Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 18 Sosialurin KJAK Ólavur Waag-Høgnesen saman við Evu- Rebekku Sivertsen Løgtingskvinnurnar Bjørt, Hanna, Kristianna og Sonja, ið hava lagt uppskotið fram, skjóta upp, at hjúnabandslógin verður broytt, so eisini tvey av sama kyni kunnu giftast (tó skulu Fólkakirkjan og trúarsamfeløg ikki kunna gifta tvey sama kyni). Hervið hendir tað, at tveir persónar av sama kyni, sum verða vígdir hjá borgarstjóra ella sýslumanni, verða ’hjún’. Ósameinilig útgangsstøði Samkomurnar og partur av Fólka­ kirkjuni halda, at tað er halgibrot, um samkynd verða javnsett við hinskynd í hjúnabandslógini. Sjón­ ar­miðið er, at gamaní er lógarverkið borgarligt, men hjúnabandslógin byggir á kristið virðisgrundarlag. Tí halda samkomurnar og partar av Fólkakirkjuni, at uppskotið um at kalla samkynd parløg fyri ’hjún’ hevur við sær eina stóra og týðandi konflikt um, hvørji grundleggjandi virði samfelagið skal byggja á (sí boks 1 og 2). Sambært LGBT hevur hjúna­ bands­lógin einki við átrúnað at gera: Talan er um borgarligt hjúna­band, ið snýr seg um rættindi og skyldur, og hesi galda fyri øll pør – og fara at galda fyri øll pør, bæði samkynd og hinskynd, um uppskotið um broyting í hjúna­ bandslógini verður samtykt. LGBT hevur sostatt ta fatan, at her er als eingin konflikt (sí boks 3). Hesar uppfataninar eru so ym­ iskar, at tað hevur skapt eina djúpa gjógv millum partarnar, og kann eisini skapa stríð innan kirkjur og samkomur, har fólk hava ymiskar uppfatanir. Tað er eisini óheppið, at løgtingið – tey sum fólkið hevur valt – ikki er (næstan) samt um málið. Hvussu finna vit eitt felags grundarlag? Orðið ’hjún’ hevur so ymiska mein­ ing fyri partarnar, at tað er vón­ leyst at hugsa sær eina semju, um sett verður uppá eina broyting í hjúnabandslógini. Skulu kirkja og samkomur taka undir, so má tað verða ein loysn, har løgtingið ikki staðfestir, at ’hjún’ fevnir um bæði hinskynd og samkynd pør. Skal LGBT taka undir, so má tað verða ein loysn, ið ikki ger mun á pørum. Hvussu fáa vit ta kabaluna at ganga upp? Tá ið fólk verða vígd sum par (í dag sum hjún sambært hjúna­bands­lógini), so hevur tað við sær eina broyting í rættarstøðuni part­ anna millum. Tað hevur við sær tann rættarvirknað, at partarnir fáa rættindi og skyldur bæði sína millum og mótvegis ávísum øðrum eisini (sí boks 4). Hetta er tann formligi ella borgarligi parturin av vígsluni. Eingin ósemja er um hendan partin. Lóg um skrásett pør – fyri øll! Tí er okkara uppskot, at hetta verð­ ur útgangsstøðið fyri komandi lógarverkinum á økinum. Nýggj lóg um skrásett pør verður samtykt í staðin fyri galdandi hjúnabandslóg. Lógin um skrásett pør skal áseta, at tveir persónar av hvør sínum kyni kunnu verða samanlisnir og fáa status sum skrásett par og at tveir persónar av sama kyni kunnu verða samanlisnir og fáa status sum skrásett par. Lógin verður sostatt galdandi fyri øll pør – hinskynd eins og samkynd. Les umaftur! Skrásett parlag verður vanliga sett í samband við samkynd, men okkara uppskot er ein lóg um skrá­sett pør, sum er galdandi fyri bæði hinskynd og samkynd pør! Lógin skal áseta, at borgarstjórar og sýslumenn hava heimild og skyldu at samanlesa øll tey, sum uppfylla treytirnar í lógini og sum ynskja at ganga formliga saman sum par. Samanlesing hjá borgarstjóra og sýslu­manni hev­ur við sær, at saman­lisnu fáa form­liga støðu sum ’skrásett par’. Harumframt skal lógin áseta, at Fólkakirkjan og trúarsamfeløg kunnu samanlesa pør, sum upp­ fylla treytirnar í lógini og ynskja at ganga saman formliga saman sum par; samanlesingar framd­ar í Fólkakirkjuni og trúar­sam­feløgum hava sama rættar­virkn­að, tá ið tað kemur til sína­millum rættindi og skyldur, sum saman­lesingar, framdar hjá borgarstjóra ella sýslu­ manni. Fólkakirkjan og trúar­sam­ feløg fremja saman­les­ingarnar í samsvari við egna sann­føring. Øll eins fyri lógini – og einki lógar(for)boð mótvegis samkomum Meðan borgarstjórar og sýslu­menn hava skyldu at samanlesa eitt par, so kunnu Fólkakirkja og trúar­ samfeløg gera tað. Tað verð­ur tískil ikki brot á lógina um skrásett pør, at eitt trúarsamfelag í hesum høpi diskriminerar av trúar­grundum. Tað forðar hin­vegin heldur ikki Fólkakirkjuni og trúarsamfeløgum at vælsigna ella at samanlesa sam­ kynd. Lógin um skrásett pør tryggjar hinskyndum og samkyndum rætt­ in at fáa teirra parløg sam­felags­liga viðurkend. Og lógin um skrásett pør virðir frælsið hjá Fólkakirkjuni og samkomum at skipa seg sam­ bært sínum sannføringum: Lóg­ gevarin hvørki áleggur ella for­ bjóðar kirkjum og sam­komum at samanlesa sam­kynd. Í roynd og veru verða allar sam­an­lesingar ’borgar­ligar’ – tað er bara ein spurn­ingur um tær eru framdar av borgar­stjóra, sýslu­manni, presti ella sam­komu­leiðara. Óbroytt ritual í Fólka­ kirkjuni og í samkomum Vit halda, at verður eitt slíkt lógar­ uppskot samtykt, so verður lógin so at siga hjúna inn til dagsins sam­ felag. Tann rættarvirknaður, sum stendst av, at eitt par er skrásett, er algildur – t.v.s. galdandi fyri øll pør. Tveir persónar, ið verða samanlisnir av borgarstjóra, sýslu­ manni, samkomuleiðara ella presti, verða í øllum førum ’skrá­sett par’. Er talan um samanlesing hjá borgar­stjóra og sýslumanni, verða persónarnir – antin teir eru av sama ella hvør sínum kyni – eisini umrøddir sum ’skrásett par’. Í samkomu og kirkju fara prest­ur og samkomuleiðari óivað at kalla samanlisna parið fyri hjún. Um lógin kom í gildi í dag, so nýttist einki at verða broytt í teimu­m ritualum, sum verða brúkt í Fólkakirkju og samkomum. Ritualini fara at umboða ta trúar­ sannføring, sum Fólkakirkjan og ein­støku samkomurnar hava um parlag – um hjúnaband og giftar­ mál. Loysnin leggur sjógv millum lóggávuvaldið og Fólkakirkju/sam­ komur, tá ið tað kemur til innara frælsið í trúarspurningum. Er tað í stríð við trúaruppfatanina at samanlesa samkynd, so er tað Har grannar semjast væl Her kemur eitt uppskot um, hvussu málið um vígslu av pørum kann loysast. Uppskotið ger ikki mun á pørum. Uppskotið kallar ikki samkynd pør fyri hjún 4. Rættarvirknaður. Lógin um rættarvirknað av hjúna­ bandi ásetur, at tá ið mað­ur og kvinna verða gift, íkoma rættindi og skyldur teirra millum, sum ikki vóru gald­ andi fyri tey bæði framm­ an­undan. Tey ráða yvir egn­ um inntøkum, men vera tey skild, verður helvtarbýti. Hevur annar hjúnafelagin ikki inntøku, so hevur hin – áðr­enn almennar skipanir – skyldu at forsyrgja við­ kom­andi. Stendur t.d. bara maðurin fyri húsunum, so kann ikki seta tey í veð ella selja tey, uttan at konan góðtekur tað. Aðrar ásetingar snúgva seg t.d um skuld, skatt, arv, óskift búgv og pensión. Eisini aðrar lógir hava serliga ásetingar um hjúnafelagar. 1. Jógvan Zachariassen úr Lívdini. Hjúnabandið er gud­ givið og er millum ein mann og eina kvinnu, sum ganga í eina heilaga pakt, ið skal binda tey saman fyri lívið. Grundarlagið fyri hesi pakt er ikki forelskilsi ella kynslig tráan, men ein halgan til trú­ skap, kærleika, virðing, um­ sorgan og nøring, sum skap­ ar eitt trygt stað fyri børn at hava eina mammu og ein pápa, ið uppala og menna børn­ini at taka ábyrgd og so­ leiðis skapa stabilitet í eitt sam­felag. Hendan pakt ger hjúna­bandið til ein horna­ stein í samfelagnum, sum er borg­arum og samfelagi til signing og frama. Ein lógar­ áset­ing, ið formliga bindur saman tvey av sama kyni, rúm­ast tískil ikki innan hjúna­bands­lógina. 2. Biskupur. Biskupur heldur fast við klassisku fatanina av, at hjúnalagið er ein sátt­mála­ bundin skipan í lívi og sam­ lívi millum mann og kvinnu. Biskupur metir, at fat­an­in av hjúna­lagnum millum mann og kvinnu er ankrað í skapanarsøguni og nemur Guds leiklut í skapan og verki, upphav lívsins. Maður og kvinna kunnu velja at verða vígd borgarliga ella kirkjuliga. Í báðum førum er vígslan eins góð og veitir somu løgfrøðiligu rættindi. Kirkjulig vígsla er ein tilvitað bøn um Guds signing, so sam­lívið vignast. 3. LGBT. Felagið talar fyri borg­ar­ligum hjúnabandi, ið einki hevur við átrúnað ella kirkj­ur/sam­komur at gera. LGBT vil tískil ikki hava nakra serlóg ella verða rokn­að sum eitt undantak. Tey krevja ikki annað enn, at sam-, tví- og tvørkyndir før­oy­ingar verða javnsettir við hins­kyndar føroyingar í hjúnabandslógini. Hendan javn­setingin skal sjálvsagt hava við sær, at heitið verð­ ur tað sama sum hjá hins­ kyndum: Hjún. Alt annað hevði verið at staðfest, at sam-, tví- og tvørkynd eru 2. floks borgarar, ið ikki eru verd­ug at verða rópt hjún. Ólavur Waag-Høgnesen er samfelagsfrøðingur og BA-løgfrøðingur Eva-Rebekka Sivertsen gongur í 8. flokki í Skúlanum á Fløtum í Havn