Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ferðslusamskipari til Atlantic Airways Hevur tú tað, ið skal til? Okkum tørvar ein avloysara sum ferðslusamskipari til OPS-deildina hjá Atlantic Airways. Starvið sum ferðslusamskipari er umfatandi og spennandi, og krevur ábyrgdarfull starvsfólk, ið megna at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Eingin dagur er eins. Arbeiðið umfatar m.a. ferðslusamskipan, optimering av ferðslu og flogmanning umframt nógvar aðrar uppgávur. OPS-deildin er ein samskiftisliður millum flogmanning, handlingsagentar og aðrar samstarvsfelagar. Førleikar: Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan flogvinnu. Tað er eitt krav, at tú dugir danskt og enskt í skrift og talu og hevur góðan kunnleika til IT. Eisini skalt tú vera røkin og duga væl at samskifta. Harumframt skalt tú: • Vera skynsom/samur, tænastusinnað/ur og smidlig/ur. • Hava greinandi arbeiðslag. • Duga væl at arbeiða í einum toymi og undir trýsti. • Vera jalig/ur og lættsint/ur. Vit kunnu bjóða: Eitt mennandi starv í einum dynamiskum og jaligum arbeiðsumhvørvi. Lønin er smb. avtalu. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at skriva til Operation Manager, Palmu Kajsdóttir: palma@atlantic.fo. Viðkomandi verður sett/ur skjótast gjørligt. Skeið og upplæring byrjar síðst í februar, og frá hálvum mei byrjar avloysarin á vaktarætlanini hjá OPS-toyminum. Umsókn saman við avriti av revsiváttan og CV skal sendast til palma@atlantic.fo Freistin at søkja er 15. februar 2016. Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi, úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.