Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TEAM RYNKEBY LONGU SAVNAÐ INN HÁLVA MILLIÓN Túrurin til París er framvegis langt burturi, men kortini hava súkklararnir í gulu klæðunum savnað inn hálva millión til krabbameinsrakt børn og familjur teirra Barbara Holm – Vit merkja eina øgiliga væl­ vild mótvegis sakini, sig­ur Aksel Haraldsen, um­boð fyri Team Rynkeby. Seinastu tvey árini eru knapp­ar tvær milliónir latnar til børn, sum hava krabba­mein og familjur teirra. Fyrsta árið Team Rynkeby fór av landinum á gulu súkklunum vóru 945.000 krónur latnar til enda­málið, og í fjør var talið 970.000 krónur. Endaliga upp­hæddin av innsavningini í ár er enn ógreið, men greitt er, at talið er komið uppá 500.000 krónur, nú vit skriva februar 2016. Og tá er pen­ing­ urin frá eitt nú galla­døgurða­ num ikki taldur við. – Tað eru inntøkurnar av búmerkjunum á okkara bún­ að, sum hava givið okkum 500.000 longu nú, sigur Aksel Haraldsen. Framvegis verður savnað dúgliga inn til endamálið, og endaliga úrslitið verður ikki greitt, fyrr enn súkklararnir úr Føroyum eru komnir aft­ ur á klettarnar, eftir at hava súkklar úr Klaksvík til París í juli í ár. Aksel Haraldsen Team Rynkeby Team Rynkeby varð stovn­ að í 2002, tá ið 11 motións­ úkklarar, sum høvdu til­knýti til danska djús­fram­leiðaran Rynkeby Foods A/S, gjørdu av at súkkla til París at síggja endan á Tour de France. Rynkeby Foods var høvuðs­stuðul á ferðini, og onn­ur virki stuðlaðu eisini. Fyrsta Team Rynkeby-liðið í søg­uni dugdi so væl at út­ vega stuðul, at tað hevði 38.000 DKK í avlopi, tá ið liðið kom aftur til Danmarkar viku seinni. Peningin læt Team Rynkeby barnakrabba­deild­ ini á Odense Universitets­ hospitali, og ein sið­venja sá dagsins ljós. 1.600 súkklarar úr fimm londum Team Rynkeby telur nú 1.600 rørslusúkklarar og 400 hjálparar deild út á 38 ymisk lið í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Føroyum. Súkklararnir eru valdir ímillum fleiri túsund um­ søkj­arar, sum hava fylt um­ sóknar­blaðið út á heima­ síðuni hjá Team Rynkeby. Peningurin fer óskerdur til børn við krabbameini og familjur teirra Meginpartin av einum ári skulu súkklararnir ikki bara vera førir fyri at súkkla teir stívliga 1.200 km til París – teir binda seg eisini at ar­ beiða fyri at útvega pen­ing til børn við krabba og fam­ iljur teirra. Rynkeby Foods A/S rindar allan vanligan kostnað, sum merkir, at peningurin, sum Team Rynkeby savnar í hvørjum einstøkum landi, fer óskerdur til Krabba­meins­ Byrjaði tilvildarligt Team Rynkeby er eitt norður­ lendskt vælgerðar súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra