hósdagur 11. februar 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 18
8
Vildi ynskt onkur skifti sær
Í hugaheiminum hjá Janusi leiða
tankarnir ofta til blæurnar. Dagliga
hugsar hann um blæurnar og um
hendan lívsstílin, sum áður tyngdi
hann.
Spurningurin um, hví hendan
trongdin er í lívinum, hevur stað
ið ósvaraður leingi. Fyri fýra árum
síðani byrjaði Janus at kenna seg
einsamallan við sínum loyndar
máli. Á netinum leitaði hann seg
fram til heimasíðuna diaper.dk.
Ein síða fyri fólk við somu áhuga
málum sum Janus.
– Eg leitaði á netinum eftir fólki
við somu áhugamálum, og fann
skjótt fram til, at eg ikki eri einsa
mallur við hesari trongdini.
Tá tað bleiv greitt fyri mær,
at eg ikki eri tað einasta vaksna
menniskja sum dámar at ganga
í blæum, kendi eg meg sum ein
partur av einum felagsskapi, sigur
Janus.
Á donsku heimasíðuni stovnaði
Janus sær ein profil, og har sam
skiftir hann nú dagliga við onnur
í somu støðu. Eins og aðrir sam
felagsbólkar eru tey á diaper.dk
ymisk, og summi hava sterkari
trongd at nærkast barndóminum,
enn onnur. Til dømis eru summi, ið
fáa onnur vaksin at skifta sær.
– Onkuntíð hugsi eg um, at tað
hevði verið deiligt, um onkur skifti
mína blæu, men enn havi eg ikki
roynt tað, sigur Janus.
Blæan gevur tryggleika
Fyri Janus snýr tað seg einamest
um tryggleika. Tá hann í morgun
sníkti seg at lata seg í blæu, gjørdi
hann tað ikki, tí hann av onkrari
kropsligari orsøk hevur tað fyri
neyðini. Hann kann fara á ves eins
og onnur. Honum dámar bara betri
at vera í blæu. Tá fær hann alt fyri
eitt eina kenslu av tryggleika og ró.
– Allir mínir tankar um ger
andisdagin hvørva, tá eg lati meg
í blæu. Eg gloymi ógoldnar rokn
ingar og órudd fyri eina stund, for
telur Janus.
Fleiri infantilistar á netinum
greiða líkasum Janus frá, hvussu
stúranir um gerandisdagin hvørva
í somu stund, sum tey lata seg í
blæu.
Suttufløskur og bamsur
Infantilistar brúka blæu og aðrar
lutir, ið hoyra barndóminum til,
fyri at nærkast einum barnsligum
sinnisstandi. Tá tey kenna seg
sum børn, kunnu tey sleppa allari
ábyrgd.
Fyri at koma aftur í barndómin,
brúka summir infantilistar suttur,
suttufløskur, bamsur og barna
klæði í vaksnamannastødd. Summi
endurspegla eisini tankagongdina
og atburðin hjá pinkubørnum. Á
diaper.dk eru myndir og videobrot
av infantilistum, sum eta fruktmos
við skeið, tosa barnamál og brúka
pott.
– Eg havi tosað við onnur á net
inum, sum brúka suttur og eiga
bamsur. Men tað sigur mær ikki
so nógv, fortelur Janus.
Janus var fimm ára gamal, tá
hann fyrstu ferð kendi ein óvan
ligan áhuga fyri blæum. Hann fór
at stjala blæur frá systir síni og lat
seg í tær í loyndum. Tá systirin
vaks upp, gjørdist tað torførari hjá
Janusi at fáa fatur á blæum. Men
var hann á vitjan hjá grannum ið
høvdu smá børn, tók hann ofta
eina blæu við heim. Onkuntíð varð
hann avdúkaður. Tá fekk hann
at vita frá foreldrunum, at hann
skuldi gevast. Men meiri gjørdu
tey ongantíð við tað.
Tá Janus fekk frítíðarstarv sum
16-ára gamal, vórðu pengarnir ofta
brúktir til at keypa blæur. Í dag
brúkar hann 20-40 blæur um mán
aðin. Alt eftir hvussu tørvurin er.
– Eg kenni meg ikki óvanligan
longur, og eg havi góðtikið mín
lívsstíl, sigur Janus, sum kortini
umhugsar at fara víðari við sínari
trongd.
– Eg havi onkuntíð hugsað um,
at hittast við sokallaðum »care
takers« í Danmark. Tað eru fólk,
sum dáma at skifta og taka sær av
fólki sum mær, sigur Janus, sum
tó enn ikki hevur gjørt álvara av
tankanum.
Ofta misskilt sum pedofili
Á diaper.dk verður skrivað um,
hvussu infantilisma ofta verður
blandað við pedofili. Tað er tó ikki
trongdin eftir børnum, sum drívur
verkið, men meira trongdin at vera
barn. Janus er ein vaksin maður í
tretivunum. Hann arbeiður sum
handverkari og hevur seinastu
árini verið giftur við eini kvinnu.
Sum yngri var hann ofta bangin
fyri, at okkurt feilti sær. Men
aftaná drúgva sjálvrannsakan og
langar samrøður við aðrar infant
ilistar, er hann nú vísur í, at honum
feilar einki.
– Eg hevði sjálvur ein deiligan
barndóm. Eg havi altíð havt eina
fasinatión av børnum og teirra
eginleika at skapa sær sína egnu
verð, tá tey spæla. Tað er nokk har
rótin til mína infantilismu liggur,
sigur Janus sum harmast um, at
fólk blanda hansara áhuga fyri
blæum við pedofili.
– Eg elski børn og eg elski barna
universið. Men eg kundi aldrin
droymt um at gjørt einum barni
ilt. Eg ynski sjálvur at fáa børn,
men mín áhuga fyri blæum fari eg
ikki at blanda upp í mítt familjulív,
sigur hann.
Janus er eitt dulnevni, tí 30 ára
gamli maðurin í samrøðuni ynskir
at vera dulnevndur. Vikuskiftis
Sosialurin kennir samleika hans
ara.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA
Vikuskiftis Sosialurin
hevur eisini fingið samband
við 20 ára gamla Tóka
(myndin), sum eisini er
infantilist. Hann hevur
skrivað sínar hugsanir
um lívsstílin í brævi,
sum vit endurgeva her
Eg havi nógv minni frá barndóminum um, at
blæurnar lógu á gólvinum í vesinum, og eg
royndi at sníkja meg út har at royna eina. Tá
eg byrjaði í skúla, slepti eg tó tankanum, og
blæurnar fyltu minni og minni. Fáar ferðir
um árið, tá ið høvið beyst, royndi eg tó at lata
meg í blæu. Men eldri eg gjørdist, meira hvarv
hugurin til at lata meg í blæu. Tá eg var millum
8 og 13 ár, hugsaði eg als ikki um blæur eina
einastu ferð.
Tað broyttist tó, tá ið ein familjulimir gjørdist
álvarsama sjúkur. Kenslurnar bylgdust innaní
mær, og brádliga fann eg tryggleikan aftur
í blæunum. Síðani tá hevur verið trupult at
sleppa teimum. Tað kemur tó fyri, at long tíð
er ímillum blæurnar. Vikur, mánaðir og upp til
eitt ár.
Eg haldi tað er umráðandi at vísa á, at tey
flestu fólkini við tí vit kalla »fetish«, ella einari
trongd, sum brýtur frá tí vanliga; tey, sum
verða kallað løgin, eru menniskju eins og vit
onnur.
Vit hava eitt starv, ein maka, ein hund, fleiri
ringar vanar sum at roykja, drekka øl og vín og
hvat veit eg. Vit eru alt frá maskinmeistarum til
journalistar, gartnarar, fotografar, tónleikarar,
stjórar, listafólk og leiðarar. Vit eru øðrvísi og
vanlig, eins og øll onnur menniskju.
Eg meti meg vera relativt »vanligan«. Hvat tað
so enn er..
Eg havi silgt heimin runt fýra ferðir, eg havi
framleitt og spælt tónleik, eg havi verið sjálv
støðugur og arbeiðsleysur. Tað er kanska ikki
heilt vanligt, men poengið er, at eg eri eins og
tú, tín nábúgvi, bróður ella systur, vinur og tín
lokali handilsmaður. Tú kanst práta við meg.
Tú kanst spyrja meg, og eg skal royna at svara
tær við skili. Vit kunnu drekka kaffi saman, ella
lata vera. Vit kunnu hyggja í eyguni á hvørjum
øðrum, tá vit hittast á gøtuni, ella vit kunnu
lata vera. Og um tú ein dagin hittir ein sum
meg, við einari øðrvísi trongd, so minst til ikki
at døma blæuna bert orsaka av permuni.
Ella var tað bókin?
Minnir hjá einum blæumanni
20 ára gamli Tóki skrivar
MYND: PRIVAT
SKERMMYNDIR FRÁ DIAPER.DK
■ »Janus« er eitt dulnevni, tí 30
ára gamli maðurin í samrøðuni
ynskir at vera dulnevndur.
Vikuskiftis Sosialurin kennir
samleika hansara.
Diaper.dk er ein
heimasíða, har
infantilistar hittast
og skifta orð um
síni áhugamál. Yvir
800 virknir brúkarar
eru á síðuni.