hósdagur 11. februar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 18
6
PERSÓNSSØGA
BIRGITH LASSEN
N
iðast í klædnaskáp
inum liggja tvær blæur.
Janus fer stillisliga inn
í kamarið eftir einari,
meðan kona hansara er í bað.
Janus hevur eisini altíð nakrar
blæur liggjandi á arbeiðsplássinum,
men hendan dagin kennir hann tað
rættari at fara í blæuna áðrenn ein
strævin arbeiðsdagur byrjar.
Tá konan kemur undan brúsuni,
skundar Janus sær inn á vesið.
Stongir hurðina. Úr buksunum.
Eitt bein upp á kummuna. So er
klárt at lata seg í. Hann syrgir fyri,
at blæan situr tætt og væl. Tað
dámar honum best. Hann syrgir
eisini fyri at fjala blæuna.
Konan má ikki varnast hansara
loyndarmál í dag. Síðan hann var
fimm ár, hevur hann goymt hetta
loyndarmál fyri umverðini. Janus
er ein teirra, sum tey kalla vaksið-
baby.
Janus er vaksið-baby
At vera vaksið-baby verður í sálar
frøðini rópt infantilisma. Tað er
heitið, ið sálarfrøðin brúkar um
fólk, sum hava eitt óvanligt tilknýti
til barndómin, hóast barndómurin
langt síðani er av.
Tað finnast eingi hagtøl sum
vísa, hvussu nógvir infantilistar
eru, tí tað sum oftast verður dyrk
að í loyndum. Men fert tú inn á
heimasíðuna diaper.dk, sum er ein
heimasíða, ið infantilistar brúka,
finnur tú tó 800 virknar brúkarar.
Millum hesar funnu vit tveir
føroyingar. Annar er Janus, sum
hevur valt at traðka fram í sam
røðu við Vikuskiftis Sosialin.
Janus er ein vanligur føroyingur
í tretivunum. Hann starvast sum
handverkari og hevur seinastu
árini verið giftur við eini kvinnu,
ið hann ætlar sær at fáa børn við.
Men enn hevur hann ikki fortalt
konuni um sín serliga áhuga.
– Eg havi altíð verið bangin
fyri, at hetta styggir hana burtur.
Og parlagið vil eg ikki seta í vága,
fortelur Janus.
Ofta er tað nevniliga óttin fyri
at styggja tey nærmastu burtur,
sum ger, at infantilistar velja at
dyrka sín áhuga í loyndum.
– Eg havi ofta hugsað um
at fortelja konu míni um mín
áhuga, tí eg trúgvi kanska, hon
hevði skilt tað, hugleiðir Janus,
sum kortini ikki hevur dirvið til
at standa við sítt loyndarmál.
Hann skilur væl, at fólk halda
tað vera løgið. Tað heldur hann eis
ini sjálvur á onkran hátt.
– Eg havi eisini mangan hugsað,
at ymiskir lívsstílir eru løgnir. Men
eg havi gjørt upp við meg sjálvan,
at eg má rúma øllum, tí um eg dømi
onnur, so kunnu tey eisini døma
meg, sigur hann.
Tað kann tykjast trupult at
goyma eitt so sjónligt loyndarmál
frá sínum maka, men fyri Janus
ber tað til.
– Eg goymi eina ella tvær blæur
millum míni klæði, har hon ikki
finnur tær. Og eg sovi bara í blæu,
tá hon ikki er heima, greiðir Janus
frá.
Til tíðir kann tað tó gerast trup
ult hjá Janusi at fjala blæurnar frá
konu og nærumhvørvinum ann
ars, men enn hevur eingin funnið
fram til sannleikan.
Eg havi altíð havt
eina fasinatión
av børnum og
teirra eginleika
at skapa sær
sína egnu verð,
tá tey spæla.
Tað er nokk har
rótin til mína
infantilismu
liggur«
»Janus«
– Allir mínir tankar um gerandisdagin hvørva, tá ið
eg lati meg í blæu. Eg gloymi ógoldnar rokningar og
órudd fyri eina stund, fortelur Janus, sum nakrar
dagar um mánaðin í loyndum gongur í blæu
Framhald á næstu síðu
Les eisini bræv frá 20 ára
gamla blæumanninum,
Tóka (myndin), á síðu 8
MYND: PRIVAT
Maður í 30’unum
FÆR TRYGG
LEIKA AV AT
GANGA
Í BLÆU
Kom við
Vikuskiftis
Sosialinum afturum
fasaduna, tá vit tosa
við ein vaksnan mann,
sum dámar at
brúka blæu.
MYND: PRIVAT