Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 TEAM RYNKEBY Óskerdur stuðul til børn við krabba­mein Leygarkvøldið verður Hotel Føroyar karmur um eitt serstakt gallatiltak, sum Team Rynkeby Føroyar skipar fyri. Ongar útreiðslur eru av tiltakinum, og tí fer hvør króna óskerd til børn, sum eru rakt av krabbameini Barbara Holm Guðrun Sólja Jacobsen, Signar í Homrum, Kristina Bærendsen, Bollarnir, Petur Háberg, Tórshavnar Manskór, Hallur Joensen, Døgg Nónsgjógv, Rudolf Joensen. Øll hesi fara leygar­kvøldið at stuðla børn­um við krabbamein, tá ið tey ókeypis fara at framføra á Hotel Føroy­ um, í samband við galla­ døgurð­an hjá Team Rynkeby. Hølini á Hotel Før­oyum, kokkar, tilfar til mat og drekka, ja alt er ókeypis, tí áhugin fyri at stuðla endamálinum er stórur. Og tá ið umræður tæn­ arar, so vera tað súkklar­ ar­nir sjálvir, sum standa fyri tí partinum. – Hetta er rørandi at upp­liva. At so nógv fólk vilja stuðla sakini merkir, at hvør einasta króna, sum kemur inn, fer beint til enda­málið, sigur Aksel Haraldsen, ein av fyri­ skip­arunum vegna Team Rynkeby. Galladøgurðin verður nú hildin fyri triðju ferð. Hini bæði árini hevur hetta eina tiltakið givið yvir 200.000 krónur til krabba­meinsrakt børn, og so­leiðis sær eisini út til at blíva í ár. – Vit hava selt nógv at­gongu­merki, tí fólk vilja fegin stuðla eisini á hendan hátt, sigur Aksel Haraldsen. Enn eru atgongumerki til sølu, og kunnu keypast á hotelforoyar.fo Galladøgurði á Hotel Føroyum: Myndir: Tórvør & Einar Vang felagið. Í Føroyum fer eisini ein partur til Børnecancer­ fonden. Hetta orsaka av at før­oysk børn verða viðgjørd í Dan­mark og kunnu tí njóta ágóðan av limaskapi í Børne­ cancerfonden. Í 2015 læt Team Rynkeby 48,129 mió. krónur stríðnum ímóti barnakrabba – av teim­ um fóru 945.000 krónur til Krabba­meinsfelagið. Felagsskapurin Team Rynkeby er ein norður­ lendsk vælgerðar­verkætlan, sum Team Rynkeby Fonden rekur. Team Rynkeby Grunnurin í Danmark hevur stýri við fimm limum: Jørgen Dirksen, fyrisitingarstjóri í Rynkeby Foods A/S (stýrisformaður), Eva Kjer Hansen, limur í Fólka­tinginum, Jørn Falk, marknaðarstjóri í Rynkeby Foods A/S, Lars Simper, fyri­ sitingar­stjóri í Semler Retail A/S og Jan Pedersen, fíggjar­ stjóri í Rynkeby Foods A/S. Leiðsluni í Team Rynkeby tekur stjórin í Team Rynkeby Fonden sær av, og hann er samstundis landsstjóri fyri Danmark og Føroyar. Eis­ini eru landsstjórar fyri Svøríki, Finnland og Noreg. Van­ liga er tað landsstjórin, sum stýris­bólkurin og luttak­ar­ ar­nir í einstøku londunum hava samband við. Team Rynkeby Grunn­ urin hevur eisini ein sam­ skiftis­stjóra, sum hevur ábyrgd­ina av samskiftinum í verk­ætlanini tvørtur um øll londini, og ein bókhalds­ hjálp­ara, sum tekur sær av fíggjar­viðurskiftunum, send­ ir stuðlum rokningar o.a. Í Danmark og Svøríki er eisini ein ráðgevanevnd, sum gevur landsstjóranum í hvørjum landi ráð. Danska ráð­gevanevndin er sett við øllum liðskiparum, og tann svenska við nøkrum fólkum aftrat, sum hava gott innlit í verk­ætlanina. Í Føroyum er ein Stýris­ bólk­ur sum tekur sær av tí før­oyska partinum av verk­ ætlanini. og er daglig leiðsla hjá Føroyska liðnum. Stýris­ bólk­urin setir ein liðskipara. Liðskiparin stýrir hvørj­ um liði saman við einum stýris­bólki, sum settur er saman av fólki við ymsum før­leika. Á hvørjum liði er eis­ini eru eisini fleiri lykla­ per­són­ar, sum hava ábyrgd av fígging, stuðlum, PR og tænastu – hesi fólk kunnu sita í stýris­bólkinum (men eru ikki noydd til tað).