Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stjóri til Heilsutrygd Um starvið Stjórin fyri Heilsutrygd fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stovninum. Stjórin fyri Heilsutrygd hevur evstu ábyrgdina mótvegis Heilsu- og inn- lendis mála ráðnum í fyrisitingar-, fíggjar- og starvs fólkamálum. Ein týðandi uppgáva verður fram- haldandi at menna eina talgilda og ný- mótans umsiting innan økið, og at vera við í arbeiðinum at verkseta ætlanirnar og nýskipanir á økinum í samráð við stjórnarráðið. Í høvuðsheitum røkir Heilsutrygd hesar uppgávur: • Umsitur lógina um almenna heilsutrygd, sum fevnir um veitingar, tilskot, tænastur og ískoyti til størsta partin av primeru heilsutænastuni í Føroyum. Samanumtikið umsitur Heilsutrygd umleið 185 mió. krónur um árið. • Umsitur og hevur eftirlit við galdandi sáttmálum. Her undir framleiðir hag- tøl og annað tilfar, sum kann styrkja eftirlitið. • Umsitur og mennir heili vágs til skots- skipanina í tøttum samstarvi við Apoteksverkið. • Umsitur ískoyti til ávís hjálparráð. • Avgreiðir beinleiðis veitingar til borgar- ar, eitt nú endurgjald til ferðing til og frá lækna, gravar hjálp, einstaklinga- tilskot og ískoyti til brillur. • Luttekur í sáttmálasamráðingum við fakfeløg um veitingar sambært lógini. • Umsitur kommunulæknaskipanina. Førleikar: Sett verður sum krav, at umsøkjarin hevur útbúgving frá hægri lærustovni og leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum ella útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við hesi. Umráðandi er, at tann, ið verður settur, hevur evni at seta í verk fyriskipanir og hevur nútíðar leiðslueginleikar, innlit og vitan um tær treytir, ið eru galdandi í eini almennari fyrisiting. Tað er tí ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur leiðsluroyndir frá almennari fyrisiting. Góð greiningarevni við tølum og innan fíggjarliga økið hava týdning umframt at hava góða fatan av, hvussu um sitingar- ligar mannagongdir kunnu talgildast. Av tí at starvið ber í sær víttfevnt samstarv, verður dentur lagdur á at finna ein persón við góðum sam starvs- evnum, sum er álitisvekjandi og vísur myndugleika. Løn- og setartreytir Setanarøkið er Heilsu- og inn lendis- mála ráðið og stovnar undir tí við tænastu á Heilsutrygd. Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi. Næst fyrisetti er aðalstjórin í Heilsu- og innlendismálaráðnum. Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%, og skal flytast í eina av Fíggjarmálaráðnum góðkenda eftirlønarskipan. Nærri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra umvegis turid.arge@himr.fo ella á tlf. +298 304050. Umsókn Umsókn saman við avriti av viðkomandi skjølum skal sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eiraragarður 2 100 Tórshavn ella himr@himr.fo Umsóknarfreistin er 17. februar 2016, kl 12:00 Hava leiðsla og fyrisiting tín áhuga, og leitar tú eftir spennandi avbjóðingum, so er starvið sum stjóri fyri Heilsutrygd ein áhugaverdur møguleiki HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Søkt verður eftir einum Fysioterapeuti til fast starv 40 tímar um vikuna frá 01.04.2016, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki verður at arbeiða niðursetta tíð. Søkt verður eisini eftir Ergoterapeuti í farloyvisstarv 30 tímar um vikuna frá 01.04.16 til 31.03.17 , ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri lægri setanarbrøki. Vit eru eitt tvørfakligt toymi við 3 ergo- og 3 fysioterapeutum. Okkara aðalmál er at stimbra heilsu og vegleiða eldri borgarar í økinum um heilsu og trivna. Vit arbeiða út frá Eysturoyar Røktar-og ellisheimi í Runavík. Okkara høvuðstænastur fyri eldri borgarar í økinum eru : • At meta um virkisførleika • At venja í venjingarhølum ella heima • At undirvísa og ráðgeva um heilsu og trivna • At kanna, venja og vegleiða tey sum búgva á stovni • At vera við til at skapa ein innihaldsríkan og virknan gerandisdag á stovnunum • At meta um og søkja um hjálpartól Førleikakakrøv: • Aut. Fysioterapeutur og ergoterapeutur • Hevur góð samstarvs-og samskiftisevni • Hevur áhuga fyri at arbeiða við eldri fólki • Kann arbeiða sjálvstøðugt • Hevur hugflog sum kann vera við til at menna tænastuna • Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum Tú verður partur av einum eldhugaðum toymi, og saman við dugnaligum starvsfelagum fert tú at luttaka í menningini av terapieindini, har dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv. Løn-og setanartreytir verða sambært galdandi sáttmála. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Eyðbjørg Joensen, deildarleiðara á tlf 793363. Umsókn við prógvi v.m. skulu sendast til Økistænastuna, Friðartún 1, 620 Runavík , ella til teldupostadr.: sam@sam.fo Umsóknarfreist: Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22.02.16 Fysioterapeut og Ergoterapeut til Terapeuteindina søkir ØKISTÆNASTAN HJÁ SKÁLAFJA RÐAR SAMSTARVINUM Elektrikari Ert tú ágrýtin, fyrikomandi, røkin, dugir at nýta teldu á brúkara støði og yrkislærd/ur elektrikari ? So ert tú kanska tann heilt rætti/rætta at byrja sum elektrikari á heilsølu okkara. Starvsøkið er í høvuðsheitum at hava tænastu­ eftirlit við teimum ymisku maskinum, sum vit selja. Arbeiðstíðin er vanlig arbeiðstíð, men tú mást verða klár/klárur at fara út uttanfyri vanliga arbeiðs tíð til átrokandi arbeiði. Løn eftir avtalu. Um hetta hevur vakt tín áhuga, so send eina umsókn við váttanum/prógvum til P/f Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 74, Postrúm 200, FO­110 Tórshavn. Umsóknarfreistin er 22. Februar 2016. Ætlanin er, at tú byrjar skjótast gjørligt. Vinarliga vend tær til Gunnar Mohr, stjóra á tlf. 76 46 30 ella á mail gunnar@pm.fo um tú hevur spurningar. P/f Poul Michelsen eblaðið sos.fo