eldru og fyribyrgir einsemi. Tað gev­ ur betri orku, matarlyst og lívs­huga hjá teimum eldru, meðan tað at sita einsa­mall­ ur kann føra til einsemi. Útlitini fyri at finna nokk av matvinum eru eisini góð, tí sambært eini tørvs- og trivn­aðarkanning hjá Tórs­ havn­ar kommunu frá 2014, so ynskja 25 prosent av borg­ ar­um millum 60 og 75 ár at vera vitjanarvinir. Verður eftirmett um hálvt ár Í fyrstu atløgu er ætlanin at nýggja skipanin við mat­vin­ um skal royndar­koyr­ast í eitt hálvt ár. Aftaná tað verður hon síðani eftirmett. – Um hálvt ár verður so alt eftirmett. Hvussu er mat­ urin, hvat halda tey eldru, hvat halda matvinirnir, hvat kann gerast øðrvísi og so framvegis. Men vit hava góðar vónir, tí royndir aðra­ stað­nis frá vísa, at eldri fólk fáa eina betri lívsgóðsku, með­an tey sjálvbodnu eru glað fyri at kunna hjálpa, sig­ ur Bjørghild Djurhuus. Sjálv dylur Bjørghild Djur­ huus ikki fyri, at hon fegnast yvir, at verkætlanin hevur eydn­ast so væl. – Hetta er eitt mál, ið eg havi brent fyri, og eg kann bara fegnast um, at tað nú er politiskur meiriluti fyri, at hendan verkætlanin verð­ ur førd út í lívið. Eg eri ikki í iva um, at hetta fer at gera ein stóran mun í ger­andis­ deg­num hjá okkara eldri borg­arum, sigur Bjørghild Djurhuus at enda. hallur@sosialurin.fo – Tíggju fólk, ið fáa mat frá Lágargarði, fáa vitjan frá tíggju sjálvbodnum matvinum eina ferð um vikuna, sigur Bjørghild Djurhuus, forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar kommunu