Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 16 SAMFELAGIÐ MEIRA KRAKKA­- VELDI ELVIR TIL STÚRAN HJÁ CTD-SJÚKLINGUM – Øll vita hvat tað er, at hava ilt í búkinum, men hugsa tær so, at hava tað allan dag og hvønn dag restina av sínum lívi. Tað er framtíðin hjá mær og dóttrini, um vit ikki fáa stuðul til kostískoyt, sigur Frans Jensen, ið má bíða í óvissu eftir neyðugum heilivági Frans Jensen Karnitin HALLUR AV RANA T að hevur vakt høvuð­ brýggj hjá fleiri sjúk­ lingum síðstu vikurnar, tá tey í apotekum kring landið við læknaresept í hondini eru vorðin noktað tað kostískoyti til heilivág, ið áður hevur veitt teimum linnan og grøðing móti sjúku. Ískoyti, ið tey fram til 1. januar, vóru von við at fáa hendur á. Orsøkin til óvæntaðu støðuna botnar í einum ynski frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnuni í heilsumálum, um at tálma út­ reiðs­l­urnar hjá Heilsutrygd við 1,4 milliónir krónur. Tað skuldi gerast við millum annað at avmarka brúk av vørum, so sum kostískoyti, ið ikki er neyðugar í sjúkraviðgerð. Við lógarbroytingini er ikki longu nokk hjá sjúklingum av kunnu vísa eina læknaresept, men má kommunulæknin søkja serligt loyvi frá eini Tilskotsnevnd, ið skal taka støðu til, um kostískoyti ella onnur vøra er neyðug í sjúkra­ viðgerðini. Tolir ikki karnitin Ein teirra, ið hevur merkt sviðan av nýggju lóggávuni, er Frans Jensen, sum hevur herviligu arvaligu sjúkuna CTD, og kennir vandan av sjúkuni betri enn flest onnur fólk. – Eg fekk staðfest sjúkuna í 2008, tá beiggi mín brádliga doyðu av ókendum orsøkum. Hann varð síðani kannaður fyri ymiskt, og at enda kundu tey staðfesta, at hann hevði CTD, og var tað orsøkin til at hansara hjarta steðgaði. Tá funnu vit so eisini út av orsøkina til brádliga deyðan hjá systur okkara í 2000, greiðir Frans Jensen frá um sjúkuna, ið næstu árini gjørdist mest umtalaða sjúkan í Føroyum. – Tá eg fekk staðfest sjúkuna, varð eisini staðfest, at eg, sum avleiðing av sjúkuni, hevði eitt veikt hjarta. Tískil noktaðu tey at útskriva meg, tí tey vóru bangin fyri, at eg fekk somu lagnu sum míni systkin. Tvær vikur seinni varð eg so lagdur undir skurð og fekk lagt ein ICD í mítt hjarta. Síðani tá havi eg gingið til regluligar blóð- og hjartakanningar. Sum allir aðrir CTD-sjúklingar, so fekk Frans Jensen boð um at taka karnitin tablettir. Skjótt gjørdist tó greitt, at okkurt var á vási. Hóast heilivágurin hjálpti móti manglinum av karnitin, so livdi Frans Jensen ikki serliga væl. – Ikki bara eri eg stórur, men havi eg eisini ein aggressivan form fyri CTD, so eg havi brúk fyri eini stórari mongd av karnitin tablettum hvønn dag. Men eg byrjaði at fáa sterka magapínu, og mátti taka eina rúgvu av heilivági móti tí og magasárum. Tað var ikki til at liva við. Dóttirin í somu støðu Líka síðani Frans Jensen byrjaði at taka karnitin tablettir í 2010, hevði hann trupulleikar við magapínu. Men so segði onkur honum frá num Carnimax, ið eisini inniheldur karnitin. – Frá tí degi eg byrjaði taka Carnimax hvarv pínan. Trý ára gamla dóttur mín hevur eisini CTD. Hon hevur fingið flótandi karnitin, men byrjaði eisini at klaga um magapínu, so vit royndu at geva henni Carnimax. Úrslitið var tað Meg eg byrjaði at fáa sterka maga­ pínu, og mátti taka eina rúgvu av heili­vági móti tí og maga­sárum. Tað var ikki til at liva við« Frans Jensen