Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 15 Jóannes N. Dalsgaard er stjórnmálafrøðingur við eitt nú val og valskipanum sum serøki fegin saman­bera okkum við, sigur Jóannes N. Dalsgaard. Revsilóg sum mið Sambært Hagstovuni eru áleið 3.000 fólk í aldursbólkinum 16-19 ár, harav 63 prosent eru løn­tak­ arar og sostatt skatt­gjald­arar. Sam­stundis eru áleið 2.300 mið­ náms­kúlanæmingar í Før­oy­um, og tí er neyvan av leið at ganga út­frá, at fleiri teirra ar­beiða undir lestrar­tíðini. Eitt av sjónarmiðunum fyri lógar­broytingini uttanlands hev­ur verið, at 16-17 ára gomlu skatt­gjald­ arar­nir ikki sleppa at ávirka hvussu teirra skattakrónur verða brúktar. Har­afturat verður eisini ført fram, at fólk, sum kunnu revsast sam­ bært lógini áttu eisini at fingið ávirk­an á hana onkursvegna. – Grundhugsanin í demo­krat­ inum er, at tær lógir tú gongur undir skal tú sjálv/ur hava verið við til at gera. Tí er tað upplagt, at valrættar- og valbærisaldur eigur at vera tann sami sum myndugleikaaldur og »kriminellur lágaldur«. Júst hvat aldursmarkið skal vera, er tó ein annar spurningur, sigur Jóannes N. Dalsgaard, sum tó metir, at tað kunnu vera fyrimunir við lægri val­ rættaraldri: – Tað hevði fyrst og fremst verið ein fyrimunur fyri tey 16-17 ára gomlu, ið ynskja valrættin, men sum sambært lógini ikki sleppa tað. Kanska tað í longdini eis­ini hevði verið ein fyrimunur fyri fólka­ræðið sum heild, tó at lægri val­rættar­aldur ikki av sær sjálv­um ger tann munin, sigur stjórn­mála­ frøð­ingurin. Verður neyvan broytt Í spurnakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Sosialin hesa vikuna, tóku einans sjey prosent undir við at seta føroyska valrættaraldurin nið­ur, meðan 87 prosent vóru nøgd við galdandi aldursmark. Enntá 15-24 ára gomlu luttakararnir í spurna­kann­ingini søgdu seg ikki stuðla lægri valrættaraldri. Reint lógar­tøkniliga er broytingin heldur ikki serliga einføld, ið neyvan bøtir um sannlíkindini fyri eini lækking av val­aldrinum. – Valrættaraldurin er ásettur í Stýrisskipanarlógini. At broyta Stýrisskipanarlógina er ein long til­ gongd, ið er munandi drúgvari enn vanligar lógarbroytingar. Broyt­ ingar í Stýrisskipanarlógini skulu nevniliga samtykkjast av tveimum Løg­tingum hvør sínumegin eitt løgtingsval, fyri at fáa gildið. Hetta í sær sjálvum ger tað lítið sannlíkt, at valrættaraldurin verður broytt­ ur í bræði, sigur Jóannes N. Dals­ gaard. Broyting ikki kollveltandi Millum kjakarar í eitt nú Noregi og Amerika hevur verið ført fram, at ein lægri valaldur fangar tey ungu áðrenn tey flyta heiman og tískil kundi verið við til at æla veljararnir upp til eina sterkari siðvenju at lut­taka í politiskum kjaki og val­ lut­tøku. Føroyar hava tó ikki havt stór­vegis trupulleikar av lágari val­lut­tøku, men sjónarmiði um at kveikja áhugan millum tey yngru stendur við. – Kanska áhugin veksur í ávísan mun, men ein lægri valaldur er neyvan altavgerandi. Men tey 16- 17 ára gomlu, ið frammanundan eru polit­iskt áhugað, fara ivaleyst at halda tað vera meira spennandi at fáast við politikk, um tey sleppa at lut­taka í fullan mun, sigur Jóannes. Hóast talan er um 1.400 møgu­ ligar atkvøður frá teimum 16-17 ára gomlu, ið er fleiri enn Sjálvs­týris­ flokkurin fekk til seinasta val, er Jóannes N. Dalsgaard ikki sann­ førdur um, at politiska landslagið hevði verið kollvelt av teimum yngru. – Eg trúgvi ikki, at 16-17 ára gomul høvdu fylkjast um nýggjar politiskar dagsskráir. Tey vera ivaleyst bara blanda uppí restina av veljarafjøldini. Tað kann hugs­ ast, at politiska ávirkanin frá tí velj­ara­segmentinum, sum eru for­ eldur við børnum í 16-17 ára aldri, verð­ur eitt vet sterkari, við tað at 16-17 ára gomul í stóran mun eru ávirk­að av og taka undir við somu sjónar­miðum, sum foreldur teirra gera. Kanningar benda nevniliga á, at tað er ikki fyrrenn fólk eru mið­ skeiðis í 20unum, at ávirkanin frá for­eldr­unum fánar og fólk byrja at gera sær sínar heilt egnu – og møgu­liga øðrvísi – niðurstøður, sigur Jóannes N. Dalsgaard. Skal valaldurin broytast? 80 70 60 50 40 30 20 10 0 Valaldurin skal hækkast (yvir 18 ár) Valaldurin skal lækkast (undir 18 ár) Valaldurin skal vera sum hann er (18 ár) 6% 6% 8% 7% 87% 87% 15 - 24 ár 25 - 80 ár Úrslitið er grundað á svar frá 300 føroyingum í aldrinum 15-80 ár kring alt landið. Kanningin varð gjørd 09.02.16 Ung í Føroyum ■ 2,805 íbúgvar millum 16-19 ár (í 2014) ■ 1,761 løntakarar, 16-19 ár (í 2014)* ■ 63 % av teimum millum 16-19 fingu løn í 2014 *Bólkurin 16-17 ár var ikki tøkur, men bert 16-19, og tískil verður roknað hereftir. KELDA: HAGSTOVAN Lesandi ■ 2,293 fólk á føroyskari miðnámsútbúgving (2013/2014) ■ 2,330 fólk á føroyskari miðnáms­útbúgving (2014/2015) KELDA: STUDNI Lond við 16 ára valrætti: ■ Argentina ■ Brasil ■ Bosnia-Herzegovina ■ Eysturríki ■ Guernsey ■ Isle of Man ■ Jersey ■ Kuba ■ Nikaragua ■ Skotland Partvísur valrættur til 16 ára gomul: ■ Ísrael ■ Sveits ■ Týskland »Eg havi ilt við at síggja, hvussu man út frá einum fólka­ræðisligum sjónarhorni kann tosa um fyrimunir og vansar við einum ávísum valrættaraldri. Sum útgangsstøði eiga allir borgarar at sleppa á val« Jóannes N. Dalsgaard MYND: ÁLVUR HARALDSEN