týsdagur 9. februar 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17
Sosialurin
KJAK
Jónsvein Simonsen
Lærari, Saltangará
Ein staðilig áheitan á landsstýris og
tingfólk um ikki at broyta hjúna
bandslógina!
Fólk okkara hevur havt stóra
virðing fyri Guds orði, og tað eiga
vit núlivandi eisini at hava, tí at tað
førir signing við sær.
Hetta kunnu vit ikki skilja frá
okkara dagliga lívi.
Tað er nakað, sum eitur rætt og
skeivt.
Í dagsins samfelagi eru mangan
eingi mørk, ella mørk avtikin á so
mongum økjum.
Og nú er ætlan, eisini at flyta
hetta markið. Og her siga vit nei.
Orðtøkini 22, 28 siga: Flyt ikki
avgomul markaskjal, sum fedrar
tínir hava sett.
Gera vit lógir, sum hesa, ið stríðir
beint ímóti tí, ið Guds orð lærir okk
um, verður ikki væl vorðið.
Hetta var syndin, sum var or
søkin til, at Gud oyddi Sodoma og
Gomorra. Rómverjabrævið 1. kap.
ávarar eisini staðiliga ímóti sodomi
ella nútíðar navnið samkynd.
Tí er tað heilt burtur úr vón og
viti at fara at gera eina slíka lóg.
Fyri nógvum árum síðani høvdu
klaksvíksingar ein góðan prest,
sum æt Jákup Magnussen. Hann
bað hesa bøn rættuliga ofta:
»Vit biðja fyri okkara stýrandi
fólkum, at tey ikki mugu gera lógir,
sum stríða ímóti Guds orði«.
Hesa somu bøn vil eg eisini biðja.
Og vóni at fáa bønarsvar!
Hvat hugsa tit
fyri tykkum?
Janus Rein
Sambært
D&V
hevur landsstýris
kvinnan í heilsu
málum set útlend
ingar
at
leiða
serfrøðingabólkin
sum skal fortelja okkum hvussu
bygnaðurin í sjúkhúsverkinum
skal verða.
Fyri at siga sum er, so eri eg um
at blíva til frens av, at mann so
mangan skal hála útlendingar inn,
at fortelja okkum hvussu vit skulu
gera og liva.
»Gløgt er gestsins eyga«, sigur
eitt orðatak. Men máti skal vera
við. Um mann so absalut skal hava
útlendingar við í arbeiðið, kann tað
so ikki vera sum síðusettir ráðgevar
ella okkurt tílík, og ikki sum bein
leiðis formansskapur!
Eg haldi at landsstýriskvinnan
í heilsumálum átti at skamma seg!
Bara lúsin er
útlendsk!
eingin, ið kann
áleggja teimum at
gera tað. Ætla kirkjur
og samkomur hinvegin at flyta
seg í spurninginum um viður
kenning av samkyndum pørum,
so verður tað burturav eitt innan
kirkjuligt mál: Um talan verður
um vælsignan av samkyndum
pørum ella vígslu av samkyndum
pørum ella ein spurningur um
samvitskufrælsi (t.v.s. upp til
hvønn einstakan prest ella sam
komuleiðara) ella okkurt fjórða,
tað verður fult og heilt upp til
kirkju og samkomur.
Loysn grundað á
viðurkenning av ósemju
Uttan mun til, hvørja persónliga
støðu vit hava, so munnu tey
flestu viðurkenna, at fyrr ella
seinni verður framd ein politisk
loysn, ið gevur samkyndum rætt
at fáa teirra parlag rættarliga
viðurkent. Men í alt ov langa tíð
hava vit havt eitt orðaskifti um
hjúnaband, har partarnir standa
steyrrættir yvir av hvørjum øðr
um. Hvørgin vil víkja. Vit koma
ikki úr stað, uttan at annar part
urin stendur sum tapari. Málið
kemur fyri aftur í løgtinginum
í mars-mánaði, men vit hava ilt
við at síggja, at tað verður lætt at
fáa eina breiða
semju.
Hendan loysn
in, sum vit skjóta
upp, er grundað á, at
partarnir virða mótpartin
og viðurkenna ósemjuna teirra
millum. Við so at siga at bakka eitt
stig aftur og lata borgarliga partin
vera útgangsstøðið, so slepst
burtur úr óvirðiliga eljustríðnum
um hjúnabandið í politiska orða
skiftinum. Tað er okkara vón, at
hetta uppskot kann geva íblástur
til eina loysn, ið stríðandi part
arnir og eitt breiður meiriluti í
løgtinginum kann taka undir við.
Samtykkir løgtingið eina lóg um skrásett pør, so verða øll pør javnsett,
og Fólkakirkja og samkomur varðveita fult og heilt innara frælsið