Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 17 Hon hevur fingið flótandi karnitin, men byrjaði eisini at klaga um magapínu, so vit roynda at geva henni Carnimax. Úrslitið var tað sama, pínan hvarv, sigur Frans Jensen um trý ára gomlu dóttur sína sama, pínan hvarv og hon hevur ikki gramt seg um pínu síðani. Tí kom tað sum ein skelkur fyri Frans Jensen, tá hann í endanum av januar fór á Tjaldurs Apotek í Havn og skuldi keypa meira Carnimax til sín og dóttrina. Hóast hann sum vanligt hevði eina læknaváttan upp á Carnimax, so varð hann vendur í hurðini við boðunum um, at hann ikki longur fekk hetta kostískoyti. Orsøkin er tann, at hvørki Karnitin ella Carnimax eru at meta sum heilivágur, men heldur sum kostískoyti. Karnitin hevur tó fingið undantaksloyvi frá nýggju reglunum um kostískoyti, meðan Carnimax ikki er sloppið við á listan yvir heilivág ella kostískoyti, ið kommunulæknar kunnu veita sjúklingum. – Eg klári ikki at liva uttan tað Frans Jensen og dóttirin eru nú endaði í eini bíðistøðu, har tey bíða eftir at ein nevnd skal meta um tørvin hjá teimum báðum. Sambært nýggju leiðreglunum, so kann kommunulæknin nevniliga heita á Tilskotsnevndina, ið er mannað av fyrrverandi lands­ læknanum, fyrrverandi lands­ apotek­aranum og einum juristi, um undantak at brúka ymisk kost­ ískoyti sum Carnimax. Hvørki Frans Jensen ella dóttirin hava fingið nakað svar frá nevndini enn, men fyri Frans Jensen er tað óhugsandi at fara aftur til Karnitin. – Sum nú er, so er tær síðstu tablettirnar um at vera uppi. Onkrastaðni hevur man mett, at talan bara er um eitt kostískoyti, men Carnimax er heilivágur, ið eg havi brúk fyri at yvirliva. Eg klári ikki at liva uttan tað. Ein møguleiki er sjálvur at rinda tað, men so skal eg brúka 200 krónur hvønn fjórða dag. Tað gerst skjótt til rættiligan nógvan pening, so eg má helst venda aftur til Karnitin, magasár, nógvar tablettir og øll hini hjáárini av Karnitin. – Øll vita hvat tað er, at hava ilt í búkinum, men hugsa tær so, at hava tað allan dag og hvønn dag restina av sínum lívi. Tað er framtíðin hjá mær og dóttrini, um vit ikki fáa stuðul til kostískoyti. Tað er einki at gleða seg til. Tað kem­ur heldur ikki upp á tal at geva dóttr­ini Karnitin aftur. Tað er ikki rætt, at ein trý ára gomul genta skal gremja seg um magapínu hvønn dag, sigur Frans Jensen at enda. HALLUR@SOSIALURIN.FO Talan er um eina misskiljing Sirið Stenberg, landsstýris­ kvinna, harmast um støðuna, ið Frans Jensen eru komin í, men ivast ikki í, at talan má vera um eina misskiljing. – Tann broytingin sum er nú, letur upp fyri, at Karnitin er heilivágur. So tað er ikki ein trupulleiki fyri CTD-sjúklingar at fáa heilivág. Men um so onkur ikki tolir tað vanliga karnitini, so skal kommunulæknin søkja fyri viðkomandi at fáa okkurt annað. Um hann kann grundgeva fyri hví viðkomandi skal hava nakað annað, so eigur tað ikki at vera nakað í vegin fyri at fáa tað, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum. Landsstýriskvinnan leggur dent á, at hóast ætlanin við lógarbroytingini er at spara pening, so er ætlanin ikki at forða fyri, at fólk fáa neyðuga ískoyti til heilsuviðgerð, men heldur at steðga almennan stuðul til óneyðugar merkis­ vørur og kostískoyti. – Broytingin er ikki gjørd fyri at gera hetta trupulari fyri nakran, men fyri at tálma øktu útreiðslurnar hjá Heilsu­ trygd. Eitt tilmæli kom frá Til­ skotsnevndini um, at Heilsu­ trygd skal halda seg til at veita stuðul til tað, ið eitur heilivágur. Nøkur ting, ið man veitti stuðul til áðrenn, ið ikki er partur av einari viðgerð, eru nú gliðin út. Vørur sum hársápa, krem, vitaminir og slíkar vørur. Men um so er, at onkur hevur brúk fyri tí sum viðgerð, so er møguligt at søkja um undantak frá nevndini. Sirið Stenberg Eitt nógv størri pappírarbeiði Marjus Dam, formaður í Komm­ unulæknafelagnum, er ikki serliga fegin um nýggju lógar­ broytingina, ið elvir til meira pappírarbeiði. – Tað man gjørdi við hesi broytingini var, at man tók burtur tann møguleikan, ið kommunulæknar høvdu at ávísa ávísan heilivág. Nú skal alt gjøgnum Tilskotsnevndina. Fyrr var so, at um loyvi ikki var til ávísan heilivág, so varð ein persón viðgjørdur, ið hevði við­komandi trupulleikan, og varð hansara loyvi síðani brúkt sum fyridømi fyri restina. Tað vil siga, at um onnur fólk høvdu sama trupulleika, so nýttist teimum ikki at søkja loyvi til heilivágin. Tað er ikki so longur, og tí er tað eitt nógv størri pappírarbeiði fyri allar partar, nú loyvi skal søkjast fyri hvønn einasta sjúkling og hvønn einasta heilivág. Formaðurin í Kommunu­ læknafelagnum metir, at tað besta hevur verið, um kommunulæknin hevði fleiri møguleikar at velja millum, tá ein sjúklingur skal viðgerast. – Tað hevur verið vanligt, at kommunulæknar hava fleiri streingir at spæla uppá, um onkur ikki tolir eitt slag av heilivági. Endamálið við at vit veita heilivág er, at sjúklingurin skal fáa tað betri. Um tað er soleiðis, at hjáárini av einum heilivági eru so mikið stórir, at tey fáa stórar trupulleikar, tá er tað neyðugt, at ein kommunu­ lækni kann skifta til eitt annað slag av heilivági, og at tað kann gerast uttan nakað hóvasták. Marjus Dam