Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 12 TEMA Valaldur MORTAN ØSTERØ M ánadagin í farnu viku fingu føroyskir ung­ dómar høvi at taka sæti á Løgtingi og leggja fram uppskot. Millum ting­ málini var uppskot um at lækka verandi aldursmark til løg­tings­ valið úr 18 árum og niður í 16. Eftir fyrstu viðgerð varð mál­ið beint í rættarnevndina, har meiri­ lutin mælti til at sam­tykkja 16 ár sum nýggjan val­aldur, meðan minni­lutin mælti ung­dóms­ting­ inum til at samtykkja eitt broyt­ ingar­upp­skot um at lækka vald­ urin til 17 ár. Tá málið kom fyri tingið aftur, var tað broytingaruppskotið frá minnilutanum, sum varð sam­ tykt. PolUng, tvørpolitiski felags­ skapurin hjá partapolitisku ung­ manna­feløgunum í Føroyum, fylgdi gongdini, og nýliga valdi for­maðurin, Hákun Skoubo Dals­ gaard, sýnir ætlanunum um lægri aldurs­mark vælvild. – Í sær sjálvum kundi eitt lægri aldursmark kveikt størri áhuga fyri politikki millum ung. Tað sigur seg sjálvt, at tað verður nógv meiri áhuga­vert at fylgja við politikki, um man fær ávirkan á hann, sigur Hákun. Formansskapurin í PolUng skiftir á hvørjum ári millum polit­ isku ungmannafeløgini, og fram til oktober í ár, er tað ung­manna­ felagið hjá Javnaðar­flokkinum, Sosialistisk Ung, sum eigur sessin. Fyri bert tveimum vikum síðani fall sessurin Hákuni, tí sitandi for­ kvinnan segði sessin frá sær. – Nú havi eg sitið í rættiliga stutta tíð, og PolUng hevur ikki vent spurninginum um valaldur meðan eg havi verið formaður. Tó er tað avgjørt ein áhugaverdur spurningur at taka upp eftir Ung­ dóms­tingið, og nú tað stundar til kommunu­val, sigur hann. Samfelagsfrøði innum fólkaskúlagátt Ein av afturvendandi ynskjunum frá ungmannafeløgunum gjøgn­um fleiri ár, hevur verið at fáa sam­ felagsfrøði á tímatalvuna í fólka­ skúl­anum. Í fjørsummar gjørdi Kring­varp Føroya eitt spurnar­ um­far við politisku ung­manna­ feløg­unum, ið øll søgdu seg ynskja sam­felags­frøði sum sjálvstøðugt fak í fólka­skúlanum. – Øll fara ikki á miðnám, og allir Skuldi tað verið soleiðis, at tey 16-17 ára gomlu fingu val­rætt, høvdu politikk­ arar­nir heldur ikki sloppið undan at taka nýggja veljara­ skaranum við í síni vallyfti« Hákun Skoubo Dalsgaard TEY UNGU TEVJA POLITIKKIN Áhugin fyri politikki millum tey yngru hevur verið vaksandi við ungu fyrimyndunum frá farna løgtingsvalið, og ein lægri valaldur kundi verið eitt sunt íkast til fólkaræði, heldur formaðurin í PolUng, Hákun Skoubo Dalsgaard Hákun Skoubo Dalsgaard PolUng Hákun Skoubo Dalsgaard er formaður í tvørpolitiska felagskapinum PolUng Visti tú? Valaldurin var 23 ár inntil 1953