Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 18 Ein risabólkur skal uppá tríggjar mánaðir gera eina menningarætlan fyri tey trý føroysku sjúkrahúsini POLITIKKUR NÚ SKAL MENNING GERAST FYRI TRÝ S ÁRNI GREGERSEN K jak hevur verið í Før­ oyum um, hvussu nógv sjúkrahús vit eiga at hava og hvørjar tæn­ ast­ur tey skulu veita. Nú tykist støða vera tikin til at vit framhaldandi skulu hava trý sjúkrahús: Landssjúkrahúsið, Klaks­víkar Sjúkrahús og Suður­ oyar Sjúkrahús. Í hvussu so er, so verður hetta staðfest í arbeiðssetninginum, sum risanevndin undir heilsu­mála­ ráðnum hevur fingingið at arbeiða eftir. Bólkurin skal gera eina menn­ ingar­ætl­an fyri før­oyska sjúkra­ hús­verkið. Og arbeiðssetningurin er í trimum høvuðspørtum: – At gera tilmæli um hvørjar grund­leggjandi viðgerðir/tæn­astur skulu vera í føroyska sjúkra­hús­ verkinum. Í hesum sambandi skal eisini gerast tilmæli um hvørjar viðgerðir/tænastur skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi, og hvussu hesar skulu samskipast millum sjúkrahúsini. – At gera eina ætlan fyri, hvussu læknar og onnur heilsustarvsfólk kunnu útvegast og mennast til føroyska sjúkrahúsverkið. – At gera meting av fíggjarliga tørvinum fyri alt sjúkrahúsverkið, sum gevur neyðugt rásarúm til at veita heilsutænastur á fremsta støði, og neyðugu starvsorkuna til tess. Eisini skal bólkurin koma við boði uppá, hvørji amboð kunnu nýtast til at handfara økta fíggjar­ tørvin, sum verður í sjúkra­hús­ verkinum í framtíðini. Spratt í tinginum Í farna valskeiði kom eitt uppskot fyri tingið um at gera eina menn­ inga­r­ætlan fyri heilsuverkið. Upp­ skotið fekk góða móttøku í ting­ inum, so landsstýrismaðurin við heilsumálum, Karsten Hansen, Mið­flokkurin, kallaði flokkarnar saman at viðgera málið. Hesin fundurin var í juni, men so kkom summarfrítíðin og á ólavsøku útskrivaði løgmaður val at vera 1.september. Nú hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, setti skjøtil á arbeiðið og hevur sett ein bólk at arbeiða. Tíðarfreistin er stutt. Bólkurin skal koma við einari niðurstøðu longu hálvan mai – altso um tríggj­ ar mánaðir. Ein sera stutt freist til ein ar- beiðsbólk, sum er mannaður við nógvum fólki við blandaðum áhuga­málum. Ella sum onkur sigur: annað­ hvørt so kemur hendan nevndin við einum skjótum svari uppá teir tríggjar høvuðsspurningarnar, sum eru nevndir omanfyri – ella endaqr alt í klandri og ov stuttari tíð at viðgera so stórar spurningar í. Tað er ein stýrisbólkur, sum skal syrgja fyri, at tá ið mai er hálvrunnin, so fyriliggur eitt álit. Í stýrisbókinum er Turið Arge for­ maður. Turið Arge er aðalstjóri í heilsumálaráðnum. Hin limurin er Henrik L. Hansen, landslækni.. Tey bæði stýra arbeiðnum, men undir teimum er eisini ein verkætlanarbólkur, sum er mann­ aður við tveimum útlendsk­um ser­ frøðingum. Sveinn Magnússon, serlækni í intern medisin og skrivstovustjóri í Vælferðarmálaráðnum í Íslandi er formaður og hin er norðmaðurin Geir Sverri Braut, professari og ser­ lækni í samfelagsmedisini. Hann hevur verið varastjóri í Statens Helsetilsyn og arbeiðir í dag á Stavanger Universitetssjúkrahúsi – og er serligur ráðgevi ARNIG@SOSIALURIN.FO Vánaliga læknatænastan fer ikki at kunna dyljast Pál Weihe Vit brúka góða milljard uppá heilsuverkið – brúktu vit tað sama pr. fólk í Føroyum, sum í Danmark, so áttu vit at brúkt 350 milljónir krónur afturat Landsstýriskvinnan við heilsu­ málum, Sirið Stenberg, Tjóðveldi, vil hava, at ein menningarætlan verður gjørd fyri samlaða heilsu­ verkið. Ein stórur bólkur er settur at gera hetta arbeiðið, men frammanundn er longu greitt, at vit brúka munandi færri pengar pr. fólk í Føroyum, enn tey gera í okkara grannalondum. Nógvar kanningar og nógv álit eru gjørd um heilsuverkið, men ætlanin er neyvan at gera eina slíka ætlan. Faktuellu upplýsingarnar eru mangan savnaðar, so tað sum bólkurin skal gera, er at tak støðu til hvørjar grundleggjandi viðgerðartænastur føroyska heilsuverkið skal bjóða. Bólkurin skal eisini gera eina meting av, hvat tað fer at kosta at veita hesar tænastur – umframt at bólkurin skal vísa á, hvussu tað skal bera til at útvega starvsfólk til føroyska heilsuverkið. Læknatrot Fleiri kanningar vísa, at vit í Før­ oyum eru í undirskoti við læknum í heilsuverkinum, verður hetta samanborið við talið av læknum í okkara grannalondum. Danmark brúkar á leið 350 milljónir krónur meira til heilsu­verkið enn føroyingar og norðmenn brúktu eina milljard krónur meira. Hetta um fólkatalið var javnsett tí føroyska. Pál Weihe er formaður í Lækna­ felag Føroya. Hann segði áðrenn bólkurin var settur: – Læknafelag Føroya heldur, at føroyska samfelagið eigur at gera sær greitt, hvat tað er fyri eitt heilsuverk, vit vilja hava. – Um vit lata standa til, sum nú, fara vit ikki at kunna siga, at vit hava eitt líka gott heilsuverk sum grannalondini. – Vánalig læknatænasta fer ikki at kunna dyljast, men verður ein politiskur trupulleiki. Upplýsingar á internetinum og í miðlum fer at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum og samanbera tænasturnar í Føroyum við, hvussu tæn­astan er aðrastaðni. Pál Weihe sigur, at tað neyvan fer at bera til at finna einar hálvt­hundrað skikkaðar læknar til føroyska heilsuverkið nú beinanvegin, men hann mælir til, at peningur verður settur av hvørt ár, so pengarnir signalera, at vit vilja hava hesar læknarnar til Føroyar aftur. Læknafelag Føroya heldur at hetta er rætti vegurin at ganga, um vit skulu tryggja føroyingum eitt tíðarhóskandi heilsuverk, sigur formaðurin í Læknafelag Føroya, Pál Weihe. Pál Weihe Karsten Hansen Sirið Stenberg