hósdagur 11. februar 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 18
13
Ungdómar niður í 16-17
ár ynskja møguleikan at
taka sæti á Løgtingi.
miðnámsskúlanæmingar fáa ikki
neyðturviliga undirvísing í sam
felagsfrøði. Ein av fortreytunum
fyri, at valaldurin skal lækkast,
er at samfelagsfrøði verður sett á
stovn sum egin lærugrein í fólka
skúlanum. Á tann hátt verða tey
ungu betri skúlað innan samfelags
viðurskifti og aldurin verður ikki
altavgerandi fyri hvørt ein er egn
aður at fara á val ella ikki.
Tað er ikki sjálvsagt, at ein 18-25
ára gamal er treytaleyst betri fyri
ella hevur størri innlit og áhuga
fyri politiskum avgerðum og sam
felagsviðurskiftum enn ein 16-17
ára gamal, sigur formaðurin fyri
PolUng.
Áhugin er manglar ikki
Hákun Skoubo Dalsgaard metir, at
ungdómurin hevur vaksandi áhuga
fyri politikki, serliga undir og eftir
løgtingsvalið í heyst. Ungfólk tóku
lut í kjakinum uppundir valið og
tey møta framvegis væl upp til
politisku tiltøkini, sum vaksa í vavi.
Harafturat hættaði løgtingsvalið
seg soleiðis, at 22 ára gamli Bjarni
Kárason Petersen og bert 19 ára
gamla Kristina Clementsen fingu
høvi at røkja tingsessir sum vara
fólk.
– Stór undirtøka hevur verið
fyri politisku tiltøkunum hjá ung
mannafeløgunum, og har eru fleiri,
sum eru yngri enn tey 18 ár – tað
kunnu vit bara taka sum eitt gott
tekin. Valið lagaði seg eisini væl
fyri tey ungu, nú vit hava sæð ung
varafólk taka sæti á tingið – enntá
yngsta tingfólki nakrantíð við
Kristinu Clementsen.
Tað letur eyguni hjá ungfólki
upp fyri, at politikkur ikki bert
er fyri tey eldru, men eisini kann
virka fyri ungum áhugamálum. Við
øðrum orðum hevur politikkurin
verið sum ein fótbóltsdystur, har
mótstøðuliði er á odda 5-0, og hug
urin at halda áfram at hyggja at
dystinum fánar burtur. Nú ungu
varafólkini eru sloppin framat, eru
vit farin at nærkast einum javn
leiki, og tað tykist økja um hugin
at fylgja við aftur, sigur hann.
Ung ávirkan
Sambært tølum úr Hagstovuni
vóru 1.400 16-17 ára gomul í Føroyum
í 2015. Tað svarar til 100 fleiri fólk
enn samlaða atkvøðutalið hjá
Nýggjum Sjálvstýrið á valdegnum,
sum fekk tveir løgtingslimir.
– Tølini tala fyri seg og var
aldursmarki lægri, kundi ung
dómurin helst ognað sær nøkur
umboð á tingi, um ungu veljararnir
savnaðu seg um ung valevni.
Møguliga vórðu fólk sum Kristina
Heðinsdóttir Clementsen (fyri
Tjóðveldi, red.) og Bjarni Kárason
Petersen (fyri Framsókn, red.) so
statt fyrstvald heldur enn varafólk,
um aldursmarki var 16 ár seinasta
val, sigur Hákun.
Sambært formanninum í
PolUng, er ungdómurin longu ótrú
liga vitandi um politikk, bæði her
heima og úti úr heimi, og at loyva
teimum við kundi verið lønandi
fyri ungdómin og samfelagið.
– Eg verði oftani bilsin av
hvussu nógva vitan politiskt virkni
ungdómurin hevur innan bæði
føroysk og útlendsk viðurskifti.
Hóast fleiri teirra undir verandi
aldursmarki eru væl við, tá ið tað
kemur til kunnleika innan sam
felagsviðurskifti, sleppa tey ikki
veruliga upp í part. Tey vera sett
uttan fyri aðra ávirkan enn kjak-
luttøku, meðan tað øvuta kanska
hevði kveikt og styrkt teirra áhuga
fyri og luttøku á politiska pallinum,
sigur formaðurin fyri PolUng.
Sjónligari í førda
politikkinum
Hóast Hákun Skoubo Dalsgaard
fegnast um, at átøk sum Ung
dómstingi sjónligger ungdómin í
politiska landslagnum og verður
eitt høvi hjá teimum yngri at seta
sítt politiska tev og áhugamál
í sýnisgluggan, metir hann at
politikkararnir sleppa undan at
taka tey heilt fyri fult.
Tey ungu uttanfyri 18-ára
aldursmarki eru nevniliga ikki
partur av einum møguligum velj
araskara, og tí kunnu politikararnir
onkursvegna loyva sær at leggja
tey til viks. Fingu tey valrætt,
er Hákun sannførdur um, at tey
politikararnir vórðu noyddir at
taka tey í størri álvara.
– Skuldi tað verið soleiðis, at
tey 16-17 ára gomlu fingu valrætt,
høvdu politikkararnir heldur ikki
sloppið undan at taka nýggja
veljaraskaranum við í síni vallyfti,
og tað hevði vónandi sæst aftur í
førda politikkinum og tænt báðum
pørtum. Áhugin fyri politikki
millum tey yngru hevði heilt vist
eisini vaksið, um tey sóu, at tey
kundu ávirka føroyskt lógarsmíð,
sigur hann.
Ungdómstingið legði fram upp
skot um fjølbroytt mál sum fostur
tøku, ítróttarviðurskifti, undir
sjóvartunnil og umhvørvismál, og
formaðurin fyri PolUng væntar at
líknandi mál kundu fingið meiri
rúmd í Løgtinginum, um tey ungu
vórðu meiri beinleiðis umboðað.
– Eg kann sjálvandi ikki svara
fyri allar føroyskar ungdómur um
júst hvørji mál liggja okkum serliga
nær. Men mál sum er viðkomandi
fyri teirra gerandisdag og upptaka
tey í frítíðini kunnu hugsast at
tekkjast ungum. Helst høvdu mál
sum frítíðartilboð, ítróttur og út
búgving upptikið nýggja veljara
skaran og flutt flestar atkvøður,
sigur Hákun Skoubo Dalsgaard.
MORTAN@SOSIALURIN.FO
»Tað sigur seg sjálvt, at tað verður nógv meiri áhuga
vert at fylgja við politikki, um man fær ávirkan á hann«
23 ár 21 ár 18 ár 16 ár
Danmark
1953 1961 1978
Norra
1921 1956 1979 2011*
Svøríki
1937 1946 1974 2000**
Finland
1944 1972 2010**
Ísland
1934 1970
Broytingar í valaldri
* Til kommunuvalini í 2011 og 2015 setti
norska stjórnin valaldurin niður á 16 ár í 20
kommunum sum eina royndarverkætlan.
** Svøríki og Finland hava 16 ára aldursmark
til Kirkjuliðsráðsvalið.
KELDA: DUF.DK
MYND: ÁLVUR HARALDSEN