týsdagur 9. februar 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Avloysari til
Brennistøðina hjá IRF
Søkt verður við hesum eftir einum avloysara til
Brennistøðina hjá IRF.
Avloysarastarvið byrjar 1. mars 2016 ella skjótast til
ber og endar 26. august 2016
Arbeiðið fevnir um:
• Vaktararbeiði
• Viðlíkahaldsarbeiði
• Annað fyrifallandi arbeiði innan IRF
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur
viðkomandi útbúgving, t.d. maskinmeistari,
elektrikari ella maskinsmiðjur ella líknandi, hevur
góðan teldukunnleika, og er førur fyri at arbeiða
sjálvstøðugt.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi
fakfelag.
Umsóknir, saman við prógvum og møguligum
viðmælum, skulu sendast til IRF@irf.fo, ella IRF,
Víkarvegur 107, FO- 520 Leirvík, og skulu vera
okkum í hendi innan mánadagin 22. februar 2016.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja
tlf. 414243, Jacob Petur Johannesen.
IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík
Bilur til sølu
Um hóskandi boð fæst, selur IRF bilin Bjølluvísu:
Talan er um ein Scania R124 8 x 2,
við 20 tons veirheisi og 470 hk motori.
Bilurin er frá mai 2002 og hevur koyrt
uml. 590.000 km. Bilurin verður seldur,
sum hann stendur, og um hóskandi boð fæst.
Meira fæst at vita um bilin við at ringja til
verkstaðið hjá IRF á tlf. 234254.
Áhugaði kunnu senda tilboð til IRF@irf.fo.
Tilboðini skulu vera okkum í hendi innan
hósdagin 18. februar 2016.
IRF
Vikarvegur 107
520 Leirvík
Leiðari til
Brennistøðina hjá IRF
IRF søkir við hesum eftir leiðara til Brennistøðina á
Hagaleiti at byrja 1. mars 2016, ella skjótast
gjørligt.
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru:
• at hava ábyrgdina av Brennistøðini og
Spilloljuverkinum umframt teknisku ábyrgdina
av Endurnýtsluhøllini.
• at tryggja rætta skráseting av innkomnum tilfari
• at skipa starvsfólkaviðurskiftini á Brennistøðini
og Spilloljuverkinum
• at vera við til at menna viðgerðina av
burturkasti hjá IRF
• at tryggja at umhvørviskrøvini á støðunum
verða hildin
• at halda bygningar og uttanumøkið í góðum
standi
Vit kunnu bjóða:
• eitt starv við mennandi og fjølbroyttum
uppgávum
• eitt starv við spennandi avbjóðingum í komandi
árum, har útbyggingar liggja fyri framman
• eitt gott arbeiðsumhvørvi
Vit leggja dent á, at tú:
• ert maskinmeistari við víðkaðari útbúgving ella
líknandi útbúgving
• hevur leiðsluroyndir
• hevur góðan kunnleika til PLC-stýringar v.m.
• hevur góðan teldukunnleika
• hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at samstarva og vegleiða
• ert fleksibul
Leiðarin á Brennistøðini vísir til stjóran hjá IRF og
hevur 12 starvsfólk undir sær.
Setanarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv. Lønin verður sett eftir
avtalu við avvarandi fakfelag.
Nærri fæst at vita við at tosa við Poul Andrias
Joensen, tlf. 414243.
Umsóknarfreist er mánadagin 22. februar 2016.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og
møguligum ummælum verður at senda til:
irf@irf.fo ella til IRF, Víkarvegur 107, 520 Leirvík
IRF er eitt lutafelag, sum 29 kommunur eiga.
Felagsskapurin bjóðar sær at taka ímóti øllum
burturkasti frá húsarhaldum, virkjum og stovnum í
limakommununum. Arbeiðið fevnir um innsavning
og viðgerð av øllum burturkasti. Uml. 70 fólk eru í
føstum starvi.
Umframt Brennistøðina rekur IRF Skiljihøllinatil
pappír á Hagaleiti, Spilloljuverkið á Hagaleiti, hølir
til serliga dálkandi burturkast, trý tyrvingarpláss,
umlastingarstøð, renovatiónsbilar, lastbila- og
bingjuverkstað, slamsúgvarar og rottangatænastu.
IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík
Hósd. 11. feb. Royktur medistari
Kókað neytakjøt •
Knettir
Frígg. 12. feb. Lasanja • Rullisteik •
Høsnarungabringa
Leyg. 13. feb.
Nakkaflak
Mán. 15. feb. Fiskafrikadellur •
Hamburgararyggur
Týsd. 16. feb. Grýturættur • Fiskafat •
Rivjasteik
Mik. 17. feb.
Stoktur fiskur •
Kjøtfrikadellur
Matskráin hesa vikuna
Matstovan í Hoyvík
Tel 660058
Frítt internet í matstovuni í Hoyvík
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.
Ársaðalfundur
Ársaðalfundun felagsins verður
í bygdarhúsinum í Leirvík
hóskvøldið 25. februar Kl. 19.00
Eldrafelagið
Fjalli í Leirvík