Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 5 Ferðslusamskipari til Atlantic Airways Hevur tú tað, ið skal til? Okkum tørvar ein avloysara sum ferðslusamskipari til OPS-deildina hjá Atlantic Airways. Starvið sum ferðslusamskipari er umfatandi og spennandi, og krevur ábyrgdarfull starvsfólk, ið megna at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Eingin dagur er eins. Arbeiðið umfatar m.a. ferðslusamskipan, optimering av ferðslu og flogmanning umframt nógvar aðrar uppgávur. OPS-deildin er ein samskiftisliður millum flogmanning, handlingsagentar og aðrar samstarvsfelagar. Førleikar: Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan flogvinnu. Tað er eitt krav, at tú dugir danskt og enskt í skrift og talu og hevur góðan kunnleika til IT. Eisini skalt tú vera røkin og duga væl at samskifta. Harumframt skalt tú: • Vera skynsom/samur, tænastusinnað/ur og smidlig/ur. • Hava greinandi arbeiðslag. • Duga væl at arbeiða í einum toymi og undir trýsti. • Vera jalig/ur og lættsint/ur. Vit kunnu bjóða: Eitt mennandi starv í einum dynamiskum og jaligum arbeiðsumhvørvi. Lønin er smb. avtalu. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at skriva til Operation Manager, Palmu Kajsdóttir: palma@atlantic.fo. Viðkomandi verður sett/ur skjótast gjørligt. Skeið og upplæring byrjar síðst í februar, og frá hálvum mei byrjar avloysarin á vaktarætlanini hjá OPS-toyminum. Umsókn saman við avriti av revsiváttan og CV skal sendast til palma@atlantic.fo Freistin at søkja er 15. februar 2016. Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi, úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu. Í meir enn tjúgu ár hevur Elding verið veitari av hvítvøru- og elektronikkvørum til allar føroyingar, og enn sum áður er okkara fremsta mál tær bestu vørurnar, eina góða tænastu og alt hetta fyri ein bíligan prís. Vit trúgva at hetta er lykilin til nøgdar kundar. Vit fáa alsamt meira at gera, og júst nú er eitt leiðarastarv tøkt í Elding handlinum í Klaksvík. Dámar tær avbjóðingar, har krøv verða sett bæði til tín og tíni avrik, og yn- skir tú at arbeiða í einum spennandi umhvørvi, so er starvið júst nakað fyri teg. Tú kanst vænta tær eitt starvsumhvørvi, har vit alla tíðina royna at gerast betri til tað, vit brenna fyri, og har arbeiðsdagarnir til tíðir gerast longri enn væntað, tí vit fara ikki til hús, fyrr enn dagsins uppgávur eru avgreiddar. Í Elding dámar okkum best at gera tingini beinanvegin, so vit vænta sjálvsagt eisini, at tú søkir beinanvegin. Starvssamrøður verða hildnar leypandi, og verður nýggja starvið sett, so skjótt rætti er funnin til tað. Afturfyri kunnu vit lova tær eitt leiðarastarv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi, við góðum møguleikum fyri eftirútbúgving. Sjálvsagt verður lønin sett eftir førleikum, og gevst harumframt møguleiki fyri bonus, verða ásett mál nádd. Send umsókn saman við CV við telduposti til Mads Andreas Winther, stjóra á maw@ elding.fo. Óttast tú hæddir, ella heldur tú at tað er ov gott til at vera satt, tá tú sært eitt brakandi gott tilboð, so er tað kanska ikki tær vit leita eftir, tí í Elding vilja vit náa hægstu mál, og geva okkara kundum bestu tænastuna, til tann bíligasta prísin. Um Elding: Elding er størsti elektronikkhandil í Føroyum. Í Elding leggja vit stóran dent á góða og skjóta tænastu, har vit kenna okkara vørur. Vit leggja stóran dent á at arbeiða í einum mennandi, spennandi og stuttligum toymi, har vit virðismeta førleikarnar og styrkirnar hjá okkara starvsfeløgum. LEIÐARASTARV Í ELDING KLAKSVÍK www.elding.fo