Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 10 TEMA Valaldur Miðlarnir, politikarar og onn­ur við lurtaðu við áhuga eftir teimum, okkara ungu politik­arum. Ivaleyst eru mong okkara samd um, at tey eru gløgg, hesi ungu. Hesar dagarnar kjakaðust tey eldhugað um rús­drekka í handlarnar, um fostur­tøku og um valaldurin. Og tey vóru ikki sinnað í at lækka valaldurin, men vístu á týdningin av at fáa sam­ felagsfrøði inn í fólka­skúlan. Vit hava tikið táttin upp, og í temasíðunum hesaferð kanst tú lesa um valaldurin, og hvussu tey hava ásett aldurs­markið í londunum kring okkum. Í PolUng, sum er ein felagsskapur hjá øllum politisku ungmanna­feløg­ unum, halda tey, at ein broyt­ ing er at hóma. – Áhugin fyri politikki millum tey yngru hevur verið vaksandi við ungu fyri­myndunum frá farna løgtings­valið, sigur for­maðurin Hákun Skoubo Dalsgaard. Hann heldur, at tað kundi verið sunt fyri fólka­ræði, um tey ungu fingu eina rødd við at lækka val­ aldurin. Kjakið um valaldurin vendur púra skeivt, heldur stjórn­málafrøðingur, sum sigur sína hugsan í tema­síð­ unum. Hann heldur, at skalt tú sýta einum aldursbólki ein fólkaræðisligan rætt, so skalt tú hava sera góðar grund­ gevingar fyri, hví tað er rætt. Les samrøðu við Jóannes N. Dalsgaard aðrastaðni í tema­ síðunum. Tey ungu og teirra eld­hugi er júst tað, sum sálar­frøð­ ingurin Annika Helgadóttir Davidsen sigur sína hugsan um. Hyggja vit eftir heila­ gransking kunnu vit síggja, at tess yngri vit eru, tess truplari hava vit við at taka skila­góðar og vælgrundaðar av­gerðir. Men tað er trupult at finna sálarfrøðilig argu­ menti ímóti at geva 16 ára gomlum valrætt, heldur hon. Temasíðurnar hesaferð um valaldur – góðan lesihug. Herfyri var ungdómting í løgtinginum, og í eina viku var tað ungdómurin, sum átti orðið. Og vit lurtaðu Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum á miðnámsskúlaøkinum Valaldurin og ungdómurin BARBARA HOLM H erfyri var ungdómsting í løgtinginum, og í nakr­ar dagar fingu tey ungu høvi til at kjakast um samfelagsins viðurskifti. Eins og so mangan áður, so leiddi ung­ dóms­tingið til enn eitt kjak um, hvørt vit skulu lækka valaldurin ella ikki. Hvør er munurin millum tey 16 ára gomlu og tey 18 ára gomlu, spyrja vit tí Anniku Helgadóttir Davidsen, sum síðani august í fjør, hevur starvast við teimum ungu í mið­námsskúlunum. – Tað hevur verið kjakast um júst hetta evnið í fleiri londum, og í tí sambandi hevur verið hugt eftir nýggjastu heilagranskingini, sum kann siga okkum okkurt um, hvussu heilin hjá okkara ung­dóm­um riggar, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. Og tað er út frá hesi somu heila­gransking, at kjakast verður útfrá. – Tað áhugaverda er at hyggja eftir, hvussu førleikarnir hjá ung­um er, tá ið umræður at taka skila­góðar avgerðir, sum hava lang­tíðar­avleiðingar, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. Tað vísir seg, at tess yngri vit eru, tess verri eru vit fyri, tá ið um­ ræður at taka upplýstar og skila­ góðar avgerðir. Kenslurnar stýra Ivaleyst kunnu tey flestu okkara nikka játtandi, tá ið ført verður fram, at í tannárunum eru tað kenslur­nar, sum ráða. – Frá 12 – 25 ár henda stórar broyt­ingar í heilanum, og tað merk­ ir, at heilin ikki er liðugt útviklaður fyrr enn vit eru fyrst í tjúgunum, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. Hetta er eitt torskilt øki, og til Tað henda stórar broytingar í heilanum frá tí vit eru 12 ár og fram til 25 ár. Og yngri vit eru, verri eru vit før fyri at taka skilagóðar avgerðir, sigur Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur á miðnámsskúlaøkinum Sálarfrøðingur Vit síggja, at tey yngri tingfólkini í dag, eru ógvuliga tilvitað og eld­ huga um tað, sum tey gera Annika H. Davidsen ALDURIN ÁVIRKAR AVGERÐIR