hósdagur 11. februar 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 18
9
ØÐRVÍSI LÍVIHÆTTIR
PROVOKERA OKKUM
Sálarfrøðingur greiður frá, hvat sálarfrøðin sigur um vaksin fólk, ið hava trongd at lata seg
í blæu. Han fortelur eisini, hví vit verða stygd av fólki sum hava øðrvísi livihátt enn vit
BIRGITH LASSEN
J
anus er infantilist. Ella
vaksið-baby sum tað eisini
rópast. Gerandisdagurin
hjá honum líkist mínum
og tínum. Hann er giftur maður í
tretivunum og arbeiðir frá 8-16 sum
handverkari. Men javnfjart við sín
um vanliga gerandisdegi, livir hann
sum baby í loyndum.
– Eg havi eina sterka trongd at
lata meg í blæu. Blæan ger, at eg
kenni meg sum eitt barn. Tað ger
at eg verði tryggari. Júst sum tá eg
var barn, sigur Janus.
Janus hevur valt at traðka fram
í samrøðu við Sosialin, men hevur
biðið um, at vit verja hansara sam
leika. Tí brúka vit navnið Janus
sum dulnevni. Janus er bangin
fyri, at kona hansara finnur útav,
at hann livir sum baby í loyndum.
Ofta er tað nevniliga óttin fyri
at styggja tey nærmastu frá sær,
sum ger, at infantilistar velja at
dyrka sín áhuga í loyndum. Men
hví styggjast vit av fólki, sum dáma
at ganga í blæu?
– Sum vaksin menniskju vilja
vit virka álítandi og ordilig. Infant
ilistar ella vaksið-baby, sum tað
onkuntíð verður rópt, bróta frá
tí vanligu myndini, vit hava av
ábyrgdarfullum vaksnum fólkum.
Tí verða vit provokerað, sigur
Suni Poulsen, sálarfrøðingur á
psykiatriska deplinum á Lands
sjúkrahúsinum.
Ikki so óvanligt
Suni Poulsen lýsir infantilismu
sum eina fetich. Fetichisma er, tá
tú hevur lyndi at øsast kynsliga
av onkrum ávísum, ið vit ikki van
liga knýta at kynslívinum. Tað
kann millum annað vera at lata
seg í leðurklæðir ella klæðini hjá
mótsatta kyninum. Suni Poulsen
sigur, at fetichisma er rættiliga
vanligt millum fólk. Men hann
heldur, at infantilisma er eitt heilt
serligt fetich.
– Ofta hevur fetichisma bein
leiðis tilknýti til seksuellu aktina.
Men at lata seg í blæu, noyðist ikki
at hava nakað við sjálva aktina at
gera. Tí er infantilisma ørðvísi
enn aðrar serligar trongdir, greiðir
hann frá.
Sambært sálarfrøðinginum,
kunnu fólk í størri ella minni mun
kenna seg aftur, sjálvt um langt frá
øll hava tørv á at ganga í blæu ella
vera ílatin leðurklæði.
– Øll sum dámdu »50 Shades of
Grey« (bók um harðligt kynslív,
red.) eru ikki til harligt sex í veru
leikanum. Men tað rakar nakað, ið
vit allíkavæl duga at liva okkum
inn í, sigur hann.
Suni Poulsen sigur, at hann
hevur lættari við at skilja infant
ilistar, enn fólk við øðrum serligum
trongdum. Hann greiður frá, at
sálarfrøðin lýsir infantilistar sum
fólk, ið hava eitt óvanliga sterkt
tilknýti til barndómin, hóast tey
langt síðani eru vaksin.
– Hetta snýr seg í veruleikanum
um at kasta alla ábyrgd frá sær. Øll
atferð, ið er knýtt at vaksnamanna
lívinum, verður skumpað til viks, tá
tú letur teg í eina blæu og verður
til eitt barn í sinninum. Tá fert tú
aftur til barnaverðina, har tú kanst
hava tørvir, ið vanliga eru tabu hjá
vaksnum. Tú kanst móttaka eyma
umsorgan, verða mataður og ja,
kanska eisini fara á ves uttan at
hugsa um, hvar tú ert, tí tú ert í
blæu, sigur hann og leggur afturat,
at øll munnu kenna tørvin á sleppa
sær undan allari ábyrgd, ið fylgir
við vaksnamannalívinum.
Ofta misskilt við pedofili
Sum tú kanst lesa í samrøðuni við
Janusi, verður infantilisma ofta
blandað við pedofili. Men Suni
Poulsen, sálarfrøðingur, vísur
staðiliga aftur, at hetta hevur nak
að við børn at gera. Tað er umráð
andi at skilja í millum, sigur hann.
– At vera vaksið-baby hevur als
einki við pedofili at gera. Infant
ilisma snýr seg um at vilja verða
viðfarin sum eitt barn. Tað snýr
seg ikki um at vilja hava nakað við
børn at gera, greiður hann at enda
frá.
MYND: PRIVAT
Suni Poulsen, sálarfrøðingur
MYND: NORA.FO
Sálarfrøðingur