týsdagur 9. februar 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bjørghild Djurhuus
forkvinna í trivnaðarnevnd
Tórshavnar býráðs
Umleið 90 fólk eru
í
matarskipanini
hjá Heilsu- og um
sorganartænastuni
(Lágargarði). Størsti
parturin av hesum
búgva einsamøll og eta sostatt døg
urðan einsamøll.
Fært tú døgurða frá Lágargarði,
og saknar ein at eta saman við, so
hevur tú nú møguleika at fáa ein
matvin.
Eitt av endamálinum við hesi
nýggju tænastu er, at fyribyrgja
einsemi.
Samvera og prát hevur stóran
týdning í samband við eina mál
tíð, eins og hetta hevur fleiri posi
tiv árin. Her verður hugsað um
sansastimuli, venjing, kenslu av
felagsskapi, betri matarlyst og
sosiala, likamliga og sálarliga væl
veru.
Til tess at stimbra undir hetta
skipar Heilsu- og umsorganar
tænastan nú nýtt tilboð við sjálv
bodnum matvinum, fyribils sum
royndarskipan komandi seks mán
aðirnar.
Flestu fólk halda, at tað er gott
at fáa vitjan og njóta eitt máltíð
saman. Samveran í sambandi við
eina máltíð gevur betri matarlyst,
fær okkum ofta at eta meira, og
gevur orku og yvirskot til gerandis
dagin.
Matvinur
Ein matvinur er eins og ein vitj
unarvinur. Matvinurin er ein sjálv
boðin persónur frá Heilsu- og um
sorganartænastuni, sum vitjar eina
ferð um vikuna, har endamálið er at
eta eina máltíð saman.
Hendan tænastan er ókeypis
fyri teg sum er í døgurðaskipanini
hjá Lágargarði, eins og tað er
ókeypis hjá matarvininum.
Í verkætlanini verða í fyrsta
umfari 10 fólk, sum fáa matvin og
10 fólk, sum eru matvinir.
Allir matvinir fáa eina inn
leiðslu frá Heilsu- og umsorganar
tænastuni m.a. um mannagongdir,
tagnarskyldu og samleikaprógv.
Er hetta nakað fyri teg?
So kann tú venda tær til Heilsu
húsið á tlf. 302000 ella senda eitt
teldubræv til heilsuhus@torshavn.
fo, annaðhvørt tú ynskir at fáa
matvin ella at gerast matvinur.
Eg vænti at mong fara at taka
av hesum nýggja tilboði, sum eg
síggi sum eitt sera positivt íkast til
ta breiðu viftu av tilboðum, sum
Heilsu- og umsorganartænastan í
Tórshavn veitir borgarunum.
Ókeypis nýggj tænasta til eldri í Tórshavn
Jóhan Christiansen
Stýrisform. í Nánd
Nú eldraøkið hevur
verið kommunalt í
eitt ár, er verðuligt
fokust setta á inni
haldið í tænastuni.
Í sjálvum sær so er
hetta gott og neyðugt, og eiga vit at
brúka kjakið til at uppbyggja eina
enn betri tænastu í framtíðini.
Tó haldi eg, at kjakið og lýs
ingarnar higar til av eldraøkinum,
”tekna” eina heldur óneyðuga og
dapra mynd av støðuni.
Við einstøkum dømum, fær al
menningurin ta fatan, at okkara
eldru borgarar liggja óhjálpin, skit
in og illa røkt í songini, tí starvs
fólkið ikki hevði stundir til tey.
Hendan fatanin er ikki í tráð við
verðuleikan. Tað tori eg at pá
standa.
Møguligt eru ikki stundir til
nógva sosiala samveru við brúk
aran, og tað er ein trupulleiki, so
ella so. Spurningurin er, hvør skal
loysa hann?
Tað tykist mær, at vit sum
avvarðandi halda okkum hava
rætt til at krevja, fyrst eitt búpláss
til okkara avvarðandi, síðani at
kommunurnar skulu skipa soleiðis
fyri, at hesi fólk ikki keða seg, og
sita einsamøll, hvørki heima ella á
kommunalum stovnum.
Eg haldi tað vera misskilt, at
eldratænastan skal skipa fyri øll
um innihaldinum í dagligdegnum
hjá borgarum, bara tí tey eru komin
til ein vissan aldur. Eldratænastan
skal í nærveru við brúkaran, syrgja
fyri at veita grundleggjandi røkt,
tá ein ikki megnar tað sjálvur.
Grundleggjandi røkt í nærveru við
brúkaran merkir, at vit við virðing
fyri brúkaran veita røktina, ein ikki
megnar sjálvur. Grundleggjandi
røkt í nærveru við brúkaran merkir
ikki, at vit sum myndugleikar skulu
fylla dagin við undirhaldi, sosialari
samveru o.ø.
Heimahjálpin hevur ikki tíð
til ein kaffimunn saman við
brúkaranum. Skal hon tað?
Ein reyður tráður í tí vit hava lisið
um í seinastuni er, at starvsfólk á
eldraøkinum hava ikki stundir til
sosiala samveru við brúkarunum.
Tey hava bert tíð til mest neyðugu
røktina, og kanska knípur tað enn
tá onkustaðni.
Men felags fyri tað vit hava
lisið higartil er, at okkara eldru
borgarar, sum hava bygt hetta land,
keða seg í ellisárum, og almenna
fatanin tykist at vera, at nú skulu
myndugleikanir inn, og syrgja fyri
at tey ikki keða seg.
Eg skilji so sera væl hesi dugna
ligu starvsfólk, sum dagliga eru
millum brúkaranar í eldraøkinum,
tá tey føla seg at vera ”ov stuttan”.
Tey síggja dag og dagliga fleiri
eldri fólk, sum liva í einsemi, og av
tí sama hungra eftir nærveru og
samveru við onnur fólk. Hetta gerst
ein tvístøða fyri starvsfólkini
Sjálvandi føla hesi dugnaligu og
samvitskufullu starvsfólkini tað
kalt og hart, tá tey ikki hava stundir
at seta seg eina løtu, og veita hesa
nærveru og samveru, ið hesi gomlu
fólkini so inniliga ynskja.
Spurningurin er so, er hetta ein
myndugleika trupulleiki, ella er
hetta ein samfelags trupulleiki?
Lønt samvera
Eg haldi vit eru komin hartil í dag,
har vit vera noydd at gera upp við
okkum sjálvi sum samfelag, hvør
leikluturin hjá myndugleikunum
skal vera, og hvør leikluturin hjá
okkum sum avvarandi og borgarum
annars skal vera, tá tosað verður
um eldrarøkt.
Eldraøkið í Føroyum kostar í dag
oman fyri 400 mió. kr. Eitt búpláss
kostar uml. 50.000,- kr um mánan,
harav búfólkið sjálvt rindar gott
10% av hesum kostnaðinum.
Skulu vit flyta okkum til eina
tænastu, sum eisini veitir professio
nella samveru, so kemur eldraøkið
at kosta nógv afturat. Hvussu nógv,
er ilt at siga.
Í Onglandi hevur man eina
skipan, har tey sum eru best fyri
fíggjarliga, sjálvi rinda fyri ”undir
haldið” afturat tí vanligu røktini,
tey rinda fyri. Er tað ein tílík skipan
vit ynskja í Føroyum?
Grundleggjandi spurningurin er,
skulu kommunurnar í framtíðini
syrgja fyri at okkara eldru borgarar
fáa, umframt tí grundleggjandi
røktina, eisini professionella sam
veru, so tey ikki sita einsamøll
heima, ella á einum bústovni?
Eldratænastan veitir longu í
dag partvíst hesa tænastu um
framt røkt. Spurningurin er um
eldratænastan skal veita hesa tæn
astuna fult út, so vit onnur kunna
sova væl um náttina? Einasta forð
ingin er pengar.
Eitt grundleggjandi
kjak er neyðugt
Vit eru komin hartil í dag, at neyð
ugt er við einum grundleggjandi
kjakið um eldrarøkt í Føroyum í
framtíðini.
Fakfeløg og áhugafeløg hava
longu melda klárt út, hvussu vit
skulu loysa avbjóðingina í fram
tíðini. Teirra uppskot til loysn er
einføld, og hon er hægri og lógar
fest normering á økinum, so okkara
eldru borgarar ikki keða seg og sita
einsamøll, umframt at tað verður
tryggja ein grundleggjandi røkt.
Eg skilji væl at fakfeløg arbeiða
fyri hægri og lógarfestari normer
ing, tí tað betrar um arbeiðsviðu
rskiftini hjá teirra limum. Men
eg havi torført við at skilja, hví
áhugafelagsskapir ikki koma við
øðrum, og meira ”kreativum” upp
skotum til loysnir. So sum at sam
skipa vitjunartænastur o.s.fr. Tað
haldi eg hevði gagnað eldramál
inum nógv.
Felagsskapurin ”Tign” fer enn
tá so lang, at tey krevja at fígg
ingarleisturin
millum
land
og
kommunur skal endurskoðast, so
møguleiki verður fyri at hækka og
lógarfesta normeringina á økinum.
Hetta er als ikki eitt mál fyri Tign.
Eg hevði ynskt, at Tign og aðrir
áhugafelagsskapir
heldur
vóru
aktivir viðspælarar við kommun
urnar, og komi við konstruktivum,
kreativum og alternativum upp
skotum, til at veita eina betri tæn
astu, enn hana vit veita í dag. Tað er
ov lætt bert at krevja meira pengar.
Eg eri sannførdur um, at vit
øll ynskja okkara eldru ein góða
aldurdóm. Tað hava tey so sannliga
uppiborið, tí tað eru tey sum hava
lagt lunnar undir alt tað, vit njóta
gott av í dag. So vit hava eitt gott
útgangsstøði til eina betri tænastu,
men ”tú kanst ikki keypa tær ein
veruligan vin” um tað er tað, sum er
størsta avbjóðingin á eldraøkinum.
Vit mugu vísa ábyrgd, og øll
geva okkara íkast til samfelagið.
Ein grundleggjandi nýhugsan inn
an eldrarøkt er neyðug, tí at stovns
gera okkara eldru fult út, eru ikki
ein virðilig loysn fyri nakran.
Status á Eldraøkinum – Kommunan keypir
tær ein vin, tá tú verður gamal….
KJAK