Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 11 Temasíðurnar í Vikuskiftis Sosilinum varpa hesaferð ljós á valaldurin. Vit hyggja eftir, hvussu tey áseta aldursmarkið aðrastaðni, vit tosa við PolUng, og lýsa spurningin út frá einum stjórmálafrøðiligum og sálarfrøðiligum perspektivi. Góðan lesihug. ber ikki at skera øll ung yvir ein kamb. – Men tað, sum granskingin vísir er, at tey 16 ára gomlu eru væl fyri kropsliga og intellektuelt uppá allar mátar, men tað paradoksala er, at heilin framvegis er langt frá liðugt út­viklaður, sigur sálarfrøðingurin. Tað merkir, at tey 16 ára gomlu duga mong ting eins væl og betri enn tey vaksnu, men tá ið umræður at taka skilagóðar avgerðir og yvir­ skoða langtíðar fylgurnar av av­ gerð­unum, so er verri – serliga um avgerðirnar á einhvønn hátt eru stýrdar av kenslum. – Tað kann tí gott vera stórur munur á at vera 16 og 18 ár, tí tann parturin av heilanum, sum skal gera okkum før fyri at taka skilagóðar, skynsamar avgerðir, arbeiðir uppá tað harðasta júst hesi árini, vísir Annika Helgadóttir Davidsen á. Árini taka broddin av Tá kenslurnar fara avstað við tær í ungum árum, so er tað sostatt púra vanligt og vísindaliga grundað. Skalt tú síðani taka politiskar avgerðir og blanda teg uppí politikk sum 16 ár, so skal samfelagið vænta, at tú fert eldhugaður inn í eitt hvørt kjak, har heimurin er svart­ur ella hvítur. – Vit síggja, at tey yngri ting­ fólk­ini í dag, eru ógvuliga tilvitað og eld­huga um tað, sum tey gera. Og fáa vit enn yngri fólk inn í kjakið so ella so, so merkir tað eisini meira eldhugað kjak, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. Og eldri vit blíva, minni stýrd eru vit av kenslunum. – Tað merkir so eisini tað, at um tey yngri blanda seg uppí polit­iska orðaskifti, so høvdu vit fingið kenslur meira inn í politikk, og heimurin hevði verið meira svartur ella hvítur, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. Hon tekur ikki støðu til, um valaldurin skal hækka ella lækka, men vísir á, at tað er torført – frá ein­um sálarfrødiligum sjónarmiði – at finna vansar við at lækka val­ aldurin, meðan fleiri fyrimunir eru við tí. – Men aftur mugu vit staðfesta, at ein eldri persónur kann taka skila­leysar avgerðir, og tað sama kunnu tey ungu. Nú hava vit tosað ógvu­liga yvirskipað, men tað ber sjálv­sagt ikki til at skera øll ung ella øll eldri yvir ein kamb, sigur Annika Helgadóttir Davidsen at enda. BARBARA@SOSIALURIN.FO Síðani august í 2015 hevur Annika Helgadóttir Davidsen starvast sum sálar­frøðingur í mið­náms­skúla­økinum. Tað merkir, at hon og Súsanna Skaale, sálar­frøð­ingur, eru knýtt­ar at øll­um skúlum í land­ inum, og at tær síðani hava býtt skúl­ar­nar ímillum sín. – Vit fáa ógvuliga nógvar fyri­spurningar frá teimum ungu, og tað vísir seg, at tað ikki er tabu at ganga til sálarfrøðing. Vit hugsaðu upprunaliga nógv um, hvar vit skuldu sita fyri at vera ósjónligar tá næmingarnir komu til okkum, og um nakar fór at seta seg í samband við okk­um. Tað vísir seg, at tey ungu eru ófør at biðja um hjálp, tá tey hava tørv á tí, sigur Annika Helgadóttir Davidsen. Hon sigur, at fleiri av teimum ungu, sum hon tosar við, av yms­um orsøkum hava sálarligar av­bjóð­ingar, ið eru knýttar at tung­lyndi. BARBARA@SOSIALURIN.FO – Tað kann gott vera stórur munur á at vera 16 og 18 ár, tí tann parturin av heilanum, sum skal gera okkum før fyri at taka skilagóðar, skynsamar avgerðir, arbeiðir uppá tað harðasta júst hesi árini, sigur Annika Helgadóttir Davidsen MYND: PRIVAT Tey ungu biðja um hjálp