hósdagur 11. februar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 18
14
TEMA Valaldur
MORTAN ØSTERØ
Í
nýggjari tíð hava fleiri upp
skot kring knøttin verið í
politiskum høpi, hvørt mest
vanliga aldursmarki fyri
borgarar at sleppa á val eigur at
verða lækkað. Flest øll londini hava
ikki gjørt álvara av uppskotinum,
men kortini hvørvur hugskotið um
lægri valaldur ikki. Søguliga hava
valskipanir verið útihýsandi, so
leiðis, at tað hava verið tey fáu,
sum sleppa at taka avgerðir. Til
dømis var tað var ikki fyrr enn í
1915 at kvinnur sluppu upp í part
og síðst í 1970unum, at valaldurin
í ymsu norðurlendsku londunum
varð lækkaður úr 21 og niður í 18
ár. Rákið seinastu nógvu árini
hevur verið, at valskipanirnar
geva alsamt fleiri fólkum inni
vist. Millum annað hava positivu
demokratiseringarnar av val
skipanum í summum av vestur
lendsku londunum ført við sær
lægri valaldur, valrætt uttan krøv
um serstakar kvalifikatiónir, um
framt javnstøðu millum kynini.
Tá ið Løgtingið í farnu viku
skifti vanligu tingmanningina út
við ungdóm úr føroyska fólkaskúl
anum, vístu uppskotsstillararnir
um lægri valrætt nevniliga á søgu
ligu broytingarnar í valskipanini
sum tekin um, at lógarteksturin
altíð kundi endurskoðast. Í fram
løguni vísti ungdómurin á hví
tey skuldu fáa atkvøðurætt, men
Jóannes N. Dalsgaard harmast um,
at útgangsstøðið í kjakinum tykist
vera júst, at útihýsti parturin skal
rættvísgera, at tey verða tikin við.
– Eg haldi spurningin venda
øvut. Vit eiga ikki at skula grund
geva fyri, hví borgarar í landinum
skulu sleppa at velja. Hinvegin eiga
vit at hava góðar grundgevingar
fyri at sýta borgarum rætt at velja.
Tí kundu vit heldur spurt: Hvør er
grundgevingin fyri, at borgarar
yngri enn 18 ár ikki skulu sleppa at
velja? Hetta eiga teir politikkarar,
sum vilja varðveita valrættaraldur
in sum hann er, at kunna at svara
uppá, sigur stjórnmálafrøðingurin.
16 ára gomul
valrætt aðrastaðni
Sama kjak hevur verið frammi í
øðrum londum, og summi hava
gjørt álvara av antin partvíst ella
fullkomiliga at lækka valaldur
in niðurum tey 18 árini. Eitt av
nýggjaru dømunum er frá grann
unum úr Skotlandi. Tá ið ríkis
rættarligi spurningurin hjá skotum
skuldi svarast á fólkaatkvøðu í
2014, hevði skotska tjóðartingið
nevniliga samtykt, at tey 16 ára
gomlu eisini skuldu sleppa upp
í part. Lógarbroytingin merkir
somuleiðis, at valaldurin á skotska
tjóðartingsvalinum framyvir verð
ur 16 ár.
– Eg havi ilt við at síggja, hvussu
man út frá einum fólkaræðisligum
sjónarhorni kann tosa um fyri
munir og vansar við einum ávísum
valrættaraldri. Sum útgangsstøði
eiga allir borgarar at sleppa á val.
Nógv tey flestu londini við demo
kratiskum valum hava ásett 18
ára aldur sum treyt fyri valrætti,
meðan nøkur heilt fá lond hava
hægri valrættaraldur og eitt sindur
fleiri hava lægri valrættaraldur.
Millum londini við lægri val
rættaraldri enn 18 ár eru Skotland,
Guernsey, Isle of Man og Jersey,
sum øll hava 16 ára valrættar
aldur, og Noreg, ið hevur ta
skipan, at tú sleppir á val sum 17
ára gamal, um tú fyllir 18 ár sama
ár sum Stórtingsvalið er. Hesi eru
øll vælvirkandi samfeløg, ið vit
Kanska áhugin
veksur í ávísan
mun, men ein
lægri valaldur
er neyvan alt
avgerandi«
EIGA AT
SNARA
SPURNING-
INUM Á
Lægri valrættaraldur fer neyvan brádliga at kveikja áhugan hjá ungum
fyri politikki, men kjaki hvørt tey 16-17 ára gomlu skulu fáa hendan rættin
vendir skeivt sambært Jóannesi N. Dalsgaard. Vit eiga at finna góðar grund
gevingar fyri at sýta teimum hendan rættin, heldur enn grundgevingar
fyri ikki at lata teimum valrættin, heldur stjórnmálafrøðingurin
Jóannes N. Dalsgaard
MYND: SAMFELAGID.FO
Visti tú?
16 ára gamlir
skotar velja fyri
fyrstu ferð í ár