Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 4 – Tað verður saknur í Heindrikki, prinsi nú hann ikki kemur við drotningini á ferðini til Føroyar at í summar.   Tað halda tey í Tvøroyrar Býráð.  Á býráðsfundi í vikuni umrøddu tey eitt skriv frá Løgmansskrivstovuni, har spurt varð, um Tvøroyrar Kommuna varð sinnað at fáa Margrethu drotning á vitjan í summar.  Drotningin kemur einsamøll til Føroya, tí maður hennara, Heindrikkur, prinsur, hevur  pensjonerað seg sjálvan, og tekur ikki longur lut í virkseminum hjá kongshúsinum.   Tískil samtykti býráðið á Tvøroyri at spyrja Løgmansskrivstovuna, um tað ber til at bjóða Heindrikki, prinsi, til Tvøroyrar á eina privata vitjan. Øll kenna vit søguna om Ove Joensen, sum í 1986 róð eina maður úr Føroyum til Keypmannahavnar í róðrarbáti sínum Dianu Victoriu. Túsundtals fólk, onkur sigur so mong sum 5.000, tóku ímóti honum, tá hann lendi undir Havfrúnni, kleiv upp á hana og kysti hana við Merkinum í hond. Ove Joensen andaðist longu í 1987 av vanlukku á Skálafjørðinum, men minnið livir enn, millum annað í Ovastevnuni, sum verður hildin í Nólsoy.  Mangar munnu søgurnar vera, sum liva á mannamunni, um alt tað, Ove Joensen gjørdi, men nú hevur familjan hjá honum heitt á Terj Rasmussen, um at savnað søgurnar í bók og geva tær út í einum bindi. Terji Rasmussen er farin undir arbeiðið og sigur við in.fo, at nógvar og spennandi eru søgurnar. Millum annað sigst, at Ove Joensen hevur smuglað vápn fyri yvirgangsfelagsskapin Baader-Meinhof, eisini nevndur Rote Armee Fraktion, sum herjaði í vesturtýsklandi í 70'unum, 80'unum og 90'unum. Ein onnur søga sigur, at Ove Joensen starvaðist sum skipari á privata skipinum hjá amerikanska milliarderinum Malcolm Forbes, og at teir báðir vóru vinmenn. Mangar eru søgurnar, men nú verður skjótt møguligt at lesa tær í bókini, sum Terji Rasmussen skrivar um Ova Joensen. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-10 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt. Hitin um dagin um fýra stig, um náttina niður móti frostmarkinum í støðum Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í fimm kuldastig í støðum Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Út á kvøldið snarar hann í ein sunnan og øtlar vindin í strúk í vind upp í skrið, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig, um náttina millum 1 og 5 hitastig. Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, sum snarar í ein eystan og landnyrðing, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig, um náttina niður í frostmarkið í støðum 8-13 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Mann kann gott vera borgarstjóri og tingmaður, men ikki borgarstjóri og nevndarlimur í Demokratia Sæð á Facebook: Einastu ferðirnar eg veruliga merki at Kringvarpið hevur tvær tíðindadeildir, er tá veðrið verður lisið. - Tað er ongantíð sama veðrið í Útvarpinum og Sjónvarpinum Um orðið sigur Sprotin: lærdómur ið ein hevur fingið sær (t.d. innan ávíst yrki), fáa el. nema sær ~; hægri ~ útbúgving við t.d. lærdan háskúla; sms. t.d. eftir-, miðnáms-, støðis- Landsstýriskvinnan í Mentamálum hevur í vikuni boðað frá, at í næstum verður gjørligt at taka FHS útbúgvingina í Suðuroynni. Samstundis er ein flokkur av pedagoglesandi farin undir lesna í Fjarlestrardeplinum í Vági Ungdómurin í Kollafirði fær nú sín egna klubba, og hann letur upp longu í februar. Samgongan ætlar nú at gera tað meiri lokkandi hjá føroyingum at keypa el-bilar. Umframt at einki skrásetingargjald er á el-bilum og at tey, ið nýta streym at løða bilin við, fáa ein lægri streymprís, fer landsstýrið nú at broyta, hvussu vegskatturin skal útroknast. Adam Johnson, fyrrverandi enskur landsliðsleikari og sum nú spælir við Tottenham, hevur játtað, at hann hevur havt kynsligt samband við eina 15 ára gamla gentu.  »Útbúgving« Vilja bjóða Heindrikki til Tvøroyrar í summar Ove var vápnasmuglari MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur vórðu útgoldnar í lønum í januar 689 MANGT OG HVAT Visti tú? Skattalætti, skert kringvarpsgjald og hægri viðbót úr Samhaldsfasta hava við sær, at pensjónistar hava 5000 krónur meira at liva fyri um árið Tað er gott at elska! Sunnudagin 14. februar er romantikkur í luftini. Vís tín kærleika við góðum mati úr føroyskum rávørum ella vel eina fitta føroyska gávu. Hvussu føroysk verður tín valentinsmessa?